fríggjadagur 9. mars 2007síða 38
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 49 - 9. mars 2007
39
Bilur til sølu
BMW 525 tds aut. til sølu. Hevur sóltak og er
sera væl hildin. Til sølu fyri kr. 160.000,-.
Tlf. 213267
Pedagogum til
Barnagarðin á Mýrunum
Á Barnagarðurin á Mýrunum ganga 94 børn. Á
stovninum eru 2 vøggustovur við 14 børnum í
hvørjari, 2 barnagarðsstovur við 20 børnum í
hvørjari, 1 barnagarðsstova við 20 6-ára gomlum
børnum og 1 stova við børnum við serligum
tørvi.
Vit ynskja at umsøkjarin:
• hevur umsorgan fyri børnunum
• hevur góð samstarvsevni
• er íðin, nærlagdur og álítandi
• hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin
• er nýhugsandi og ígongdsetandi
Søkt verður eftir:
• 1 Varaleiðara 35-40 t har av 8 t leiðsla um vikuna,
• 1 pedagogi 30 t um vikuna, til barnagarðs-
stovu við 6-ára gomlum børnum og
• 1 pedagogi 30-35 t um vikuna, til vøggustovu
Varaleiðarastarvið og pedagogstarvið í vøggu-
stovuni verða sett 1. apríl 2007 ella eftir nærri
avtalu. Pedagogstarvið í barnagarðsstovuni
verður sett 15. mai 2007 ella eftir nærri avtalu.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya.
Nærri fæst at vita um størvini við at tosa við
Eyðnu Norðfoss leiðara ella Mariu í Króki vara-
leiðara á tlf. 448254 ella 218254.
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum
viðmælum skal vera kommununi í hendi í seinasta
lagi mikudagin 21. mars 2007, kl. 12.00.
Runavíkar Kommuna
Heiðavegur 26
Postrúm 139
FO-600 Saltangará
Runavíkar
Kommuna
søkir eftir
Frá Sandoyar
Javnaðarfelag
Aðalfundur verður í Samljóð Skopun Leygarkvøldið
10. mars kl. 18.00
Kl.19.00 verður fundur undir heitinum »Flokkurin
møtir veljarunum«. Við á fundunum verða ting- og
landsstýrisumboð floksins.
Nýggir limir kunna tekna seg.
Sandoyar
Javnaðarfelag
Fast starv á
Føroya Barnaheimi
Søkt verður eftir einum starvsfólki til Familju
deildina á Føroya Barnaheimi. Starvið ið er eitt
fulltíðarstarv er leyst til setan frá 01.05.2007 ella
skjótast til ber. Tann ið settur verður í starvið, skal
starvast í skiftandi vaktum á Familjudeildini.
Um Familjudeildina:
Á Familjudeildini eru 7 fólk í starvi, øll við við
komandi útbúgving.
Endamálið við arbeiðinum á Familjudeildini er, at
foreldrini verða styrkt og stuðla í at vera foreldur,
soleiðis at familjan kann virka betur sum ein heild.
Eisini er endamálið at fáa greiðu á, hvørjar styrkir
og hvørjar trupuleikar familjan hevur, og í hesum
sambandi meta um, hvat slag av stuðli er best og
mest viðkomandi at veita familjuni framyvir.
Førleikakrøv:
Vit sóknast eftir einum starvsfólki, ið hevur ávísan
kunnleika til familjuarbeiði. Tað er umráðandi, at
viðkomandi hevur fakligan áhuga og góð sam
starvsevni. Tann ið settur verður, skal kunna
arbeiða sjálvsstøðugt.
Ein partur av arbeiðinum er skrivligt arbeiði, og
umráðandi er, at viðkomandi dugir væl at málbera
seg bæði í skrift og talu.
Útbúgving:
Fyrimun hevur umsøkjari sum hevur útbúgving
sum pedagogur, sosialráðgevi, sjúkrasystir, fysio
terapeutur ella ergoterapeutur. Ynskiligt hevði
verið, um viðkomandi somuleiðis hevur eina
terapeutiska eftirútbúgving.
