Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mars 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 50 - 12. mars 2007 15 tíðindi Hugtakandi løta við Ettu Cameron Ummæli Petur Zachariassen Full høll og møguliga ein lítil spenningur í luftini fyri at hoyra góðan black- gospel tónleik var tað, sum møtti mær tá eg saman við konuni setti meg á fremsta rað í Norðurlandahúsinum at lurta eftir Ettu Cameron og United Voices. United Voices byrjaði at syngja undir leiðslu av Sigrið Rasmussen og byrj­ aðu tey við tveimum góð­ um sangum, sum vóru álikt black-gospel tónleiki og hetta megnaðu tey bara heilt væl. Serliga kann sigast, at Heini Lützen við sínum uppíleggingum megnaði at fáa hetta at ljóða sum ektaður black- gospel...synd at Heini ikki hevði annan húðalit her, tí so hevði tað eisini sæð ekta út....men flott av Heina. Tveir teir síðstu sangirnir, sum United Voices sungu sjálvi, vóru friðaligir sangir og serliga tann síðsti sang­ urin var ein gamal før­ oyskur sálmur, og her haldi eg, at valið heldur skuldi verið at sungið meira black- gospel sangir, tí hesin sein­ asti haldi eg fekk stem­ ningin, um tað var nakar, at falla heilt. Tá tey vóru liðug at syngja, fóru tey av pallinum og so bleiv greitt frá, hví henda konsertin var skipað. Hetta var fyri at stuðla arbeiðinum hjá ADRA at byggja hús í Kongo til heimafturvendar familjur ella tey, sum als einki eiga. Sera rørandi at síggja myndir frá arbeiði­ num í Kongo. Vónandi vóru fleiri, sum keyptu eini hús, sum blivu seld fyri einans 3200 kr. Við hesum fekk ein familja eini hús, har tey kundu flyta inn í uml. 9 mánaðir eftir at byrjað verður uppá húsið. Fyllast kundi út á papír (bindandi), um ein vildi keypa hús og so hevði ein møguleika eisini at seta egið navn ella velja eitt navn til húsið. Síðani verður mynd tikin av húsinum og familjuni, sum kemur at búgva í húsi­ num við einari talvu við síðuna av har stendur á hvør familjan er og hvussu húsið eitur. Myndin verður so send tí ella teimum, sum hava goldið fyri húsið. Sera áhugavert og ein gleðis­gerð. Meðan hetta gekk fyri seg, har eisini innsavnan av peningi fór fram, sat pianisturin hjá Ettu og spældi. Sera gott avrik hjá honum og flott at hoyra. Her kann eg eisini bert viðmerkja at tónleikurin hjá United Voices við Gunnar Guttesen á klaver var sera flottur. Gunnar er sera evnaríkur og gjørdi eitt sera gott avrik í sínum klaverspæli. Flott. Etta kom so inn á gólvið og við klaverspælinum meg­n­aðu tey bæði sera gott at gera eitt gott avrik. Etta, sum er komin upp í árini, megnaði sera væl at fram­ føra og er hennara rødd sera góð til at syngja black- gospel. Hon sang sera gott og samanspælið við klaver­ spælaran var sera gott. Tað, sum var hugtakandi, var tá Etta sang tann eina sangin og kórið, sum hevði verið til workshop í viku­ skiftinum, kom inn á pallin oman gjøgnum báðar trappurnar í høllini. Frá at vera uml. 20 í United Voic­ es, so komu bæði United Voices og uml. 50 onnur inn á pallin at hjálpa Ettu at syngja. Hetta haldi eg rigg­ aði væl. Sjálvandi hoyrdi ein, at hetta ikki var eitt “kór”, men ein workshop bólkur. Teir sangir, sum Etta sang saman við hesum kóri, vóru kendir sangir sum t.d. Amen, When the saints og This little light of mine. Stuttligt hjá teimum heilt ungu at verða við í einum slíkum tiltaki. Av hesum uml. 70 menniskjum vóru bert 8 menn, harav 6 sungu við United Voices. Her er mangul uppá mans­ røddir, men sum skilst, so er tað trupult at fáa menn at syngja við. Bara fyri at summera so haldi eg at hetta var ein góð konsert og frøddi tað meg at hoyra so gott klaverspæl saman við Ettu og United Voices. Hægri renta til sethús Úrslitið hjá Suður­ oyar Sparikassa er næstan trýfaldað úr 782.000 kr. í 2005 til góðar 2,2 mió. kr. í fjør. Sparikassin roknar við, at rentan fer at hækka