fríggjadagur 9. mars 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
[ Nr. 49 - 9. mars 2007 ]
Carlos fer frá Madrid
Fótbóltsspælarin, Roberto Carlos, boðaði í morgun frá, at
hann ikki ætlar at leingja um sáttmála við Real Madrid.
Sostatt verður Carlos ikki partur av liðnum komandi
kappingarár. – Eg haldi, at tíðin hjá mær er komin til at
gevast í Madrid, og byrja við onkrum nýggjum í lívinum.
Eftir trý ár í felagnum uttan at hava vunnið nakað, var eg
noyddur at taka hesa avgerð, sigur 33 ára gamli Roberto
Carlos, sum kom til Real Madrid frá Inter í 1996.
FCK og Brøndby í Royal
League finalu
Hálvfinalurnar í norðurlendsku Royal League kappingini vóru á skránni
í gjárkvøldið, og her megnaðu donsku stórfeløgini, FCK og Brøndby, at
spæla seg víðari í finaluna. Brøndby tók ímóti OB, og her mátti longd
leiktíð til fyri at finna ein vinnara. OB kom á odda 1-0 við máli frá Søren
Jensen. Per Nielsen javnaði fyri Brøndby, og í longdu leiktíðini tryggjaði
Ericsson Brøndby sigurin við beinleiðis frísparki. FCK møtti svenska
Helsingborg í síni hálvfinalu, og teir vunnu 3-1. Berglund skoraði til bæði
1-0 og 2-0, áðrenn Jakobsson minkaði til 2-1. Í seinna hálvleiki skoraði
Almeida til 3-1, sum gjørdist endaliga úrslitið.
Klaksvíkar
Billardfelag 1 liggur
væl fyri at vinna
meistaraheitið í
ár. Einasta felagið,
sum kann hótta
teir, er Mimir, men
tað skal ganga sera
illa hjá Klaksvíkar
Billardfelag eitt í
seinasta umfarinum,
um teir ikki skulu
tryggja sær gullið
BILLARD
Tíðindaskriv
Føroyameistarakappingin í
billard fyri lið gongur móti
endaspurtinum. Stórur spenn
ingur hevur verið millum
tvey av liðunum, nevniliga
Klaksvíkar Billardfelag 1 og
Mimir. Hóast klaksvíkingar
hava staðið seg nógv betri í
einstøku dystunum, so hava
Mimirsmenn hingið við.
Men seinasta dystin dragnaði
liðið hjá Mimi, soleiðis at
støðan undan seinasta og
endaliga umfarinum er tann,
at klaksvíkingar eru á odda
við 38 stigum. Mimir hevur
34 stig, og á triðja plássi er
Klaksvíkar Billardfelag 2 við
24 stigum. Nr. 4 er í løtuni
Havnar Klubbi 1 við 22
stigum, og aftast er Havnar
Klubbi 2 við 10 stigum.
Í seinasta umfarinum
hetta vikuskiftið spæla
Havnar Klubbi 1 og Klaks
víkar Billardfelag 1, með
an Mimir fær vitjan av
Klaksvíkar Billardfelag 2.
Hóast bert fýra stig eru á
muni millum nr. 1 og 2, so
liggja klaksvíkingar sera væl
fyri til at fara við gullinum.
Fyri at Mimir skal taka gull
ið, skal liðið vinna allar
dystirnar móti Klaksvíkar
Billardfelag 2, meðan
Klaksvíkar Billardfelag 1
skal tapa tríggjar dystir móti
Havnar Klubba 1. Soleiðis
sum úrslitini hava lagað
seg higartil, fer tað at vera
torført hjá Havnar Klubba at
vinna tríggjar av teimum átta
dystunum móti Klaksvíkar
Billardfelag 1. Somuleiðis
verður torført hjá Mimi at
vinna allar sínar dystin móti
Klaksvíkar Billardfelag 2.
Hyggja vit eftir einstøku
úrslitunum, so er tað serstak
liga ein spælari, sum fult og
heilt hevur lagt seg framman
fyri allar hinar. Tað er
Kristian Sune Høgnesen
úr Klaksvík. Hann hevur
spælt betur enn nakrantíð
og hevur rætt og slætt lagt
allar hinar borðlongdir
aftanfyri seg. Við einum
miðaltali uppá 32,4 fyri
kappingina higartil er hetta
helst besta einstaka úrslit
hjá einum billardspælara í
Føroyum nakrantíð. Kristian
Sune hevur spælt stórdyst
eftir stórdyst, og hann er tí
eitt sera gott boð uppá ein
komandi FM-meistara. Í
hvussu er fer stórleikarin
Hendrik Petersen at fáa
alvorliga kapping. Í eini av
kappingunum fekk Kristian
Sune 33,8 eygu í miðal og
líkist hetta einum føroyskum
meti. Í tí kappingini lógu
tríggir av dystunum oman
fyri 700 eygu. Annars hevur
hann eisini spælt fleiri dystir
omanfyri 800 eygu.
