Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-09, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 49 • 9. - 22. februar 2007 Vikuskifti 24 átrúnaður „Hvør er sum Harrin, vár Guð, hann, ið situr so høgt, hann, ið sær so djúpt á himni og á jørð?“ Sálmi 113,5-6 Gud sær djúpt Eingin er yvir Gudi, hann er hin Hægsti! Hann hevur altíð verið, er og verður altíð. Hann skapti – uttan ráðgeving ella hjálp – alheimin. Hann skapti himmal og jørð og menniskjað – ja, alt! Hann situr høgt í Himli sínum. Tí tilbiðja og æra vit hann! Vit geva honum tann heiður, ið tilkemur skapara og Gudi okkara. Men hesin sami Gud sær eisini djúpari enn nakað menniskja! Einki – hvørki í himli ella á jørð – kann fjala seg fyri eyga hansara. Men heldur eingin liggur so lágt, at hann ikki sær og kann bjarga! Hesin útrætti armurin hjá Gudi er Jesus Kristus! Hann sum var í faðirs síns dýrd, men frásegði sær hana og setti seg sjálvan óendaliga lágt, so at hann enntá doyði ein vanvirðisligan deyða á einum krossi sum heimsins størsti brotsmaður – í okk­ara stað! Hvussu lágt vit tí liggja, so fór hann nógv lægri enn vit fyri at taka alt okkara á seg, so hann kann fara undir okkum og bera okkum. Honum nýtist ikki at taka sær av okkum „smákyktum“. Men hann ger tað, tí hann elskar okkum óendaliga nógv. Hann, sum er yvir øllum, setur okkum framum alt. Lovaður veri hin Hægsti fyri tað – nú og um ævir! orðið Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Hesa vikuna: Øssur Kjølbro, Klaksvík Seinastu fimm árini hava sangglaðir suður­oy­ingar sungið við í Suður­oyar­ kórinum. Tey byrjaðu við 15 sang­ arum. Í dag eru tey 35 í tali. Suðuroy: Týskvøldið 5. februar 2002 hittust 15 sangglað fólk í samkomuhúsinum Betania í Porkeri. Endamálið var at stovna eitt kór, sum síðani fekk navnið Suðuroyarkórið. Minni enn tveir mánaðir seinni høvdu fólk møguleika at hoyra Suðuroyarkórið á fyrsta sinni, í samband við eitt møti skíriskvøld í Bethel í Vági. Við hetta møtið luttóku Susan og Øssur Berghamar. Nøkur fá kvøld seinni fingu fólk aftur høvið at hoyra kórið syngja, hesa ferðina við sam­ felagsmøtini í Hvalba hesi páskini. 35 fólk Síðani stovnanina í 2002 hevur kórið sungið nógv til møtir í Suðuroynni, men hevur eisini verið nakrar túrar norðanfyri og sungið – m.a. í Eysturoynni og á Streymoynni. At tað nú vóru liðin fimm ár síðani kórið varð stovnað, varð sjálvandi markerað. Hetta hendi við eitt sangtiltak, júst í Bethel í Vági leygarkvøldið 17. februar. Á hesum møtinum, har væl av fólki møttu upp, talaði Jens Bech av Skála. Kórleiðarin, John í Skemm­ uni úr Porkeri upplýsir fyri Sosialinum, at tey vanliga eru eini 30 í tali, tá tey eru úti og syngja. – Um øll møta upp, eru vit 35 fólk í kórinum, sigur hann. Kórið venur hvørt mánakvøld kl. 19.30, og skifta venjingarnar millum Vitnið í Hvalba og Bethel í Vági. Sangararnir koma úr allari oynni og eru tey í øllum aldrum. Kórlimir úr allari oynni Suðuroyarkórið hevur sangarar úr allari oynni Á Strondum eru ætlanir um at byggja eitt nýtt missiónshús ístaðin fyri tað gamla frá 1936. Strendur: – Tá størri tiltøk verða fyriskipað, mugu vit læna fimleikarhøllina at rúma øllum fólkunum, sigur Sverri Kass, formaður í stýrinum. Júst hetta sama er neyðugt at gera hetta vikuskiftið, nú missiónsvika hjá Heima­missi­ ónini verður hildin í bygdini. Møtini byrjaðu týskvøldið í missiónshúsinum, men halda so fram um vikuskiftið í fimleikarhøllini. Nevnast kann, at savnað verður inn til nýggja missiónshúsið á møtunum. Soleiðis fer at verða gjørt nøkur ár aftrat, inntil eitt nýtt missiónshús stendur liðugt. Einki áramál ella krónutal er enn sett á ætlanina. Stórur tørvur Í nøkur ár hevur verið tosað um eitt nýtt missiónshús. Sambært blaðnum Trúboðin er arbeiðið komið so mikið langt, at tekningarnar til húsið eru gjørdar. Ætlanin er at byggja nýggja missiónshúsið á ein­um øki beint við kommunu­ skrivstovuna í bygdini. Missiónshúsið verður einar 700 fermetrar til støddar, og verður innrættað til tørvin í dag og við øllum nýmótans hentleikum. – Tað er kostnaðarmikið at byggja eitt slíkt hús, og tí má alt hugsast væl ígjøgnum, áðrenn vit fara í gongd, sigur Sverri Kass. Tørvurin á einum nýggjum missiónshúsi er haraftrat vorðin størri, nú líkindi eru til at bygdin fer at vaksa. – Vit mugu verða klár til Nýtt missiónshús til framtíðina Tíðliga upp at biðja Oasan: - Tað er frálíkt at fara upp um morgunin og vera saman við brennandi fólki – og bara søkja Gud, sigur Trygvi Dam úr Ungdómsbólkinum í Hoyvík. Í samkomuni verður skipað soleiðis fyri, at tey hava morgun­ bøn tvær ferðir um vikuna – týs­ dag og hósdag frá kl. 7 til 7:30. Sambært Trygva gevur hetta nakað til dagin, bæði andaliga og tímiliga. Hetta sæst ikki minst aftur í sambandi við ung­ dómsarbeiðið, sum er í vøkstri. - Vit uppliva veruliga at Gud vælsignar. Tí ynskja vit sum samkoma at standa saman í øllum, bæði ung og gomul, sigur Trygvi Dam. Skal samskipa arbeiðið í KFUM&K Klaksvík: Í hesum døgum leitar nevndin í KFUM&K eftir einum fólki, ið skal virka sum samskipari hjá felags­ skapinum. Arbeiðið fevnir um vanligt skri­v­stovuarbeiði og at sam­skipa øll tey mongu tiltøkini, sum fara fram í stóra húsinum. Í KFUM&K finst ein felags­ skap­ur, har dentur verður lagdur á opinleika, hjálpsemi og málrættað arbeiði. Starvið skal setast skjótast gjørligt. Talan er um eitt starv við 20 tímum um vikuna. 300 mió trúgvandi í Kina Kristindómur: Ein nýggj kanning vísir, at tað helst finnast tríggjar ferðir so nógv kristin í landinum enn áður mett. Í kanningini hevur ein tosað við 4500 fólk og her vísir tað seg, at talið av kristnum er økt munandi tey seinastu árini. Bert í fjør vaks talið á kristnum við 40 mió. Kanningin vísir eisini, at tað eru vorðin 200 mió fleiri trúgv­andi buddhistar, taoistar og viðhaldsfólk hjá øðrum átrúnaðarligum rørslum. Gamla missiónshúsið á Strondum hevur verið í tænastu í 71 ár. Nú verður arbeitt við einum nýggjum húsi Mynd: trubodin.fo