Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-09, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 49 - 9. mars 2007 tíðindi Bellamy Brothers ánaðu ikki, at tað var nakað sum æt Føroyar. Heilt av tilvild, tá ið teir spældu í Danmark, vórðu teir bjóðaðir til Føroya, og líka síðani tá, hava teir fegnir viljað komið aftur. Og í ár verður tað so, tá ið teir mitt í septembur skulu spæla ávíkavist í Tórshavn og á Tvøroyri Stjørnuvitjan Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo – Veðrið var løgi. Tað regn­ aði, kavaði, var nógvur vind­ur, var nógv sól og so brádliga var stilli, tá ið vit koyrdu frá flogvøllinum. Orðini eigur Howard Bella­my, ið er ein av tiltiknu Bellamy Brothers. Hann minnist aftur á sína fyrstu ferð í Føroyum. Og serliga minnist hann aftur á okkara rættiliga tiltikna veður. Hóast hann frammanundan ferðini til Føroya hevði fingið at vita, at tað kundu verða allar árstíðirnar í einum degi, vildi hann ikki ordiliga trúgva tí, men nú tá ið hann hevur fingið sjón fyri søgn, fer hann avgjørt at pakka kuffertið eftir um­støðunum. Men tað er ikki sum ferða­ fólk, at Bellamy Brothers vitja landið í septembur. Teir skulu hava tvær konsertir, eina í Tórshavn og eina á Tvøroyri, og spurdir um, hvat ein kann vænta av konsertini, siga teir avgjørdir, at tað fer at verða ein fjølbroytt konsert. – Vit hava eina langa yrkisleið og nógvar fløgur aftanfyri okkum, so vit hava nógv tilfar at velja burturúr. So ein kann vænta alt frá popp til country til gospel tónleik. Sjálvandi verða okkara heilt stóru hitt eisini á skránni, sigur Howard Bellamy. Hava verðsins besta arbeiði Bellamy Brothers hava verið til í nógv ár eftir­ hondini. Teir byrjaðu seint í 60unum, og teir eru enn so aktivir, at teir júst eru farnir undir enn eina konsertferð kring heimin. Tað er í hes­ um sambandi, at teir koma til Føroya. – Vit hava hetta viku­skift­ ið verið í Karibia. Har var deiliga heitt. Í næstum fara við á ferð kring USA, so koma vit til Evropa, og tað er tá, at vit koma aftur til Føroya, sigur Howard Bellamy. Spurdir um teir ikki skjótt eru troyttir av at liva í einum kufferti, siga teir avgjørt nei. – Okkara tónleikur hevur givið okkum meira, enn vit nakrantíð høvdu kunnað ímyndað okkum. Vit hava verið allastaðni í verðini, og vit hava upplivað so nógv, at vit hava avgjørt heimsins besta starv. Ein skuldi í øllum førum verið svakur, um ein bara helt uppat at spæla, og fekk sær eitt vanligt arbeiði. Tað ætla vit okkum í øllum førum ikki at gera, so um Guð vil, so steðga vit ikki í bræði, sigur Howard Bellamy. Størsta løtan í útvarpinum Tá ið ein hevur havt so langa yrkisleið, og verið við til so nógv, sum Bellamy Brothers hava, so má tað avgjørt verða onkur løta, ið hevur serligan týdning fyri brøðurnar. Og hóast Howard heldur, at tað er torført at velja burturúr so nógvum góðum og gevandi løtum, so kann hann ikki lata verða við at hugsa um fyrstu ferð, hann hoyrdi eitt lag hjá sær í útvarpinum. – Eg og pápabeiggi mín rótaðu í einum gomlum bili, ið eg júst hevði keypt mær. Vit vóru heima á okk­ ara bóndagarði í Florida, og so spældi útvarpið Let Your Love Flow. Ta løtuna gloymi eg ongantíð aftur. Eg visti ikki, hvat fyri beini eg skuldi standa á, so glað­ ur var eg. Eg arbeidd i í hvussu so er ikki meira upp á handan gamlan skrambl­ uta bilin, minnist Howard aftur á og flennur. Uppvaksnir við gospel Næsta fløgan, ið