Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-09, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2007síða 34

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 49 - 9. mars 2007 35 tíðindi SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo ­­– Hesin dysturin hevur alt at siga. Nú hava vit spælt knald eller fald dystir í fleiri vikur á rað, so nú skulu vit ikki missa alt á málstrikuni. Hjalti M. Jacobsen, Kyndil ítróttur Stjørnan er stór­ favorittur Fyrru hálvfinurnar í Sun­set-kappingini hjá kvinnum vera á skránni leygardagin, og í aðrari hálvfinaluni tekur StÍF ímóti Stjørnuni. Stjørnan vann grundspælið, meðan StÍF endaði á fjórða plássi, tí má Stjørnan metast at vera stórfavorittur at vinna dystin. Gongdin hjá Stjørnuni hevur eisini verið sera góð síðstu dystirnar, og tær hava mest sum skúgvað alla mót­støðu til viks í bestu kvinnu­deildini. StÍF hevur eisini fingið fleiri góð úrslit í seinastuni, men tað man vera ivasamt, um tær hava nakran møguleika at spæla seg í finaluni ímóti einum vælleikandi stjørnuliði. Einki er tó at ivast í, at StÍF fer at kempa fyri møguleikanum. Sigur er krav hja KÍF Sunnudagin verður ein dystur í bestu mansdeildini í hondbólti í Kollafirði, har KÍF tekur ímóti H71. Undan dystinum liggur KÍF á fjórða plássi, meðan H71 liggur aftast. Sjálvt um kollfirðingarnir eru at finna á fjórða plássi, so hava teir alt at spæla fyri ímóti hoyvíkingum. KÍF hevur nevniliga enn ein lítlan møguleika at koma í finaluna, men so skal dysturin ímóti H71 eisini vinnast. H71 hevur í sínum lag ikki tað heilt stóra at spæla um, men teir ætla sær uttan iva at geva KÍF harða mótstøðu. Vinnur VÍF dystin ímóti Neistanum í Atlantic Airways kappingini hjá monnum leygardagin, so eru teir klárir at spæla finalu um meistaraheitið seinni í mánaðinum UPPTAKT Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo At kalla alt kappingarárið hevur VÍF verið væl betri enn hini liðini. Eftir eina heldur trilvandi byrjan í heyst komu teir so við og við fyri seg, og í stórum pørtum av kappingini hava teir ikki verið til at steðga. Síðstu dystirnar hevur tó ikki gingið so væl hjá sigurs­vanda felagnum úr Vest­manna, og hetta hevur ført við sær, at fleiri feløg nú liggja í hølunum á teimum. Eitt er tó sikkurt fyri VÍF. Vinna teir dystin ímóti Neist­anum leygardagin, so eru teir klárir til finaluna um meistaraheitið. Neistin úti av heiðurs­ merkjastríðnum Síðsta vikuskiftið spældi Neistin ein sera týdningar­ miklan dyst ímóti strand­ ing­um. Um teir skuldu varð­veita møguleikarnar at vinna heiðursmerkir, so skuldi hesin dysturin vinn­ ast. StÍF vann tó dystin, so Neistin hevur í roynd og veru ikki tað stóra at spæla fyri ímóti VÍF. Teir hava tó fingið fleiri góð úrslit ímóti vestmenningum í ár, so teir fara helst at royna at fáa enn eitt gott úrslit leygardagin. VÍF á finalukós VÍF hevur verið heldur svingandi síðstu dystirnar, men av tí at teir hava fingið so góð úrslit ígjøgnum árið, so liggja teir í eini sera góðari støðu undan dystinum ímóti Neistanum. VÍF er nevniliga tvey stig frammanfyri Kyndil á øðrum plássi og trý stig frammanfyri StÍF á triðja plássi. Tað vil siga, at vinna teir dystin ímóti Neistanum, so eru teir klárir til finaluna. VÍF má eisini metast at vera favorittur undan dystin­ um. Í mun til Neistan, so hava teir alt at spæla um, og hesin dysturin skal bara vinnast hjá VÍF. Í teimum undanfarnu dystunum hevur VÍF vunnið ein, Neist­in vunnið 1 og ein er endaður javnur, so munurin hevur ikki verið tann stóri á liðunum í ár. Kanska Neistin enn einaferð fer at geva VÍF ein skarpan gang. Neistin-VÍF: VÍF kann spæla seg í finaluna Stórdystur verður í høllini á Hálsi sunnudagin, tá ið Kyndil tekur ímóti StÍF í Atlantic Airways kappingini. Hesi bæði liðini liggja í løtuni og kappast um annað seinna finaluplássið UPPTAKT Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Lagt verður upp til satt brak í oddinum í bestu mansdeildini í hondbólti sunnudagin, tá ið Kyndil tekur ímóti StÍF. Í løtuni liggur Kyndil á øðrum plássi í landskappingini, men munurin niður til StÍF er bert tað eina stigið, so tí hava bæði liðini brúk fyri einum sigri í dystinum sunnu­dagin. Longu nú er tó greitt, at fer grøna havnarliðið av­stað við báðum stigunum sunnudagin, so eru teir klárir til FM-finaluna. Strandingar væl fyri Hjá strandingum sær gott út við fólki. Teir hava spælt uttan Svein Justinusen í at kalla alt kappingarárið, men síðsta mánaðin hevur Sveinur verið partur av besta liðnum hjá StÍF. Venj­ ing­arstøðna er blivin betri og betri, so Sveinur er uttan iva ein stórur styrkur hjá StÍF. Onkrir av strandingum hava verið raktir av influensu í vikuni, men nú er líkt til, at allir mans eru við at vera klárir. Leivur Justinusen sig­ ur, at StÍF bert kann brúka ein sigur. - Har er einki at ivast í hjá okkum. Dysturin skal vinnast, tí vit fáa ikki brúkt nakað annað enn ein sigur sunnudagin. Vinnur Kyndil, so hava vit ongan møguleika at fanga teir aftur. Leivur leggur afturat, at uppskriftin er einkul. Hann sigur at spælararnir mugu bara fara á vøllin at berjast í samfullar 60 minuttir, og so má man fáa at síggja, hvussu langt tað ber. Enn ein finala Kyndil hevur sama fólk tókt til dystin ímóti strandingum, sum teir høvdu seinasta vikuskiftið ímóti KÍF. Tað vil siga, at Ragnar Stakksund ikki verður við í hópinum sunnudagin, tí hann er uttan­ lands. Kyndil hevur annars verið í fleiri knald eller fald dystum sísðtu tíðina, og Hjalti Jacobsen sigur, at hetta verður aftur ein av teimum. – Hesin dysturin hevur alt at siga. Nú hava vit spælt knald eller fald dystir í fleiri vikur á rað, so nú skulu vit ikki missa alt á málstrikuni. Dysturin ímóti StÍF skal vinnast, so vit sleppa í hasa finaluna, sigur Hjalti. Kyndil-StÍF: Oddabrak á Hálsi Toppdystur verður í høllini á Hálsi sunnudagin, tá ið Kyndil tekur ímóti StÍF. Vinnur Kyndil dystin, so eru teir klárir til FM- finaluna