Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-09, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 49 - 9. mars 2007 Söólalurin LÝSINGAR 29 NORÐOYA SPARIKASSI Kundaráðgevarar - til deild okkara í Saltangará Okkum tørvar nýggjar starvsfelagar til nýggju deild okkara í Saltangará, sum lat upp 14. september í fjør. Lyklaorðið í gerandisdegnum er samskifti við verandi og nýggjar kundar, har tú — saman við kundanum — finnur tað bestu loysnina fyri kundan. Í gerandisdegnum gerst tú partur av einum jaligum toymi í einari fyritaki í stöðugum vakstri, har stórur dentur verður lagdur á menning, úrslit og trivna. Er hetta nakað fyri teg, ert tú jaligur av lyndi, hevur góð samstarvsevni, humor, lætt við at tosa og samskifta við fólk, gott sjálvsálit og persónliga útstráling eins og tær dámar at arbeiða sjálv- stöðugt og við stöðugt nýggjum avbjóðingum, er Norðoya Sparikassi kanska júst arbeiðsplássið fyri teg... Ad Meiri at vita? Tu ert vælkomin at støkka inn á gólvið, ringja ella senda okkum ein teldupost, er eitthvørt, tú hevur hug at spyrja um. Spyr eftir Eyðuni Nolsge starvsfólkaleiðari Beinleiðis telefon nr. 475072 Fartelefon nr. 775072 Teldupostbústaður: eydunnDns.fo Vit gleða okkum til tína umsókn, sum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 30. mars 2007, og sum annars skal sendast til: Norðoya Sparikassi Postboks 149 FO-710 Klaksvík Att: Eyðun Nolsge, starvsfólkaleiðari Tey, sum longu hava sent okkum umsókn, nýtast ikki senda hesa einaferð enn. - umsóknarfreistin er 30. mars 2007 Norðoya Sparikassi —Ósavegur1 — Postboks 149 FO-710Klaksvík Tel.475000 Fax476000 —ns(æns.fo www.ns.fo