Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 49 • 9. - 22. februar 2007 Vikuskifti 19 heilsað uppá manningina, sum á jomfrúðtúrinum var 24 mans, var tíðin komin til ein rundtúr og síðan eitt skeið í trygdarviðurskiftunum umborð. “Vit høvdu brandvenjingar umborð. Og eg bleiv so væl og virðiliga upplýst um alarmsignal, neyðútgongdir o.s.fr.,” fortelur Sára. Sama dag sum hon var komin umborð var klárt at leggja frá landi. Og Sára var ikki bara yvir fegin, men eisini sera spent. Hon fór at síggja fjarðskotin lond og ikki minst, gleddi hon seg til at síggja snotiliga farið, sum hon nú skuldi búgva á í seks vikur. Túrurin runt á skipinum verður ikki gjørdur eftir einum degi. Bara maskinrúmið er í sjey hæddum, og skipið er 397 metrar langt og 56 metrar breitt, so tað er ein størri uppgáva at koma runt í allar krókar. Skiparin Sára Sjálvt um Sára var einsati gestur umborð, so keddi hon seg ongantíð, men nýtti har aftur ímóti friðin, tá skipið sigldi frá havn til havn. Nokk av tíð var til at njóta sólina úti á dekkinum. Lána og lesa bøkur frá bókasavninum umborð, venja í motionsrúminum og hugsa um ymsu upplivingarnar. Tað hendi eisini, at Sára av og á var við manni sínum á vakt. “Eg hevði aldrin ímyndað mær eitt so gigantiskt og umfatandi maskinarí. Eg plagdi at ganga runt við Gunnari og fylgja við í hansara arbeiðsgongd, tað var ótrúliga nógv hjá honum og restini av manningini at halda stýr á, hvør maður hevur veruliga sítt at síggja til. Tað eru nógvar vanligar mannagongdir, ið skulu fylgjast hvønn dag, men tað er eisini nógv óvæntað, ið stingur seg upp, men tíbetur einki álvarsligt. Tá eg var við Gunnari á vakt, greiddi hann frá, hvat ymsu maskinurnar vóru til, tað var sera áhugavert at fylgja við í hansara arbeiði,” sigur Sára. Nógv tíð fór eisini við at njóta útsýnið frá brúnni, ið er 70 metrar høg. Í fyrstuni var Sára tó ikki so djørv, men sum tíðin leið bleiv hon kanska í so djørv. “Ein dagin tá eg var uppi á brúnni, spurdi kapteynurin, um eg størsta bingjuskipi • Emma Mærsk er uppkallað eftir konu Mærsk Mc-Kinney Møller, sum andaðist í 2005. • Bingjuskipið er bygt á Odense Staalskibsværft A/S fyri A.P. Møller – Mærsk Gruppen. • Emma Mærsk hevur longu fingið tvey systurskip. Estelle- og Eleonora Mærsk. Og ætlanin er at byggja íalt átta skip av sama slagi. • Skipið tekur fleiri enn 11.000 bingjur. • Skipið hevur ein 14-cy- lindara Wärtsilä RT-flex høvðusmotor við 110.000 hestakreftum. • Tað skulu ikki fleiri enn 13 mans til fyri at skipið kann leggja frá bryggju. Emma Mærsk Hjúnini Olsen njóta eina fríløtu á dekkinum Sára til brandvenjing umborð