Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-09, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 49 - 9. mars 2007 27 tíðindi ttrekk Donsk/norska Benja Stig Fagerland talaði um drúgvu og væleydnaðu royndir sínar við at fáa kvinnur við í nevndir og leiðslur í Norra. Hon stóð á odda fyri stórari verkætlan á privata norska arbeiðsmarknaðinum frá 2002-2005, har norska arbeiðsgevarafelagið, NHO, gav henni møguleika at fremja verkætlanina Female Future í verki. Tá reyk kvinnuliga umboðanin í nevndunum úr seks prosentum upp um tey 20. Europeiski vinnufelagsskapurin UNICE útnevndi Female Future at vera besta europeiska javnstøðuverkætlan, og ST gav Female Future heitið Best Practice. Stórtingið lat Fagerland Pippi-prísin fyri at hava brotið mannligu eindarmentanina á vinnulívstindunum. Jóna Olsen við 15 ára gomlu dóttrini Katrin Johannessen. Katrin hevði tikið frí frá arbeiði á Kósini, so hon slapp á kvinnutiltak í dag. Helst yngsti luttakari av teimum 650. Karin Margreta Larsen, Dagunn Clementsen, Eydna í Homrum, Guðrun B. Beck og Karin Andreassen hugna sær í steðginum. Tær vóna, at fleiri fólk fara at rópa seg feministar framyvir, og at fleiri kvinnur verða valdar inn næsta val. Tær fýra Gunnvá Zakariassen, Sólvá Vang, Annika Joensen og Elsa Torkilshøj søgdu, at hetta er ein kick-start til eina broyting á javnstøðuøkinum í Føroyum. - Her verður skrivað søga í dag, søgdu tær.