Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mars 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 50 - 12. mars 2007 tíðindi Huldusligu trølla­ myndirnar hjá ungu ­Heidi Joensen úr Funningsfirði gingu sum heitt breyð, tá ið hon fyri fyrstu ferð nakrantíð hevði fernisering, og var hetta í Føroya­ húsinum í Keyp­ manna­havn í síðstu viku. Ì dag hevur Heidi nærum selt allar málningarnar, og er hon sera ovfarin av góðu søluni Listaframsýning Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Føroyska Listafelagið í Keypmannahavn er í hesum døgum farin í holtur við eina verkætlan, har tey royna at stuðla og menna ung og óroynd føroysk lista­ fólk, ið eru undir lista­ útbúgv­ing ella ætla sær tann vegin. Í hesum sam­ bandi hongur ein lista­fram­ sýning hjá 25 ára gomlu Heidi Joensen úr Funnings­ firði í Føroyahúsinum í Keyp­mannahavn. – Vit kunnu bara lata væl at. Tí ferniseringin í síðstu viku var sera væl vitjað, og vóru tað serliga ung fólk, ið komu á vitjan. Eg eri rætti­ liga vís í, at Heidi nærum seldi allar málningarnar, og keypararnir vóru serliga hesi ungu fólkini, sigur Hans­ina Iversen, ið er for­ kvinna í Føroyska Lista­fel­ agn­um í Keypmannahavn. Ovfarin av góðu søluni Heidi Joensen er ein sera óroynd listakvinna. Hon hev­ur bert havt eina lista­ framsýning fyrr, og var hon í Gallarí Jinx. Tí tók Heidi beinanvegin av, tá ið bjóðað varð til framsýning í Føroya­ húsinum. – Ferniseringin var ein stór løta fyri meg. Tað var stuttligt at mínir máln­ingar vóru í miðdeplinum. Nú havi eg ikki víst so nógv fram fyrr, men eg máli nógv, so hetta var ein stórur møguleiki at vísa øðrum, hvat eg fáist við, sigur Heidi Joensen. Ferniseringin var sera væl­vitjað, og málningarnir hjá Heidi gingu sum heitt breyð. Í dag eru bara nakrir heilt fáir málningar eftir. – Eg hevði slettis ikki væntað, at eg fór at selja nakað. Tá ið so nærum allir mínir málningar vórðu keypt­ir, var hetta sera óveru­ ligt fyri meg, sigur Heidi Joensen. Huldufólk úr Funningsfirði Heidi er í hesum døgum í holtur við at útbúgva seg til námsfrøðing í Keyp­manna­ havn. Tó fæst hon sera nógv við at mála. Og serliga er tað heimbygdin, ið gevur henni íblástur. – Eg máli nógv úr náttúrini, eitt nú trøll og huldufólk. Tað sigst tað eru nógv huldufólk í Funn­ings­ firði, sigur Heidi og flenn­ ur. Tey, ið hava hug at síggja málningarnar hjá Heidi, kunnu leita sær í Føroya­ húsið í Keypmannahavn. Fram­­sýningin endar 7. mars. Nógv páskabryggj Tey seinastu árini hava nógv smá bryggjarí sæð dagsins ljós í Danmark, og tað sæst aftur, nú tíðin við páskabryggi nærkast. Seinasta fríggjadag høvdu bryggjaríini tann sokallaða P-dagin, tá árs páskabryggj kom á marknaðin, og hesaferð vóru meiri enn hundrað sløg at velja ímillum. So nógv sløg hava ikki verið á marknaðinum fyrr, men so skal eisini havast í huga, at seinastu seks árini er talið á bryggjaríum vaksið úr 19 upp í umleið 90. Læra danskt Meiri enn 2.000 studentaskúlanæmingar í Suðursvøríki hava valt danskt sum lærugrein, so tey kunnu fáa betri møguleikar at arbeiða í Keypmannahavn, skrivar Nyheds­ avisen. Á størsta studentaskúlanum í Malmø, Borger­ skolen, siga tey, at áhugin fyri donskum sum vallærugrein er vaksin nógv tey seinastu árini. Kanningar vísa, at nógvir svenskir studentar læra seg danskt, tí teir ætla at nema sær hægri útbúgving í Keypmannahavn seinni. Óroynd føroysk listakvinna seldi allar málningarnar Einans 25 ára gamla Heidi Joensen úr Funningsfirði er sera ovfarin av, at hon hevur selt nærum allar sínar málningar á listaframsýningini, ið hon hevur í Føroyhúsinum í Keypmannahavn í hesum døgum Mynd: Símun J. Hansen Eitt dømi um málningarnar hjá Heidi Joensen Mynd: Símun J. Hansen