Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-09, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 [ Nr. 49 - 9. mars 2007 ] Kappast um bronsuna Ein endurtøka av steypa­ finaluni í flogbólti hjá kvinnum verður um viku­ skiftið, tá Dráttur tekur ímóti KÍF. Í løtuni liggur Dráttur á triðja plássið trý stig frammanfyri KÍF, so hesi bæði liðini liggja og kappast um bronsuna. Bæði Dráttur og KÍF hava tó bert tveir dystir eftir at spæla, so um KÍF skal gera sær nakrar vónir um at fáa heiðursmerkir í ár, so skal dysturin ímóti Drátti vinnast. Dráttur hevur tó eisini møguleika at koma enn longur upp eftir stigatalvuni, men tað krevur, at tær vinna báðar dystirnar, sum eftir eru. Dysturin millum Drátt og KÍF verður sunnudagin kl. 14. ÍF skal varðveita oddasessin Kvinnurnar hjá ÍF liggja og kappast við SÍ um oddasessin í meist­aradeildini hjá kvinnum. ÍF er eitt stig frammanfyri SÍ, og sunnu­dagin skal oddaliðið í dyst, tá tær taka ímóti TB á Kambs­ dali. Gongdin hevur ikki verið nakað serliga góð hjá TB í endaspælinum, har tær í løtuni liggja á fimta plássi. TB hevur so at siga einki at spæla um, og tí má ÍF metast at vera stórfavorittur undan dystinum. ÍF hevur eisini havt eitt sera gott tak á TB í ár, tí tær hava nevniliga vunnið allar innanhýsis dystirnar rættiliga sannførandi. KÍ til Vágs á norðoyastavnu Róðrarsambandið boðar nú frá, at norðoyastevnan verður flutt eina viku. Hetta tí Føroyar spæla fótbóltslandsdyst móti Italia tann 2. juni. Seinnu árini hevur gingist striltið at fáa fólk at koma á norðoyastevnu. Veðrið hevur fleiri ferðir argað, og nú stórdystur móti Italia eisini stendur á skránni, hava fyrireikararnir helst mett tað skilagott, um stevnan verður flutt. Flytingin ber eisini við sær, at besta mansliðið hjá KÍ nú brádliga skal spæla norðyastevnudyst í Vági. Mjølnir livir í vónini Leygardagin tekur Mjølnir ímóti botnliðnum, SÍ, í meistaradeildini hjá monnum. Fyri tveimum vikum síðani tapti Mjølnir avgerandi toppdystin ímóti ÍF í landskappingini, og tí er ikki líkt til, at Mjølnir fer at fá ÍF aftur. Mjølnir hevur tó enn ein lítlan møguleika at fáa fuglfirðingarnar aftur, men til tað krevst, at ÍF tapir báðar sínar dystir, sum eftir eru, meðan Mjølnir vinnur sínar. Um etta skal lata seg gera hjá Mjølni, so skal dysturin ímóti SÍ vinnast. Neistin tekur ímóti VB í fyrru hálv­­finaluni í Sun­ set-kappingini leygardagin. Neistin hevur havt takið á VB í ár, men vágs­kvinn­ urnar hava verið nær við at koppað Neistanum síðstu dystirnar UPPTAKT Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Neistin og VB hava verið tey bæði liðini, sum hava roynt at hingið í odda­ liðnum, Stjørnuni. Ein part av kappingarárinum lá Neistin eisini frammanfyri Stjørnuna, men tá Stjørnan fekk gongd á sítt spæl, megn­ aði hvørki Neistin ella VB at fylgja við. Neistin hevur tó havt eitt væl betri kappingarár enn VB í landskappingini. Neistin legði seg fram um VB frá fyrsta umfarið av, og síðani hava tær bert økt um munin niður til vágskvinnur. Fyri nøkrum vikum síðani gjørdist tó greitt, at Neistin fór at enda á øðrum plássi, og at VB fór a enda á triðja plássið, og tí var longu tá greitt, at hesi bæði liðini fóru at møtast í hálvfinaluni. VB verið tætt við í endaspælinum Eingin ivi skal vera