Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mars 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 50 - 12. mars 2007 Fríggjadagin 9. mars var tíðindafundur hjá Ferðslutrygd í sambandi við eitt nýtt átak fyri at fáa ungar dreingir at vera meira ansnar í ferðsluni. Eisini var eftirmeting av skeiðum fyri skúlanæmingum, sum hava verið seinastu 10 árini Ferðsla Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ferðslutrygd kemur nú við einum átaki fyri at fáa ungar dreingir at vera meira ansnar í ferðsluni. Í sambandi við átakið eru ”jinglur” gjørdar at senda í útvarpi, har vit hoyra genturøddir biðja dreing­ir ansa sær í ferðsluni. Átta ymiskar ”jinglur” eru gjørdar, og teksturin verð­ur eisini at síggja í bløðunum, saman við mynd av gentunum. Á tíðindafundinum greiddi Jákup Veyhe, lýsingar­ maður, frá um konseptið í átakinum. Ferðslutrygd hátíðarhelt eisini, at 10 ár eru liðin síðan fyrstu ferð varð skipað fyri dagsskeiðum fyri næmingum í miðnámsskúlunum, og ein eftirmeting varð gjørd av tí arbeiðinum hesi 10 árini. Til staðar á fundinum vóru eisini manningin, sum hevur staðið fyri dagsskeiðunum, m.a. ferðsluoffur, ambu­lansa­ fólk, koyrilærarar, politi og onnur. åTey sum greiddu frá um arbeiði við dagsskeiðunum hesi 10 árini, vóru: Jón Krage­steen, leiðari á Ferðslu­­trygd, Jan Fossaberg, politistur, Jens Petur Olsen, koyrilærari, Johan Larsen, frá ambulansatænastuni og Heini Festirstein, sum fekk álvarsligan skaða í ferðslu­ vanlukku fyri umleið 20 árum síðan, greiddi frá um vanlukkuna, og hví hon hendi. Eisini luttók Firouz Gaini, samfelagsfrøðingur. Trý fólk heiðrað Trý fólk, sum hava fingið stóran skaða í feðsluni og hava verið við í hesum arbeiði, vóru heiðrað við gáv­ um á fundinum. Tey vóru: Heini Festirstein í Havn, Herit Joensen í Vestmanna, og Jákup Thomasen í Sør­ vági. Teirra lagnur hava havt stórt árin á teir umleið 6000 ungdómarnar, sum hava verið á skeiðunum hesi 10 árini, segði Jón Kragesteen, leiðari á Ferðslutrygd. »Hey góði...« nýtt átak hjá Ferðslutrygd Manningin, sum hevur staðið fyri dagsskeiðunum fyri næmingum í miðnámsskúlunum Ferðsluvanlukkur raka mest ungdómin Tey ungu millum 15 og 24 ár eru 14 prosent fólka­ talinum í Føroyum, men eiga 50 prosent av teimum, sum eru deyð í ferðsluni. Oftast eru tað ungir dreingir, sum verða raktir. At so nógv ung eru í álvarsligastu ferðsluvanlukkunum er eitt sereyðkenni fyri Føroyar, tí í hinum Norðurlondunum er tilsvarandi tal um 25 prosent. FAKTA Hesi vórðu heiðrað av Ferðslutrygd, f.v.:Heini Festirstein, Herit Joensen og Jákup Thomasen Tíðindafundur hjá Ferðslutrygd í sambandi við eitt nýtt átak og eftirmeting av skeiðum fyri miðnámsnæmingum Mynd: Jens Kristian Vang