fríggjadagur 9. mars 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 49 • 9. - 22. februar 2007
Vikuskifti
18
Mamma Mia... Soleiðis hugsaði
Sára Olsen, tá hon sá risastóra
bingjuskipið, Emmu Mærsk, ið lá
við bryggju í Singapor. Hetta var
fyrsta oktobur 2006. Dagin fyri
hevði hon sitið spent, vónargóð
og glað men eisini ótolin umborð
á lítla Atlantic flogfarinum á veg
til Danmarkar. Hon visti ikki, hvat
hon fór at uppliva tær næstu seks
vikurnar, men tá hon umleið eitt
døgn seinni stóð á bryggjuni í
Singapor, ivaðist hon ikki í, at hon
var partur av nøkrum serligum.
Tað var ikki bert heimsins størsta
bingjuskip, hon skuldi sigla
við, men eisini fyrsti túrur hjá
skipinum. Og so var Sára einasti
gestur umborð á túrinum frá Asia
til Evropa.
Sára skuldi vera gestur hjá
manni sínum Gunnari Olsen,
sum var annar meistari á fyrsta
túrinum hjá stóra Mærsk
skipinum. Sjálvt um Gunnar skuldi
arbeiða næstan allan túrin, so
fóru næstu vikurnar at vera eitt
slag av brúdleypsferð. Tey vóru
blivin hjún tveir mánaðir áðrenn
fráferðina, so í allar mátar var
talan um ein serligan túr.
Tá Sára kom umborð hevði
Emma Mærsk verið á ferð í fimm
vikur. Hon legði frá bryggju í
Århus í septembur 2006 við kós
ímóti Asia. Og næstu vikurnar
gekk leiðin aftur til Evropa.
Trygdin umborð
Tað skal ikki vera nøkur loyna, at
Sára stúrdi fyri túrinum upp eftir
landgongubrúnni.
“Landgongubrúgvin er meira
enn 30 metrar, og tá eg gekk upp
eftir henni fet fyri fet, føldi eg,
at hon sveiggjaði spakuliga frá
síðu til síðu. Eg var so nervøs,
hugsaði bara, at eg mátti royna
at lata sum um, at eg hevði roynt
hetta áður. Ha ha. Men eg kom
tíbetur umborð í øllum góðum,”
staðfestir Sára.
Tá viðførið var komið
uppá pláss í stásiliga
kamarinum, og Sára hevði
Jomfrúferð við heimsins
Fyri 28 ára gomlu
Sáru Olsen av
Tvøroyri var árið
2006 serstakt og
hendingaríkt. Eitt ár
sum hon altíð fer at
minnast aftur á við
einum smíli. Tað var
árið, tá ið hon blev
gift, og árið har hon
legði leiðini út í stóru
verð á jomfrúferð
við heimsins størsta
bingjuskipi
Samrøða
Tóra Effersøe
Mortensøe
Risastóra skipið hjá A. P. Møller, Emma Mærsk, sum fær sjey systurskip komandi árini