Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 49 - 9. mars 2007 19 tíðindi Mærsk afturgongd Fyri tveimum árum síðani keypti danska stórfyritøkan A.P. Møller-Mærsk niðurlendska reiðaríið P&O Nedloyd fyri 17 mia. krónur, og handilin gjørdi, at danska felagið gjørdist heimsins størsta reiðarí. Handilin var ætlaður at styrkja støðuna hjá Mærsk á amerikanska marknaðinum, men nú vísa nýggj tøl, at Mærsk hevur mist alt, sum bleiv vunnið við handlinum. Tølini vísa, at marknaðarparturin hjá Mærsk er minkaður næstan 15 prosent. Havørnin nørist Tey seinastu árini hava danskir fuglafrøðingar sæð fleiri tekin um, at havørnin breiðir seg um landið. Júst nú hava teir staðfest, at eitt havørnapar hevur gjørt sær reiður við Roskilde-fjørðin, og tað er fyrstu ferð í 100 ár, at havørn eigur við fjørðin, siga fuglafrøðingarnir. Havørn er fuglur, sum vil hava frið, har hon reiðrast, og fuglafrøðingarnir halda tað vera hugaligt, at hon nú hevur reiður tríggjar kilometrar frá miðbýnum í Roskilde - Tað verður ruskveður alt vikuskiftið og mánadagin, grækarismessudag, sigur veðurmaðurin, Petur Skeel Jacobsen. Vikuskiftið Snorri Brend Veður: - Nei, tað verður einki serligt veður til nak­að grækarismessuhald sunnu­ dagin, staðfestir royndi veðurmaðurin. Við veðurkortinum í hond kann hann bert staðfesta, at sunnudagin verður bæði vindur, avfall og kalt í veðr­ inum. Veðurforsøgnirnar benda nevniliga á, at tað verður ein vindferð millum 19 og 24 metrar um sekundið allan dagin, og haraftrat verður avfall, kanska sum kavaælingur. - Møguliga verður kavi norðanfyri, sigur Petur. Vindur Skal ein annars tosa um hampi­ligt veður um viku­ skiftið, er fyrrapartur leygar­ dagin besta boðið. Tá verður veðrið av tí fræg­ asta, men út á seinnapartin veksur hann vindin rættiliga nógv, upp í skrið ella storm av útsynningi. Hetta veðrið heldur sær í samfullar 24 tímar, tí ikki fyrrenn komið er út á seinnapartin mánadagin fer vindurin at minka nakað. Eru vit heppin, er ikki óhugsandi at sólin fer at daga undan henda dagin. Talan verður kortini um kalt veður, millum 3 og 6 stig og møguleiki fyri kavaælingi. Týsdagin minkar hann vind­in nakað. Tað verður turt, men mikudagin verður aftur ælingur. Vánaligt veður hjá tjøldrum - Ruskveður um vikuskiftið, lovar veðurmaðurin Petur Skeel Jacobsen 12 fólk hava lurtað øll 124 løgini, ið komu inn í sambandi við sangskrivara­ kappingina hjá Atlantic Music Event, og valt tey 21 bestu løgini., ið ein útlendsk dómsnevnd nú skal atkvøða um. Tíðindaskriv Ame.fo Tann føroyska dómsnevndin var mannað av hesum 12 fólk­um: Niels Halm, Her­ geiri Eldevig, Annu Katr­ inu Petersen, Kaj Johanne­ sen, Jón Tyril, Sólvá Ford, Gissi Paturssyni, Píl Rein­ ert, Lindu Petersen, Stein­ tóri Rasmussen, Høgna Zachariasen og Elini Hentze Tey hava lurtað alt tilfarið ígjøgnum og hvør í sínum lagi valt tey 20 løgini, sum tey persónliga halda eiga at koma víðari. Løgini eru vald í tilvildarligari raðfylgju. Ætlanin var síðan at umleið 15 tey bestu uppskotini skuldu fara víðari til útlendskar dómarar at døma í millum. Men av tí, at fleiri av løgunum fingu líka nógvar tilnevningar blivu tað, tá ið avtornaði 21 sangskrivarar, sum fóru víðari til teir útlendsku dómararnar at velja ímillum. Um onkur hevði sent inn 2 uppskot, er tað tað uppskotið, sum hevur fingið flestar atkvøður, ið er farið víðari. Útlendsku dómarnarnar eru fólk ið dagliga arbeiða tónleiki, journalistar, tónleikarar, plátufeløg og onnur. Dómarnir koma úr ymsum Norðurlondum og onkur er eisini úr Stóra Bretlandi. Allir tekstirnir verða týddir til enskt soleiðis, at dómarin hevur møguleika eisini at skilja, hvat sungið verður um. Í sambandi við hand­an­ ina spælir Jensina Ol­sen, ið vann Singer/song­ writer kappingina hjá Hafina Lounge í 2006 í Norðurlandahúsinum. Úrslitið av Sang­skrivara­ kappingini verður kunngjørt í Norðurlandahúsinum, hós­dagin 22. mars. Afturat upprunaliga vinningum á 50.000 kr., hevur Menta­málaráðið játtað at lata aðrar 50.000 kr. til Sangskrivarakappingina. Tí er avgjørt at lata vinn­ arinum 75.000 kr., nummar 2 fær 20.000 kr. og nummar 3 fær 5.000 kr. Peningurin er oyramerktur til eina tónleikaframleiðslu. Dómsnevndin hevur valt 21 løg Jensina Olsen ársins singer/songwriter 2006 spælir í Norðurlandahúsinum í sambandið við handanina Borgarstjórin í Tórshavnar komm­ unu hevur í dag gjørt av at steingja gamla Realskúlan frá mánadegnum 12. mars 2007. Hetta fer ikki at ávirka undirvísingina hjá næmingunum, sum frá mánadegn­um møta til undir­ vísing í Kommunu­ skúlanum Tórshavnar kommuna hevur í dag, tann 9. mars 2007, gjørt av í stundini at steingja gamla Realskúlan í Havn. Næmingarnir fara ikki aftur í skúla í Real­ skúlanum. Hetta fær onga ávirkan á undirvísingina, og tá næmingarnir møta aftur í skúla mánamorgunin 12. mars, verður tað í Kommunuskúlanum. Realskúlin skal byggjast um til annað skúlaendamál enn vanliga undirvísing. Meðan hetta arbeiðið verður gjørt, verða onnur høli til undirvísing funnin. Relaskúlin hýsir í dag miðdeildini í Tórshavnar kommunuskúla, og hesir næmingarnir fara hetta til páskar at fáa undir­vísing í sjálvum Kommunuskúlanum. Eftir páskir eru hølisviðurskiftini avgreidd, so næmingarnir fáa fastar skúlastovur, til umbyggingin av Real­ skúlanum er liðug, og teir aftur kunnu flyta í Kommunuskúlan. Gamli Realskúlin í Havn stongdur www.sosialurin.fo