Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-09, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2007síða 39

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 49 - 9. mars 2007 Lesið meira um størvini á www.torshavn.fo/leysstorv Tórshavnar kommuna Leys størv Pedagogur til Dagstovnin á Landavegnum Søkt verður eftir einum pedagogi, til barnagarð, at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 1. apríl 2007 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag og KAF. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Dagstovninum á Landavegnum, Landavegur 84, 100 Tórshavn í hendi seinast mánadagin 26. mars 2007. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Kirstin Djurhuus, stovnsleiðara, ella Elin J. Eysturoy, varaleiðara á tlf. 302380 / 272949. Hjálparfólk til Margarinfabrikkina Søkt verður eftir einum hjálparfólki at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt. Talan er um skiftandi arbeiðstíðir, bæði dag og kvøldvaktir, gerandisdagar og í vikuskiftinum. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Tórshavnar kommunu, postrúm 32, 110 Tórshavn, í hendi seinast mánadagin 26. mars 2007. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Alice Simonsen, leiðara, tlf 302119 ella 213217. Pedagogur til Barnagarðin og vøggustovuna við velbastaðvegin Søkt verður eftir einum pedagogi, til vøggustovu, at arbeiða 31 tímar um vikuna at byrja 1. apríl 2007 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Barnagarðinum við velbastaðvegin, Velbastaðvegur 41, 100 Tórshavn í hendi í seinasta lagi týsdagin 20. mars 2007. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Monu Mohr, stovnsleiðara, tlf. 302180. Starvsfólk og frítíðaravloysarar til Tjarnargarð Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi og heilsurøktara at byrja sum skjótast. Arbeiðstíð: Eftir avtalu. Søkt verður eisini eftir frítíðaravloysarum í summar. Lesandi eru eisini vælkomin at søkja. Vit kunnu bjóða: Eitt áhugavert og positivt starvsumhvørvi, har tú kanst gera tína áskoðan galdandi og vera við til at menna umsorgan og røkt. Setanarviðurskifti: Løn og setanartreytir sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir saman við upplýsingum um útbúgving, royndum og møguligum tilmælum skulu sendast Tórshavnar kommunu, postboks 32, 110 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 26. mars 2007. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Hensiu Einarsson, leiðara, tlf. 302075 ella Eyðun Jensen, sosialdeildarleiðara, tlf. 302010. Skúlaheimsleiðari Starvið, sum skúlaheimsleiðari, er leyst at søkja. Arbeiðsuppgávur: • Skipa dagliga arbeiðið á Skúlaheiminum • Umsiting av skúlaheimsrakstri, herundir eisini umsiting av útleiguvirksemi. • Fyriskipa tiltøk fyri næmingunum á heiminum • Hevur reingerðingina av øllum skúlanum sum málsøkið Vit ynskja at umsøkjarin hevur: • Góð evni at samskifta við ungdómi • Vera fyrikomandi og hava góð evni at samstarva við starvsfólki og viðskiftafólki hjá Skúlaheiminum • Námsfrøðiliga útbúgving/- ella líknandi royndir • Leiðsluroyndir Starvið verður lønt sambært sáttmála við Fíggjarmálaráðið og FTL. Umsóknir, saman við prógvum og CV, skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi, mánadagin, 19. mars 2007. Víst verður til heimasíðu skúlans www.tst.fo Nærri um starvið fæst at vita við at venda sær til skúlastjóran, tel. 308050 Bátur til sølu Aquastar 33. Fult útgjørdur og klárur til fiskiskap. Tlf. 220763 Ellis- & Avlamisheimið í Vágum FO-370 Miðvági · TLF 332 600 · FAX 333 604 Ellis- & Avlamisheimið í Vágum søkir: Frítíðaravloysarar Søkt verður eftir frítíðaravloysarum til køkin, rein- gerð, klæðnavask, ítriv og húsavørð í tíðarskeiðinum 1. juni til 31. august 2007. Umsóknarfreistin er 16.apríl 2007 Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til leiðaran á tlf. 332600/223600. Skrivlig umsókn saman við avriti av prógvi, við- mælum o.t. skulu sendast til: Ellis-& Avlamisheimið í Vágum Att: Leiðarin 370 Miðvágur lýsingar Internet