Løn:
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og avvarðandi yrkisfelag. Um umsøkjari við aðrari
útbúgving enn teim omanfyri nevndu fær starvið,
verður viðkomandi løntur eftir sáttmálanum
millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag
fyri hjálparfólk.
Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum v.m.
skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann
21.03.2007
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Brynhild M. Joensen deildarleiðara ella Beintu
Johannesen Mørkøre, leiðara á tlf. 312320
Føroya Barnaheim
Pedda vid Steingøta 10
100 Tórshavn
Skoda Octavia Combi TDI SLX
Nýsýnaður Skoda Octavia frá sept. 2000 til sølu
vegna flyting. Hevur koyrt 99.000 km.
Silvurgráur ikki-roykjara bilur, ið hevur verið til øll
eftirlit. Bilurin hevur bert havt ein eigara. Tann-
reimin er í lagi.
Útgerð: 15" alu-felgur, aircon., sentrallás, start-
sperru, hita í setrum, el-rútar, el-spegl v/hita,
armlen, bagagugardin, split baksetur, ABS, ESP,
lakkeraðir kúfangarar, spoylara aftan, tónaðir
rútar.
Tlf. +45 96 83 40 80 ella +45 30 29 15 67
Sjálvuppgávan 2006
Løntakarar, ið hava fingið sjálvuppgávu og
ognaruppgerð fyri 2006, skulu lata hesar inn til
Toll- og Skattstovuna í seinasta lagi 15. mars
2007.
Um talan er um uttanlandsinntøku skal serstakt
fylgiskjal eisini sendast inn saman við sjálv-
uppgávuni. Tey, ið hava brúk fyri hesum skjali-
num og ikki hava fingið tað, fáa tað við at
venda sær til Toll- og Skattstovuna, tlf. 352600
ella á heimasíðuni: www.tollskatt.fo
Skattgjaldarar, ið hava fingið skattauppgerð,
skulu kanna um allir upplýsingar eru við og at
teir eru rættir. Eru upplýsingar skeivir ella
mangla, skulu hesi senda sjálvuppgávu við
rættaðu upplýsingunum innan 15. mars 2007.
Eisini skulu tey, ið hava fingið skattauppgerð,
har allir upplýsingar ikki eru við, senda inn
sjálvuppgávu við rættaðu upplýsingunum.
Sjálvuppgávu at fylla út finnur tú í bóklinginum
»Skatturin 2006«, sum varð sendur út í hvørt hús
í januar mánað, ella við at venda sær til Toll- og
Skattstovuna.
Allir skattgjaldarar hava fingið sendandi kapital-
vinningssjálvuppgávu eisini. Á hesari eru prent-
aðir upplýsingar um rentuinntøku og rentuskatt
frá føroyskum peningastovnum og í ávísum
førum eisini vinningsbýti og vinningsbýtisskattur
frá føroyskum partafeløgum.
Eru upplýsingarnir á kapitalvinningssjálvuppg
ávuni rættir og fullfíggjaðir, er ikki neyðugt at
senda hesa inn aftur.
Men mangla upplýsingar, skal kapitalvinnings-
sjálvuppgávan fyllast út við fullfíggjaðum upp-
lýsingum og sendast til Toll- og Skattstovuna
innan 15. mars 2007 við møguligum skjalprógv-
um.
Sjálvuppgávan og kapitalvinningssjálvuppgáv-
an kann, um talan ikki er um B-inntøku, eisini
sendast inn umvegis internetið www.tollskatt.fo
Roknskaparskyldug hava freist til 1. mai 2007 at
senda sjálvuppgávuna og roknskapin inn.
Um fullfíggja sjálvuppgáva og ognaruppgerð
ikki verður send inn rættstundis verður áløgd
sekt upp til 5.000 kr.
TOLL- OG SKATTSTOVA FØROYA
Toll- og Skattstova Føroya
lýsingar