kemur út við Bellamy Brothers, verður ein gospel fløga. Og hetta er ikki heilt av tilvild, tí Bellamy Brothers byrjaðu longu sum heilt lítlir at syngja og spæla í kirkjuni. – Tað er har vit koma frá tónleikaliga. Sum heilt lítlir stóðu vit frammanfyri fólk­ um í kirkjuni og sungu og spældu gamlar gospel klass­ ikarar. Hesar sangir hava tískil altíð ligið okkum sera nær at hjartanum, men vit hava ongantíð upptikið eina gospel fløgu fyrr, so nú hildu vit, at tað var upp á tíðina, sigur Howard Bella­ my. Hóast tað eru teir góðu gomlu klassikarirnir, ið Bellamy Brothers dáma best, so er nýggja fløgan ikki fylt við gomlum sang­ um men við spildur nýggj­ um løgum, ið Howard sjálv­ ur hevur skrivað tað mesta av. – Vit halda sjálvir at nýggja fløgan er fylt við spennandi nýggjum gospel tilfarið. Hetta er ikki van­ ligt gospel tilfar við stórum kóri, men okkara egni máti at gera tað upp á, sigur Howard Bellamy. Nýggja fløgan kemur út í summar og hevur enn ikki fingið nakað navn. Hin Bella­my beiggin eitur David. Bellamy Brothers gleða seg at koma til Føroya Frá vinstru eru tað beiggjarnir Howard og David Bellamy, ið gleða seg at koma aftur til Føroya í septembur Leygarkvøldið fer Havnar Sjón­leik­ ara­­felag at frum­ fram­sýna leikin Survivors, ið er um nøkur starvsfólk, sum arbeiðsgevarar senda út á eina fjarskotna oyggj í Føroyum á yvirlivilsisskeið. Men leiðararnir tey hava við eru so veikir, at brádliga myndar happing, desperatión og óndskapur dagsskránna Sjónleikur Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Tað gongur hart fyri seg í hesum døgum í Sjón­leik­ arahúsinum í Havn. Har er happing, ið fer ov langt á skránni, og øll eru óð við hvønn annan. Nei, tey eru ikki farin at klandrast í felagnum. Hinuvegin er Havnar Sjónleikarafelag í holtur við at leggja seinastu hondina á ein danskan sjón­ leik, ið Kamma Andersen hev­ur skrivað. Leikurin er rættiliga ókendur, og eitur Survivors. Tað er Egi Dam, ið leikstjórnar, og hann metir, at hetta er ein rætti­ liga spennandi sjónleikur. – Hóast sjónleikurin er rættiliga ókendur, so valdu vit at fara í holtur við hann, tí vit mettu, at hann hevði góðar leiklutir, og var rættiliga spennandi at fáast við. Eisini er evnið aktuelt, og vit kunnu øll læra av spurninginum um, hví happing tekur yvir sjálvt millum vaksin fólk, sigur Egi Dam. Leikurin er áhugaleikur, og tað eru sjey leikarar við. Føroyskt Robinson Sjangran í leikinum er realisma, og líkist leikurin ikki sørt tiltiknu Robinson sendingini á donsku sjón­ varpsrásini Tv3, hóast tað eru nøkur frávik. Vit eru stødd á einari fjarskotnari føroyskari oyggj, har arbeiðsgevarar hava sent s í n i s t a r v s f ó l k á yvirlivilsisskeið. – Starvsfólkini eru send á leiðsluskeið, men hava tveir vánaligar leiðarar, ið ikki duga, at hava tamar­ hald á støðuni. Brádliga hendur eitt óhapp. Skeið­lut­ takarnir eru í óvandum um­støðum, og skulu fáast við eina rættiliga ógvusliga hending. Tey gerast meira desperat sum leikurin gong­ ur, og burturúr koma nógvar áhugaverdar og spennandi løtur, sigur Egi Dam. Tey sum hug at síggja leikin, kunnu leita sær í Sjón­leikarhúsið leygar­ kvøldið. Leikurin er í einari akt og er umleið ein tíma til longdar. Á yvirlivilsisskeið í Sjónleikarahúsinum Her er Havnar Sjónleikarafelag í holtur við at venja Surviors, ið er leikur um eitt yvirlivilsisskeið á einari fjarskotnari oyggj Mynd: Martin Sirkovsky