Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 49 - 9. mars 2007 21 tíðindi 21 Stutt fyri klokkan 19 í gjárkvøldið fekk útróðrarbáturin Sjóberin úr Saltangará ein sjógv, tá teir vóru á veg aftur av útróðri. Teir vóru staddir í Álinum, tá sjógvurin rakti Skaðasjógvur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sjógvurin, sum rakti Sjó­ beran, var so mikið ógvus­ ligur, at ein partur av lúnn­ing­ ini í bakborðssíðu brotnaði. Onkur stólpi fórst eisini, og báturin fór at leka. MRCC Tórshavn fekk boð um tilburðin, og klokkan 18.40 í gjárkvøldið bóðu teir Brimil, sum var á Klaksvík, um at sigla suður móti Sjóberanum. Við egnari hjálp kláraðu teir kortini at halda Sjóberan lens og sigldu spakuliga heim móti Eystnesi. Trúgvi til hjálpar Glastrevjabáturin Trúgvi av Toftum fór ímóti Sjóber­ an­um, og klokkan 19.15 vóru teir komnir heim um Eystnes. Í øllum góðum løgdu bátarnir trygt í havn á Toftum klokkan 19.50. Á MRCC Tórshavn siga teir í nátt, at hóast Sjóberin ikki beinleiðis bað um teirra hjálp, hildu teir, at rættast var at biðja Brimil leggja leiðina suðuryvir. Tá Sjóberin og Trúgvi vóru komnir heim um Eystnes í øllum góðum, fekk Brimil boð um at venda aftur. Brimil náddi tí ongantíð at koma til Sjóberan. Ring líkindi - Veðurlíkindini vóru vána­lig, og vit tóku málið í álvara. Vit vildu vera stand-by, hóast teir umborð á Sjóberanum hildu seg hava tamarhald á støðuni, segði MRCC-Tórshavn í samrøðu við Portalin síðstu nátt. Tað var rættiliga fitt av vindi í gjárkvøldið, og lík­indini til útróður vóru ógvu­liga ivingarsom, tá ið Sjóberin var á veg aftur av útróðri. Útróðrarbáturin Sjóberin: Fekk sjógv og fór at leka Heimstaður: Saltgangará Smíðistaður/ár: Strandby (1955) Tilfar: Eik Mask./ár: Volvo Penta 300/ 1981 Longd: 13,51 Breidd: 4,35 BRT: 19,81 tons Eigari: Jack og Petur H. Mohr Útgerðarmaður: Jack Mohr FAKTA UM SJÓBERAN Tað er óheppið, tá aldur toskur sleppur út úr aliringum, tí hetta kann broyta arvaeginleikarnar hjá fiskinum Noreg: Í Noregi kundu fleiri útróðrarmenn herfyri fortelja, at teir seinastu vikurnar høvdu fingið heilt fitt av aldum toski, meðan teir royndu á vanligu útróðrarleiðunum út fyri Norðdalsfjørðinum. Toskaalarin, Karl Peter Myklebust, sum hevur aling har á leiðini, vísir aftur, at teir hava mist stórar nøgdir av aldum toski. - Vit mistu nakað herfyri, tá eitt 10-15 cm. stórt hol kom á nótina í tí eina ringinum. Myklebust heldur tó ikki, at veiðan av aldum toski í seinastuni kann stava frá teirra alistøðum. Tað er óheppið, tá aldur toskur sleppur út úr ali­ ringunum, tí tað kann broyta arvaeginleikarnar, um aldur fiskur blandast upp í villa fiskin. (-vilmund) Útróðrarmenn fingu aldan tosk Útróðrarbáturin Sjóberin, sum hevði ein ringan túr til lands í gjárkvøldið, lá tryggur við bryggju í Runavík í morgun Mynd: Vilmund Jacobsen Grand Island á AME-Føroyar Norska íkastið til AME-Føroyar vikuskiftið 13. og 14. apríl er ein heldur serlig tónleikauppliving, ja, satt at siga er Grand Island ein heilt serligur bólkur.. Bólkurin spælir eitt slag av nýrokki, við disko og kontri íblástri. Stuttligur tónleikur við stórari spæligleiði. Hetta er ringt at lýsa, men lætt at lurta eftir, so tí er bert at vitja bólkin á myspace síðuni: myspace. com/thegrandisland ella á heimasíðuni: grandisland.no, tí har liggja smakksroyndir av teirra tónleiki.