Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 tíðindi Nr. 49 - 9. mars 2007 - Jú, vit gjørdust ógvu­liga skakkir, men hildu ikki, at veruligur vandi nakr­antíð var á ferð, sigur Petur Henry Mohr, sum saman við Ásveini Mikkelsen var á útróðri við Sjó­ beranum í gjár, tá teir fingu ringa sjógvin Skaðasjógvur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Vit høvdu umleið 20 fjórð­ ingar í Eystnes, tá ið vit vóru lidnir at draga í gjár. Tað gekk væl at sigla undan. Hann var sunnan í ættini, og vit høvdu hann undan. Tá ið vit komu inn í Álin og vóru staddir á leiðini eystur úr Stondini, gjørdist sjógvurin so ringur, tí tað rak upp í ættina. Petur H. Mohr sigur, at teir slóðaðu við 4-5 míla ferð heimeftir. Stórur sjógvur - Eg stóð í stýrhúsrútinum og sá, tá sjógvurin tók seg upp. Eg tók tað, sum eftir var av ferðini, av, og eg haldi, at eg eg var so harðligur við handtakinum, at eg bakkaði. Sjógvurin rakti bakborðssíðu og fór mest sum tvørtur um bátin. Petur sigur, at tað var eitt rættiligt buldur og brak, tá sjógvurin rakti. Báturin varð sendur í stýriborð, men reisti seg og bresti aftur í bakborðssíðu beinanvegin. - Nakrir stólpar og ein partur av lúnningini frameftir bakborðssíðu brotnaði. Lak ikki illa Hann sigur, at tá ið stólpar soleiðis loysna í bátinum, kunnu teir loysa frá sær, og soleiðis lak báturin nakað niður ímillum stólparnar og dekkið. - Men báturin lak ikki so illa, at vit ikki kundu halda honum lens og vinna upp land í øllum góðum, leggur Petur Henry Mohr aftrat. Tað gekk ikki so væl hjá Sjóberanum at draga í gjár. Teir slitu línuna nakrar ferðir, og tí vórðu teir seinni aftur at landi, enn ætlanin var, tá teir loystu í Saltangará. Petur H. Mohr, útróðrarmaður: Sjógvurin breyt tvørtur um Sjóberan Nakrir stólpar og ein partur av uppstandinum í bakborðssíðu fórst, tá sjógvurin rakti, og Sjóberin fór at leka Mynd: Vilmund Jacobsen - Galendarin kom inn í motorrúmið, aftur ígjøgnum instrumentbrettið og síðan beint afturvið kvinnuni og aftur í baksetrið. Eldur kom í bilin, og tá ið eg kom á staðið, stóð hann í lósum loga, sigur sjónarvitni Ferðsluóhapp Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Ein kvinna, sum var á veg suður gjøgnum bygdina við Gøtugjógv síðstu nátt, var sera heppin í óhappinum. Tá hon kom suður móti “oynni”, sum er á vegnum omanfyri Teknistovuna við Gøtugjógv, rendi hon á hesa og misti tamarhaldið á bilinum. Kvinnan rendi inn í bil­ verjuna, sum er við brúnna um sjálva Gøtugjógv. Ein partur av galendaranum end­aði inni í bilinum hjá henni. Ein maður, sum var næst fyrstur á staðið, sigur, at gal­endarin var komin inn í motorrúmið, aftur ígjøgnum instrumentbrettið og síðan beint afturvið kvinnuni og aftur í baksetrið. - Eldur kom í bilin, og tá ið eg kom á staðið, stóð hann í lósum loga. Maðurin sigur, at ein løg­ reglubilur hevur verið rætti­ liga skjótur á staðnum, tí tá ið hann sum næst fyrstur kom á staðið, sat kvinnan longu í løgreglubilinum saman við sýslumanninum í Eysturoy. - Sløkkiliðsbilar úr Fugla­ firði, Gøtu og Leirvík komu á staðið og bastu eldinum. Sjóvarvitnið veit at siga, at sýslumaðurin í Eysturoy beyð sær at koyra kvinnuna, sum var komin ógvuliga væl frá hendingini, á Klaksvíkar Sjúkrahús. - Kvinnan var sjokkerað, men at síggja til hevði hon ikki fingið álvarsligt mein, sigur sjónarvitnið. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á løgregluni í Eysturoy, áðrenn blaðið fór til prentingar í dag. Kvinnan, sum sjóvarvitni metir at vera í tjúgunum, var einsamøll í bilinum. Sera heppin í óhappinum Tað var her, at óha ppið hendi síðstu nátt. Ein partur av galendaranum endaði inni í bilinum, og ein annar partur endaði í gjónni Mynd: Jonhard Hammer Bert føroyskt í útvarpinum Hósdagin 22. mars verður vinnarin av sangskrivarakappingini hjá Atlantic Music Event funnin. Í sambandi við hetta skip­ ar útvarpsparturin í Kringvarpi Føroya sambært ame.fo fyri”Spæl føroyskt degi”. Sostatt verður bert føroyskur tón­ leikur í útvarpinum frá morgni til myrkurs henda dagin. Koda­ tølini fyri lutbýtið av føroyskum tónleiki í almenna føroyska útvarpinum hava seinnu árini verið alt annað enn høg, tí hevur hesin táttur eitt sterkt signalvirði. Í nógv ár hevur danskt útvarp í samstarvi við eitt nú KODA og konsertstøð skipað fyri Spil Dansk Dagen, har einans danskur tónleikur verður spældur. Opin pallur á Fjarðafestivalinum Eitt nýtt tiltak á Fjarðafestivalinum er talent pallurin. Hetta er ein nærmast opin pallur, har kristnir sangarar og tónleikarar kunnu vísa síni kynstur. Higartil hevur festivalurin avdúkað, at Brian Littrell úr Backstreet Boys og norski nógv virdi tungmálms bólkurin Extol spæla á festivalinum. Men við opna pallinum er latið upp fyri, at nógv spennandi føroysk nøvn vera at hoyra. Festivalurin sigur, at Fjarðafestivalurin er í samráðingum við onnur stór nøvn og verða hesi kunngjørd í næstum.