fríggjadagur 9. mars 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 49 • 9. - 22. februar 2007
Vikuskifti
20
vildi royna at stýra skipinum. Tað
kundi eg sjálvandi ikki siga nei til,
so eg tók við báðum hondum um
rórið. So dreyaði eg tíggju gradir
til stýriborð. Bíðaði. Og so tíggju
gradir til bakborð. Eg føldi ikki
at skipið broytti kós, men tá eg
hugdi eftir kjalarvatninum, sá eg,
at skipið hevði flutt seg,” greiður
Sára eldhugað frá.
Frá Singapor til Ongland
Fyrsti steðgur á túrinum var í
Kina og síðan var lagt at bryggju í
Hong Kong.
“Tá vit komu til Hong Kong,
haldi eg, at tað gekk upp fyri
mær, at hetta ikki bert var ein
vanligur túrur hjá einum Mærsk
bingjuskipi. Á keiini lá ein reyður
leypari, sum var meira enn 150
metrar langur, og skrúðgonga var
við einum hornorkestri. Sjálvt
um leyparin ikki var til mín, men
allir teir fínu gestirnar, sum komu
umborð, so livdi eg mitt í verðini,”
fortelur Sára.
Frá Hong Kong gekk leiðin
til Japan og víðari til Malaisia.
Og sum nakað serstakt minnist
Sára túrin frá Reyðahavinum
og í gjøgnum heimsins longstu
siglingarveit, Suezveitina. Veitin
er millum 300 og 365 metrar
breið, so tað er ein størri uppgáva
hjá einum risastórum skipi sum
Emmu Mærsk at sigla ígjøgnum.
“Tað var ótrúligt at sigla
ígjøgnum Suezveitinia. At standa
á brúnni og hyggja útyvir veitina,
Egyptaland og Saudiarábia. At
síggja eina konu reka eitt neyt í
Egyptalandi, hon hugsaði óivað
ikki um, at heimsins størsta
bingjuskip fór framvið. Og
hinumegin veitina í Saudiarábia
lá ein stór herðmannalega. Tá
hugsaði eg við mær sjálvum, tað
er gott, eg búgvi í Føroyum.”
“Tá vit sigldu ígjøgnum veitina
fylgdu tríggir menn í speedbáti
okkum, teir skuldu vera klárir
at binda skipið til lands um ein
sandstormur bráddliga brast
á. Tað hendir av og á, men vit
sluppu tíbetur undan,” greiður
hon frá.
Komin út í Miðjarðahavið gekk
leiðin gjøgnum Gibraltarsundið og
Biscayavíkina. Og næsti steðgur
var Flexstowe í Onglandi.
“Skipið bleiv móttikið sum ein
drotning. Nógvir smábátar sigldu
út ímóti okkum, og bæði CNN og
BBC fylgdu skipinum við tyrlum,”
fortelur Sára.
Frá Onglandi sigldu tey til
Holland, og har endaði túrurin
hjá Olsen hjúnunum, sum síðan
kundu leggja leiðina heim aftur til
Føroya.
“Heildaruppliving av túrinum
var fantastisk. Tað var ein
sovorðin friður, har eg veruliga
kundi njóta allar upplivingar. Eg
var ikki bundin av nøkrum, eg
slapp at njóta dagin sum hann
var,” sigur Sára.
At túrurin var nakað sjálvsamt
sæst aftur á talinum av vitjandi
umborð. 75 tíðindafólk og 1120
gestir sóu stásiliga skipið á fyrsta
túrinum.
“Tað var ein serstøk uppliving
í sær sjálvum at vera umborð, og
nakað serligt at hava fingið høvið
at sigla júst við Emmu Mærsk. At
fylgja við hennara jomfrúferð. Tað
er øðrvísi og stuttligt at ferðast
á henda hátt. Eg vil heilt avgjørt
Útsýnið frá brúnni á Emmu Mærsk, sum her er á veg ígjøgnum Suezveitina. Á høgru síðu sæst Egyptaland og vinstru
megin er tað Saudiarábia.
Reyði leyparin í Hong Kong var
meira enn 150 metrar langur