um, at Neistin hevur havt eitt sera gott tak á VB í ár. Neist­in hevur vunnið allar innan­hýsis dystirnar ímóti vágskvinnum, og serliga í grundspælinum var munurin stórur. Í fyrra dystinum í grund­spælinum vann Neist­in ein sannførandi 9 mála sigur í Havn. Í seinna dystinum í Vági mundu tey flestu vænta ein javnari dyst, men enn einaferð bleiv VB sett so dyggiliga uppá pláss av Neistanum. Neistin vann nevniliga henda dystin við heili 13 málum. Var munurin stórur í grund­spælinum, so var gongd­in nógv javnari í enda­spælinum.Fyri góðum mánaði síðani var fyrri dyst­urin í endaspælinum í Havn, og her vann Neistin við trimum málum. Seinni dyst­urin í endaspælinum bleiv enn meiri spennandi. Her var VB á odda leingi, men at enda vann Neistin við einum máli. Neistin má taka til takkar við at vera favorittur ímóti VB, men úrslitini hjá VB eru blivin betri og betri ímóti Neistanum, so kanska hetta verður dysturin, har VB endiliga fær ei sigur ímóti Neistanum í hesum kapp­ ingarárinum. Neistin-VB: Neistin havt takið á VB Besta mansliðið hjá ÍF í flogbólti kann tryggja sær meistaraheitið sunnudagin, tá teir taka ímóti Fleyr í høllini á Kambsdali UPPTAKT Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo ÍF hevur ligið á odda í meistara­deildini hjá monnum at kalla alt kappingarárið, men kappingin við Mjølnir hevur tó verið rættiliga hørð. Fyri tveimum vikum síðani møttust hesi bæði liðini so í avgerandi toppdysti í Klaksvík, og her var eingin ivi. ÍF vann tryggan 3-0 sig­ ur, og við sigrinum løgdu teir seg trý stig fram um Mjølnir við bert tveimum dystum eftir. Sunnudagin skal oddaliðið úr Fuglafirði so aftur í dyst, tá teir taka ímóti Fleyr, sum liggur á einum fjórða plássi í meistaradeildini hjá monnum. Fleyr liggur í eini slíkari støðu, at teir kunnu hvørki fara longur upp ella longur niður á stigatalvuni, so í roynd og veru hava teir ikki tað heilt stóra at spæal um. Hjá ÍF er dysturin hinvegin sera týdningarmikil. Vinna teir dystin sunnudagin, so eru teir so langt frammanfyri Mjølnir, at hesir ikki kunnu fanga teir aftur. Harvið gerst ÍF føroyameistari. Ivamál um Boban Í vikuni fekk ÍF tó eitt skot fyri bógvin, tá sterki út­lendingurin, Boban Ilic, bleiv raktur av einum skaða í venjing. Boban hevur ver­ ið ein av týdningarmestu leik­arunum hjá ÍF í ár, og tí kemur hetta illa. Enn er tó ikki greitt, um Boban verður klárur til dystin ímóti Fleyr. Annars er at siga um hesi bæði liðini, at ÍF hevur havt takið á Fleyr í und­ an­farnu dystunum hetta kapp­ingarárið. Fyrsti dyst­ urin í grundspælinum var á Kambsdali, og her vann ÍF 3-1, eftir at Fleyr annars hevði vunnið fyrsta settið. Í seinna dystinum í grund­ spælinum møttust liðini í Gundadalshøllini, og her var eingin slingur í valsinum hjá ÍF. Hesaferð vunnu teir nevniliga ein sannførandi 3-0sigur. Síðsti dysturin var eisini í Havn, og var hesin partur av endaspælinum. Henda dystin vann ÍF 3-1, so higartil hevur ÍF vunnið allar dystirnar á Fleyr í ár. ÍF má eisini metast at vera favorittur undan dystinum sunnudagin, men liðið hjá fuglfirðingum er nakað veikari, um Boban ikki verður við. ÍF-Fleyr: ÍF kann tryggja sær meistaraheitið Besta mansliðið hjá ÍF í flogbólti kann tryggja sær meistaraheitið um vikuskiftið, tá teir taka ímóti Fleyr sunnudagin