fríggjadagur 9. mars 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 49 • 9. - 22. februar 2007
Vikuskifti
22
Tinghellan
Vandin fyri monopolisering
er altíð til staðar um ein
ella tveir bankar fáa ov fast
tak á marknaðinum, og
tað er støðan, uttan mun
til hvør ið eigur bankan.
Útlendingar eru ikki verri
enn onnur fólk
Ikki var ætlanin at gera stórt
meira við hetta málið um einskilj
ingina av Føroya Banka, tí sum eg
skilji er hetta eitt »fait accompli«
– eitt avgjørt mál. Men eg
kann kortini ikki lata tað standa
ósvarað, at tað skuldi verið
heimsmet, um ein fremmandur
banki fekk helvtina av føroyska
fíggingarmarknaðinum.
Í fyrsta lagi eigur Føroya
banki ikki helvtina av føroyska
fíggingarmarknaðinum longur,
men onkustaðni millum 30 og 40
prosent av marknaðinum.
Í øðrum lagi var eg so hepp
in, at ein lesari gjørdi meg
varugan við, at í Estlandi eigur
ein einstakur svenskur banki
50 prosent av øllum innláns
og útlánsmarknaðinum. Hetta
kannaði eg uttan hóvasták á
internetinum, og tá kom eg eftir,
at útlendskir banka sita á einki
minni enn 90 prosentum av øllum
fíggjarmarknaðinum í Eystlandi,
Litava, Ungarn og Slovakia. Ikki
smáting.
Í Eysturevropa eiga útlendsk
ir bankapengar samanlagt 60
prosent av fíggjarmarknaði
num, og í Suðuramerika er
útlendski marknaðarparturin
eins stórur. Í Mexico eru 70
prosent av bankavirkseminum á
fremmandum hondum, í Kili 60
prosent, og í Argentina og Peru
er útlendski ognarparturin um 55
prosent.
So í fyrsta lagi hevði ein út
lendskur keypari í Føroya banka
bara fingið millum 30 og 40
prosent av føroyska marknað
inum. Í øðrum lagi var hetta langt
frá heimsmet.
Ikki nóg mikið við tí. Rætti
spurningurin at seta er heldur
hesin – hvør skuldi ólukkan verið
av tí, at ein útlendskur banki
hevði 30 ella 40 prosent av
føroyska fíggjarmarknaðinum? Ein
banki, sum ikki hevði havt tilknýti
til politiska maskinaríið og ongi
familjubond ella vinarbond hevði
til nakra fyritøku í landinum? Hvør
skuldi ólukkan verið?
Hvør skuldi ólukkan verið av at
ein útlendskur banki við sterkum
kapitali í rygginum og breiðum
herðum at bera váðan við, hevði
stóran marknaðarpart í landinum?
Eitt bankasamtak við stórum og
framkomnum deildum til pro
duktmenning og aðrar service-
funksjónir? Ein stór útlendsk
vinnueind, sum fer at gera sítt til
at taka føroyingar út í heimin og
tekur heimin til Føroya?
Ongan útlending á okkara liber
ala marknað
Men í samrøðunum við pol
itikararnar í Sosialinum, er tað
ræðandi at síggja slóðina aftur til
samfelagskorruptiva hugburðin
frá áttatiárunum. Tveir politikarar
leggja málið soleiðis fram, at teir
vilja hava bankasøluna framda á
hendan hátt, fyri at føroyingar all
ir skulu fáa eins góðan møguleika
at fáa ein bita burturav.
“Føroyingar allir” ella “Føroya
fólk” fær bara ágóðan á ein hátt
– og tað er um mest møguligt
fæst fyri bankan í fríari sølu.
Men, verður bankin seldur eftir
galdandi leiti, fáa nakrir privatir
kapitalsterkir føroyskir grunnar
ein møguleika at skora upphæddir
í fleirfalda miljónklassanum,
meðan ein vælbjálvað miðalstætt
við pengum á kistubotninum
fær hinar vælkendu silvur
pengarnar fyri at verða eið
svorin. Fyri at vera tigandi
Eru útlendskir bankar fa
Tinghella
Hermann
Oskarsson
Ein óheftur banki...
Hvør skuldi ólukkan verið av tí, at ein útlendskur
banki hevði 30 ella 40 prosent av føroyska fíggj
armarknaðinum? Ein banki, sum ikki hevði havt tilknýti
til politiska maskinaríið og ongi familjubond ella
vinarbond hevði til nakra fyritøku í landinum? Hvør
skuldi ólukkan verið?
Taka føroyingar út í heim...
Hvør skuldi ólukkan verið av at ein útlendskur banki við sterkum
kapitali í rygginum og breiðum herðum at bera váðan við, hevði
stóran marknaðarpart í landinum? Eitt bankasamtak við stórum og
framkomnum deildum til produktmenning og aðrar service-funksjónir?
Ein stór útlendsk vinnueind, sum fer at gera sítt til at taka føroyingar út
í heimin og tekur heimin til Føroya?