Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 49 • 9. - 22. februar 2007 Vikuskifti 21 Ice Age 2 er um mammut elefantin Manse, dov­ in­djór­ið Sid, sap­u­l­tikarin Diego og æv­iga ó­held­iga og raska lítla djórið Scrat, ið er sjúkliga stuttliga besettur av at savna akarn. Tað besta er enn einaferð Scrat og hansara sinnsjúkt stutt­liga og altíð neu­ rotiska og fanatiska leitan eftir akarn, ið altíð enda við at skapa stórar náttúruvanlukkur. Tað er originalt at gera ein teknifilm um ístíðina, og sera læruríkt fyri børnini. Her er okkurt av gand­ inum, sum er í modernaðum æv­­i­n­týrum 4 stjørnur av 6. Ice Age: The Meltdown Leikstjórn Carlos Saldanha. 90 minuttir. Danir gjørdu onkran góðan ung­dóms­film í sjey­ti­ár­u­ num. Serliga hend­an Vil du se min smukke navle hjá Søren Kragh-Jac­ obsen er ein klass­ik­ ari frá 1978, ið nú er komin á DVD. Hann er um, hvussu ringt tað er at vera í pubertetinum og forelskaður. Tey 16 áragomlu eru á legu í Svøríki. Ein lítil filmperla um at verða forelskaður, ung­ur og ein filmur um eydnu, kærleika, sorg og øvund. DVD- útgávan er einki serligt tó. 5 stjørnur av 6 An Inconvenient Truth Al Gore og veðurlagsbroytin­ garnar. Film­ ur­in er ein roynd at seta fram granskin­ gina innan økið. Al Gore er al­ vápn­ aður við fakta um veð­ur­lagsbroytingarnar sum tema og ikki minst myturnar um, at hesar broytingar ikki eru man­ naelvdar. Samanumtikið er hetta ein sera skelkandi filmur, og DVD-útgávan er góð við nógvum góðum eykatilfari. 5 stjørnur av 6. DVD-ummæli www.iceage2.dk TM TILHØRER FOX. KUN TIL PROMOTION. SALG, KOPIERING ELLER ANDEN OVERFØRSEL AF DETTE MATERIALE ER STRENGT FORBUDT. MED DANSK TALE JENS ANDERSEN THOMAS MØRK MICHAEL CARØE ELLEN HILLINGSØ MICK ØGENDAHL JONATAN SPANG PER PALLESEN JENS ANDERSEN THOMAS MØRK MICHAEL CARØE ELLEN HILLINGSØ MICK ØGENDAHL JONATAN SPANG PER PALLESEN Filmur Ungi Hannibal Lecter er faðirloysingur. Bæði for­ eldr­ini doyðu undir seinna heims­bardaga. Hann er eins­a­mallur við systrini Mischa. Seinni taka her­ menn smágentuna Mischu av døgum Hannibal bjargar lívinum og flýddi sjálv­ur undan leig­u­her­monn­um. Hann endaði á einum barn­a­heimi, men rýmur haðani til Paris og fer at búgva hjá kon­uni hjá páp­a­ beiggj­anum Lady Murasaki. Hon tek­ur sær av honum og lærir hann um fínmentan. Hannibal fær stór­ an áhuga fyri vápnum, heilivági, mat­gerð og mann­a­kjøti. Jú hes­in mentaði dráps­ mað­urin og psyk­o­ pat­ur­in er komin aftur, men orka vit at hoyra um Hannibal aftur? Vit sóu hetta tema í filminum The Perfume herfyri og í søgunum um Hannibal fyrr. Skaldsøgurnar til filmin The Sil­­ence of the Lambs, ið vann seks Oscars í 1991, eru skrivað­ar av Thomas Harris. Seinni kom so Hann­i­bal í 1999. Hann­ibal sum ungt menniskja, ella eitt Portrait of The Serial kill­er as a Young Angry Man. Hes­in ungi maðurin er ein sera óð­ur og óndur maður, klókur og vand­a­mikil. Hann fer at leita eftir teim­um, sum hava dripið systrina, og hann kann ikki støðgast. Kant tosar um hypotetiska im­per­a­tivið, at ein gerningur utt­an