fríggjadagur 9. mars 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 tíðindi
Nr. 49 - 9. mars 2007
Einir fimmhundrað
føroyskir nýfeminist
ar vórðu óivað floyg
dir á Hotel Føroyum
í gjár. 8. mars tiltakið
var merkt av góðum
hýri, mati, tónleiki
og fyrilestrum, og
samanumtikið vóru
fólk se ra nøgd.
8. mars
Rigmor Dam
Rigmor@sosialurin.fo
Myndir: Jens kr. Vang og
Rigmor Dam
Ein litføgur Brynhild
Thomsen var orðstýrari á
størsta kvinnutiltakinum
av sínum slag nakrantíð.
Jóannes Eidesgaard, løg
maður, setti stevnuna, og
fyrilestrahaldarar vóru
Eyðgunn Samuelsen frá
Demo kratia, sum talaði
um kvinnur í politikki.
Elisabeth Møller Jensen
viðgjørdi evnið: Javnstøða,
ein samfelagsuppgáva!
Nógv høvdu sæð fram
til at hoyra Benju Stig Fag
erland, og roynir hennara
við verkætlanini Female
Future, og ikki vórðu fólk
vónbrotin. Lena L. Mohr
staðfesti og grundgav fyri,
at vit hava ikki javnstøðu í
Føroyum, og stuttliga
endabrestin stóð Trine
Gregorius journalistur
fyri. Greiði og ikki minst
viðkomandi boðskapur
hennara var: Vit skulu taka
ábyrgd fyri egnum lívi, og
ikki lata onnur fólk seta
dagsskránna.
Nýggjur portalur
Nógvar kanningar vísa, at
mannligir leiðarar vilja
hava kvinnur í leiðsluna,
men at torført er at finna
r ø t t u
k v i n n u r n a r.
Aðrastaðni er vanligt við
databasum yvir skikkaðar
kvinnur, og á ráðstevnuni
varð ein tílíkur portalur
avdúkaður: www.kveik.fo.
Tær tríggjar, Bjørt
Samuelsen, Gunnvør Bal
le og Jeanette Joensen
hava tikið stig til portalin,
har til ber hjá kvinnum at
skráseta seg við fakligum
førleikum, royndum og
áhugamálum. Stigtakarar
nir siga, at á Kveik.fo,
sum letur upp 10. apríl,
verður lætt at finna
skikkaðar kvinnur til
fjølbroyttar uppgávur –
tað verið seg til nevndar
sessir, netverk, størv,
álitisstørv og annað.
Eitt ordans feminist
Lena L. Mohr, blaðstjórin á Kvinnu, og Elisabeth Møller Jensen, stjóri í KVINFO.
Lena L. Mohr var nøgd við tiltakið og takksom fyri, at so nógv fólk møttu upp.
Elisabeth Møller Jensen, hevur arbeitt við kynsgransking og javnstøðu í mong ár. Hon greiddi frá, hvussu tær í Danmark ítøkiliga vaktu durvandi donsku kvinnurøsluna til lívs aftur eftir sløvu áttatiárini. Eitt
nú settu tær á stovn Kvindeligt Selskab, og var úrslitið eitt tiltrongt ættarliðsskifti í kvinnurørsluni. Hon hevði eina ørgrynnu av hugskotum til, hvussu vit kunnu bøta um ójavnan her á landi.
Tríggir gamlir reyðsokkar, Marianna Norðoy, Laura Joensen og Solveig Sørensen. Tær hava
mangan verið mitt í rokanum til bæði kravgongur og happenings í sjeyti og áttatiárunum. Tær
vóru sera nøgdar við tiltakið, og vístu á, at tá tær vóru í vælmaktini, vóru tað meira kenslurnar
og aggressiónirnar sum stýrdu. Nú fer eitt tiltrongt ættarliðsskifti fram, hildu tær.