Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 49 - 9. mars 2007 Stutt sagt Arbeiða uttanlands Síðani Pólland gjørdist lim­ ur í ES fyri trimum árum síðani, hava tríggjar mió. póllendingar verið uttan­ lands og arbeitt, og í dag eru 1,1 mió. póllendingar til arbeiðis í øðrum lond­ um. Bretland tykist vera tað best umtókta landið hjá póllendingum, tí 26 prosent fara til Bretlands at arbeiða, 16 prosent fara til Týsklands og 10 prosent til Írlands. Royndirnar vísa, at tað eru yvirhøvur fólk á bygd, sum fara av landinum at leita sær eftir arbeiði. Hagtølini vísa eis­ini, at arbeiðsloysið er munandi størri á bygd enn í stórum býum sum Warszawa og Krakow. Illir studentar Minst 20 fólk fingu skaða í hørðum samanbrestum millum løgregluna og illar studentar í grikska høvuðs­staðnum Athen í gjár. Minst 40 fólk vórðu tikin. Studentarnir mót­ mæltu einum uppskoti hjá stjórnini at umskipa útbúgvingarpolitikkin, men tey, sum skipaðu fyri mót­mælinum, mistu tamar­haldið á teimum mótmælandi. Úrslitið varð, at nøkur fóru at kasta grót og annað eftir løgregluni, sum svaraði aftur við táragassi. Eitt skifti vóru bardagarnir so ógvusligir, at øll ferðslan í miðbýnum í Athen stóð still. Bush á ferð George W. Bush, forseti, fær neyvan bara góð orð, nú hann er á ferð í Suður- og Miðamerika. Hann skal vitja Kolombia, Uruguay, Brasil, Guatemala og Meksi­ko. Eygleiðarar siga, at endamálið við ferð­ini hjá Bush er at av­marka ávirkanina, sum forsetin í Venesuela, Hugo Chavéz, hevur í fleiri av teimum latínamerikonsku londunum. Í samrøðu við kolombiska sjónvarpið segði Bush, at USA vil fegið hava góð viðurskifti við londini í Latínamerika, og at USA er til reiðar at gera nakað fyri at fáa góð viðurskifti við hesi londini. SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk -Vit eru komin longri við javnstøðu enn nakað annað land, men kortini er langt á mál (Mona Sahlin) útlond Menn við gravi­mask­ inum brutu í gjár­ kvøldið hol á múrin, sum býtir kýpriska høvuðsstaðin Nicosia sundur Myndugleikarnir høvdu ikki fingið nakra fráboðan, og tí kom tað púra óvart á teir, tá nakrir grikskkýpriskir menn við gravimaskinum fóru undir at bróta hol á múrin. Menninir brutu hol á múrin í einum býlingi við nógvum handlum, men kýpriski forsetin, Tassos Papadopoulos, gjørdi greitt, at eingi sivilfólk hava loyvi til at fara um múrin, fyrr enn Turkaland hevur tikið sínar hermenn burtur haðani. Turkiska stjórnin hevði ongar viðmerkingar til tilburðin i gjárkvøldið, men ein talsmaður fyri stjórnina segði í morgun, at gerðin var ógvuliga sigandi, sum hann tók til. Kýpros hevur verið í tvíningum síðani 1974, tá Turkaland hersetti tann norðara partin av oynni. Altjóða samfelagið viðurkennir bara ta grikskkýprisku stjórnina í Nicosia, og tann grikski parturin av oynni er eisini limur í ES. Turkaland hevur 35.000 hermenn í norðaru helvt av oynni, og landið hevur fingið boð frá ES um at skerja hermannatalið, áðrenn talan verður um nakrar samráðingar um ES- limaskap. Brutu hol á múrin Í morgin eru 50 ár, síðani Osama bin Laden varð borin í heim. - Er hann á lívi, kann hann halda dagin, men talan verður ikki um nakra stór­ fingna veitslu við víni og kaviar, sigur pakistanski blað­stjórin, Rahimullah Yusu­fzai, sum hevur kent bin Laden í mong ár og hitt hann fleiri ferðir. - Eg haldi, at hann er á lívi framvegis, og tað er í veruleikanum ófatiligt, tá vit hugsa um, hvussu mong hava roynt at fáa fatur á honum, sigur pakistanski blaðstjórin. Sjálvur heldur hann, at bin Laden er í Pakistan ella í Afghanistan, men at tað er ikki óhugsandi, at hann er onkra aðrastaðni. USA hevur lovað 25 mió. dollarar í finningarløn, verður Osama bin Laden funnin deyður ella livandi, men tað hevur ikki fingið nakran at avdúka, hvar hann fjalir seg. Summi halda, at hann fjalir seg onkunstaðni í Tora Bora-fjøllunum í Afgh­ anistan, onnur halda, at hann er í teimum pakistonsku fjøll­ unum, meðan uppaftur onnur halda, at hann er í Jemen ella í Mekka í Saudiarabia. Altjóða yvirgangs­ser­ frøðingar eru á einum máli um, at Osama bin Laden er ikki leiðari í al-Qaeda longur, og at hann hevur einki samband við teir, sum nú fyrireika ella fremja atsóknir. - Men hann hevur fram­ vegis týdning sum maðurin, ið stovnaði al-Qaeda, og mong hava stóra virðing fyri honum, tí hann valdi heilagt kríggj fram um ríkidømi, sigur Rahimullah Yusufzai, blaðstjóri. Fyllir 50 í morgin Osama bin Laden. Í morgin, leygardagin, fyllir hann 50