annan moral enn bert at fylgja eini reglu er vandamikil. Ein lækni kann t. d. grøða, og hann kann drepa, hetta er bert ein spurningur um dosering. Hann­i­bal, sum lesur læknafrøði, skil­ir bert hetta seinasta. Film­urin er myrkur og heldur lang­drigin. Persónliga eri eg ikki til ræðufilmar, men eg dugi at síggja, at hann er meiri enn ein dráps­ filmur. Hannibal Rising er væl gjørdur og hugtakandi, men søg­an ella mytan um Hannibal er eitt sindur útvatnað. Tey sum elska heetta films­ slagið, skulu sjálvandi í Havnar Bio at lata seg skelka av Hannibal ein­a­ferð enn. Leikandi: Hannibal: Gaspard Ulliel Lady Murasaki: Gong Li Grutas: Rhys Ifans Kolnas: Kevin McKidd Leikstjóri Peter Webber. 117 minuttir. Framførdur í Havnar Bio frá fríggjadegnum 9. mars. Aldursmark 15 ár. Fakta um Hannibal Rising Ummæli Kim Simonsen kimsimonsen@hotmail.com The serial Killer as a Young Man: - Søgan um Hannibal Lecter Filmurin Den sorte Ma­ donna er ein donsk kær­ leiks­komedia. Stunt­mað­ur­ in Lasse Spang Olsen hevur leikstjórnað filminum. Hann hevur áður givið okk­um filmar sum Gamle mænd i nye biler, Inkasso og ikki minst kultfilmin I Kina spiser de hunde Filmurin snýr seg um ungu kvinn­una Mariu, ið lesur á Hand­ ils­há­skúlanum og er stripp ari um kvøldið. Pápi hennara Kurt (Mort­en Grunwald), er ein, sum øll løgreglufólk kenna. Nú er hann gam­al og vil gera sítt seinasta inn­brot. Hann stjelur ein kendan máln­ing, eina russiska ikon, kall­ að Svarta Madonnain, saman við Victor og Brian (Ole Thestrup og Nicolas Bro). Ætlanin er at selja myndina til eina russiska maf­i­a­ kon­takt. Filmurin er eisini um løg­regl­ u­mann­in Gustav (Anders W. Bert­helsen), sum leitar eftir Kurt, ið hevur sent dóttrini kenda máln­ingin. Hon verður nú noydd at velja, um hon sigur løgregluni frá um myndina og fáa eina finn­ingarløn upp á fleiri milliónir, men so kemur pápin illa fyri av russ­iska listahandlaranum, ella at hjálpa pápanum. Birthe Neumann er her ein millumforhandlari, ið hevur fangað Kurt. Maria vel­ur pápan og fer eina ferð til Russ­ lands. Sjálvandi fer Gustav við, og tey gerast góð. Filmurin er ein klassisk kær­ leiks­kom­edia. Tað sum á ein hátt bjarg­ar filminum frá tí banala, eru nógvu góðu hjáleikarnir so sum Ole Thestrup, Nicolas Bro og Birthe Neumann, ið øll spæla meiri ella minni nakrir deiligir psyk­o­patar. Dreingjareyvaleikstjórin Anders W. Berthelsen er fínur í leik­lut­i­num sum Gustav. Lasse Sprang Olsen blandar al­ tíð humor, spenning og romantik í sínum filmum. Ikki minst er hann kendur sum stuntmaður og fyri at duga væl at fara við spec­ial effects. Eykennið er hart Tar­a­nt­i­nokent aktion blandað við ógvusligum skemti. Ofta er hetta sera undirhaldandi, men nú er hann farin meiri yvir í kær­ leikskomediuna, og her er hann ikki so sterkur. Filmurin punkterar nær­um ávegis og gerst kroystur. Svarta madonnain Leikandi: Mille Dinesen Anders W. Berthelsen Søren Pilmark Leikstjóri: Lasse Sprang Olsen. Frumframførdur 9. mars í Havnar Bio. 90 minuttir. Aldursmark 11 ár. Fakta um Svørtu Madonnaina