fríggjadagur 9. mars 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 49 - 9. mars 2007
tíðindi
Rumblið í sambandi
við kvinnutiltakið
er eitt tekin um lív
og engagement, og
at vit flyta okkum,
segði advokaturin og
feministurin Turið
Debes Hentze, sum
varð kosin 8. mars
kvinnan
8. mars
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Vinnarin av kappingini um
at gerast ársins 8. mars
kvinna, var ikki sjálv til
staðar í gjár, tá blaðið
Kvinna avdúkaði úrslitið av
atkvøðugreiðsluni. Kortini
trein smílandi andlit
hennara fram á øllum
t e i m u m
f ý r a
stórskýggjunum í salinum,
og slapp hon soleiðis at
flyta fram eina lítla
takkarrøðu yvir Skype.
- Rumblið sum hevur
verið í sambandi við hetta
tiltakið er eitt tekin um tað
tronga rásarúmið, sum vit
kvinnur liva undir. Tað er
eitt tekin um, at tá onkur
flytur seg, so hendir okkurt.
Tí er rumbul eitt gott tekin
um lív og engagement og
betur enn at verða
burturgloymd og burturtagd,
segði Turið Debes Hentze,
advokatur.
Eisini segði hon, at
ráðstevnan um kvinnur og
javnstøðu
við
650
luttakarum var eitt flott
tiltak.
- Vit kunnu fegnast um
tiltakið og er tað avgjørt eitt
tekin um, at okkurt er um at
henda her á landi, segði
Turið Debes Hentze millum
annað, tá hon varð heiðrað
á 8. mars tiltakinum á Hotel
Føroyum
Grundgevingin
Innstillað til heiðurin
vóru 266b bindiklubbin,
Annita á Fríðriksmørk,
Laila Solmunde, Marjun
Bæk og Turið Debes
Hentze.
Í grundgevingini fyri at
innstilla Turið Debes
Hentze stóð soleiðis:
-
Advokaturin
og
feministurin við tí greiðu
almennu røddini er útnevnd
fyri sítt stóra íkast til
javnstøðuarbeiðið
í
Føroyum.
Turið Debes Hentze er
ímyndin av eini sterkari
føroyskari kvinnu, sum við
professionalismu
og
persónligum engagementi
altíð er tilreiðar at blanda
seg í almenna orðaskiftið.
Tá hon tekur orðið í
javnstøðukjaki, sker hon
inn á bein og avlívar
stereotypar lýsingar av,
hvussu kvinnur eru ella
”eiga at vera”.
Nøkur ár eru liðin, síðani
hon arbeiddi sum forkvinna
í Javnstøðunevndini. Men
líka síðani hevur hon verið
ein autoritetur innan
javnstøðuarbeiði og hevur
spælt og spælir enn ein
s t ó r a n
l e i k l u t
í
javnstøðuarbeiðinum í
Føroyum.
www.almannastovan.fo
K R E A . F O . TEL 47 80 80
Setanar- og lønarviðurskifti
Eru sambært Fíggjarmála-
ráðið og Starvsmannafelagið.
Meiri fæst at vita um starvið
við at venda sær til Rúna
Rasmussen, deildarleiðara,
á telefon 35 35 70.
Umsóknir
Sendið umsókn við avriti av
prógvum o.ø. til:
Almannastovuna
Smyrilsvegur 20
Postsmoga 3096
110 Tórshavn.
í seinasta lagi mánadagin
26. mars 2007 kl. 12.00.
• Taka avgerðir í ávísum
málum
• Loysa aðrar fyrifallandi
uppgávur.
Vit kunnu bjóða
Eitt starv í einum spennandi
umhvørvi í støðugari menn-
ing við nógvum og fjøl-
broyttum avbjóðingum, har
møguleiki er fyri persón-
ligari og fakligari menning.
Førleikakrøv
• Skrivstovuútbúgving,
merkonom, HH ella
onnur viðkomandi
útbúgving og royndir
• Góður kunnleiki til KT
• Góður málsligur førleiki
Á økisdeildini í Havn er eitt
starv leyst at søkja.
Arbeiðs- og ábyrgdarøkið
hjá deildini er at ráðgeva og
vegleiða borgarum um rætt-
indi og skyldur viðvíkjandi
almannaspurningum, at seta
í verk fyriskipanir sambært
almannalóggávuni og í ser-
ligum førum vísa áheitanum
til serdeildir á stovninum.
Arbeiðsuppgávurnar hjá
málsviðgerunum eru hesar
• Vegleiða borgarum um
rættindi og skyldur
• Útrokna og ávísa veitingar
• Skriva játtanarskriv
• Journalisering
• Taka ímóti viðskiftafólki
og taka telefonina
Málsviðgeri til Almannastovuna
Brynhild Thomsen, journalistur og feministur, hevði sminkað sær æðraknútarnar til dagsins uppgávu: at vera vertinna á kvinnudegnum.
Brynhild dugur sum fáur at siga tað, og helt eitt framúrskarandi upplegg um kvinnuleiklutin í dag. Eitt nú skýrdi hon felagsskapin Demokratia fyri Fikublaðið hjá mannliga landsstýrinum.
Í innlegginum vísti hon á, at ovurnýtslan av kallkynsforminum er ekskluderandi málburður, tí kallkynið er normurin, meðan kvennkynið er hitt kynið.
Eisini talaði hon um frálæruna í fólkaskúlanum, har bæði gentur og dreingir bert læra søguna um menn, og lesa søgur um menn.
- Kvinnurnar eru sóttreinsaðar úr søguni og málburðinum. Um kvinnuavrikini verða nevnd, so verða tey rópt kvinnubókmentir, kvinnulist og kvinnusøga. Hetta avskeplar og ekskluderar
kvinnurnar, segði Brynhild Thomsen, sum retoriskt spurdi, hvat hetta mann gera við samleikan hjá gentum.
Eitt hugtak, sum Brynhild fleiri ferðir nevndi, var orðið kynsbrillur.
- Sum støðan er í dag, hava vit ein blindan vinkul í útsýninum, og tí skulu kynsbrillurnar altíð sita á næsunum, so vit fáa víðvinkulin á, segði Brynhild.
Til endans í innleggi hennara gjørdi hon gjøldur burturúr politisku skipanini, og heitti staðiliga á politisku flokkarnar um at pussa rustaðu floksaparatini, og kanska eisini at brúka orku til at
førleikamenna nakrar av mannligu politikarunum, sum ikki altíð eru teir hvassastu knívarnir í skuffuni.
- Og skiftið so einar tríggjar av teimum mest lendahoknu landsstýrismonnunum út, var áheitan hennara.
Turið Debes Hentze
kosin 8. mars kvinnan