upp­ aftur meiri í ár ÁRSROKNSKAPUR Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Sparikassin hjá suður­oy­ ingum, sum eisini hevur deild í høvuðsstaðnum, hevur bøtt munandi um úrslitið frá 2005 til 2006. Í fyrraárið hevði Suð­ur­ oyar Sparikassi eitt avlop upp á 782.000 kr., men í 2006 er hetta næstan trý­ faldað upp í góðar 2,2 mió. kr. – Ársúrslitið er batnað munandi, sjálvt um árið hevur verið sermerkt av harðari kapping millum peningastovnarnar á týd­ ningarmesta marknaði­ num hjá Sparikassanum, sum er sethúsafígging til privatkundar, skrivar Suð­ uroyar Sparikassi í tíð­ inda­skrivi. Víðari stendur, at »Í kappingini varð 1. veð­ rætt­arrentan lækkað frá 4,25 til 3,45 prosent, og fíggingarmynstrið broytt við millum øðrum longri avdráttartíðum. Hesar broyt­ingar hava ført til øktar húsaprísir og hava sannlíkt eisini økt um privatnýtsluna.« Sparikassin væntar, at rentustøðið fyri 1. veðrætt fer at hækka upp í 5,75 prosent í ár. Ne t t o i n n t ø k u r n a r hækkaðu við knøppum 2,6 mió. kr. úr 14,9 mió. til slakar 17,5 í 2006. Hetta er ein framgongd upp á 17,2 prosent. Avgjaldsinntøkurnar eru øktar frá sløkum 2,3 til 3,7 mió. kr., sum svarar til eina øking upp á 60,8 prosent. Ein stórur partur av hesi øking stava frá, at Sparikassin er byrjaður at krevja inn avgreiðslu­gjøld. Kursvinningurin av virðisbrøvum og gjald­ oyra upp á 545.000 kr. var nakað lægri enn í 2005, tá hann var 664.000 kr. Á útreiðslusíðuni eru lønir til starvsfólk lækk­ aðar við trimum prosent­ um niður í 7,5 mió. kr., meðan aðrar útreiðslur eru hækkaðar úr 6,7 upp í 8,1 mió. kr. Hækkingin stavar millum annað frá, at Suðuroyar Sparikassi nýtti uttanhýsis ser­kunn­ leika í samband við um­­ skipanina til partafelag og hevði byrjunar­út­ reiðslur í sambandi við at lata upp deild á Tvøroyri, og at deildin í Havn flutti í nýggj hølir. Skatturin av avlopinum hjá Suðuroyar Sparikassa fyri 2006 er roknaður til 582.000 kr. í mun til 224.000 kr. árið fyri. Myndin er frá konsertini við Ettu Cameron og United Voices í Fuglafirði. Mynd Høgni Thomsen Samrøða við Ettu Cameron týsdag Lesið eisini samrøða við Ettu Cameron og ummæli av konsertini í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í týs­ dagsblaðnum. ADRA seldi 23 hús leygarkvøldið Konsertirnar við Ettu Cameron vóru til frama fyri afturvend flóttafólk í Kongo. Føroyingar hava møguleika at keypa eini hús í Kongo til flóttafólkini fyri einans 3.200 krónur STUÐULSKONSERT Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Tað var hjálpar­felags­ skap­urin ADRA, sum skip­ aði fyri konsertunum við Etuu Cameron leygar­ kvøldið og sunnukvøldið Alt yvirskotið fer til at keypa hús í Kongo til afturvend flóttafólk. Um­­ støðurnar í Kongo hava leingi verið ótolandi, og tí rýmdi nógv av landinum fyri nógvum árum síðani. Nú byrja hesi fólkini tó at venda aftur, men tey hava einki hús at koma heim til. Hesum ynskir ADRA at hjálpa við. – Konsertin í Norður­ landahúsinum gekk sera væl, og vit seldu heili 23 hús hetta kvøldið, umframt at vit savnaðu 15.000 krón­ ur inn. Sunnukvøldið savn­ aðu vit eisini nógv inn, og vit seldu eisini nøkur hús, men eg veit ikki júst hvussu nógv, segði ein umboðs­ maður fyri ADRA eftir konsertina sunnukvøldið. Áhoyrararnir til kon­sert­ irnar hjá Ettu høvdu møgu­ leika til at keypa eitt hús í Kongo til afturvendu flóttafólkini fyri einans 3.200 krónur. Keyparin sleppur sjálvur at gera av, hvussu húsið skal eita. ADRA móttekur nógvan stuðul frá DANIDA, sum er menningarhjálpargrunn urin hjá danska statinum. ADRA er við í nógvum verkætlanum kring heimin. ADRA er bygt uppá tað kristna grundarlagið, og tað hevur verið tætt knýtt at adventistakirkjuni. Nú er tað tó ein sjálvstøðugur felagsskapur, og teir vilja hjálpa uttan mun til, hvørji fólkini eru, og hvørja trúgv, tey hava.