Næstur honum er the
grand old man í billardi,
Sonhard Johannesen, við
21,2 eygum í miðal. Ikki
millum tey bestu hjá honum,
men kortini nóg mikið til eitt
verandi 2. pláss. Triðjur á
styrkilistanum er Niels
Nielsen. Men maðurin,
sum vit skulu leggja merki
til og sum helst fer at gera
seg galdandi í komandi
billardkappingum, er Hallur
S. Joensen, sum er nýggjur
í Klaksvíkar Billlarfelag.
Hann hevur 19,1i miðal fyri
kappingina, men soleiðis,
sum hann hevur spælt í
fleiri av kappingunum, fer
hann helst at teljast millum
teir bestu í framtíðini. Hann
manglar bert royndirnar,
avbjóðingarnar og kappingar
rutinuna. Teir báðir gomlu
Mimirsmenninir, Steinbjørn
í Dali og Jan Müller hanga
so enn við í toppinum. Teir
hava góðar møguleikar
at vinna silvur í hesi FK
kappingini. Í fjør vunnu teir
gull. Hóast teir hava vunnið
nógvar av dystunum, eitt nú
16-0 móti Havnar Klubba 2,
so eru miðaltøl teirra nakað
lakari enn undanfarin ár.
FM kappingin fyri stak
lingar verður í Klaksvík 23.
og 24. mars. Kvalifikatións
kappingin verður í Havn
16. og 17. mars. Verandi
føroyameistarin, Hendrik
Petersen, fer tó at verja sítt
heiti. Tað verður eingin løtt
uppgáva, tá hugsað verður
um úrslitini hjá Kristian
Suna. Tilmelding til kvali
fikatiónskappingina er hjá
Kristian Suna Høgnesen
og Steinbjørn í Dali innan
mánadagin.
Klaksvíkingar tevja billardgull
17 ára gamli AB-leik
arin, Rógvi Holm,
hevur skrivað undir
sáttmála við danska
felagið Brøndby, sum
er galdandi fyri næsta
hálva árið
FÓTBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Seinnu árini hevur 17 ára
gamli argjamaðurin, Rógvi
Holm, verið á venjingarvitjan
hjá fleiri evropeiskum feløg
um. Fótbóltsevnini eru
framúr hjá Rógva, og nú vil
danska felagið, Brøndby, av
álvara sleppa at síggja, hvør
dugur er í unga manninum.
Rógvi Holm og Brøndby
hava nevniliga skrivað
undir sáttmála, sum bindir
partarnar í eitt hálvt ár.
Ætlanin er, at Rógvi skal
venja við U-17 liðnum í
felagnum, umframt at hann
væntandi eisini skal royna
seg nakað á eykaliðnum.
Størsti partin av ung
dómsárunum hevur Rógvi
spælt í AB, og hann sigur
við heimasíðuna hjá AB,
at hann hevur sera nógv
at takka Tórálvi Stenberg,
sála, fyri. Tórálvur var venj
ari hjá Rógva at kalla øll
ungdómsárini í AB.
Tað er North Atlantic
Football Agency við Jákup
í Stórustovu, sum hevur
fingið sáttmálan í lag.
Jákup var eisini maðurin,
sum stóð fyri sáttmálunum
hjá Jón Róa Jacobsen og
Lukasz Cieslewicz við
danska stórfelagið.
Argjamaður gjørt
sáttmála við Brøndby
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Stjørnan
8
8
-
0
-
0
416
318
98
22
2 Neistin
8
5
-
1
-
2
418
359
59
18
3 VB
8
3
-
1
-
4
395
395
0
11
4 StÍF
8
1
-
3
-
4
349
431
-82
7
5 Kyndil
8
0
-
1
-
7
363
438
-75
3
Atlantic Airways-kappingin
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 VÍF
8
4
-
1
-
3
561
496
65
18
2 Kyndil
8
5
-
2
-
1
531
501
30
16
3 StÍF
8
4
-
0
-
4
490
482
8
15
4 KÍF
8
4
-
3
-
1
482
498
-16
14
5 Neistin
8
2
-
1
-
5
538
528
10
11
6 H71
8
1
-
1
-
6
480
577
-97
6
Flogbóltsstøður
Meistaradeild kvinnur
v
t
d
v
-
t
sett
sett
+/-
stig
1 ÍF
18
13
-
5
45
31
14
19
2 SÍ
17
11
-
6
39
28
11
16
3 Dráttur
18
11
-
7
42
34
8
15
4 KÍF
18
7
-
11
35
38
-3
12
5 TB
17
8
-
9
32
29
3
10
6 Mjølnir
18
3
-
15
16
49
-33
2
Hesir báðir taka enn einaferð lógvatak saman. Leygardagin
vita vit, um Sonhard Johannesen og Kristian Sune Høgnesen
hava vunnið enn eitt FM-heitið í billard fyri lið