Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mars 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 50 - 12. mars 2007 13 nøvn Julianna Sivertsen, fødd Nystrøm, Klaksvík, andaðist á Klaksvíkar sjúkrahúsi sunnudagin 11. mars 85 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni. Kistan við Jóhan á Lava, ættaður úr Tórshavn, búsitandi í Klaksvík, fer úr kapellinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi í kvøld kl. 18. Jarðarferðin verður úr Betesda týsdagin kl. 13. Jacob Herman Poulsen, Sumba, andaðist á suður­ oyar sjúkrahúsi 8. mars 44 ára gamal. Jarðarferðin verður mánadagin klokkan 13. Tey ið vilja minnast Jacob, kunnu lata eina peningagávu til børnini konta í suðuroyar sparikassa. Åge Udbø úr Havn andaðist á Hjørring Sjúkrahúsi 7. mars, 73 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju týsdagin 13. mars kl. 13. Sungið verður úr Sálmabókini. Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Dagurin 13. mars. Macedonus, deyður umleið ár 300. Tikin av døgum saman við konuni Patriciu og dóttrini Modestu. Tíðindaskriv Hóskvøldið 15. mars 20.00 skipar Heimaforbundið hjá Frelsunarherinum í Havn fyri sangkvøldi, har streingja­ kórið syngur, og Eyð­finn Joensen skipar fyri sang­ inum, tá øll syngja við. Innsavnan verður til missiónarbeiði hjá Heima­ forbundinum. Peningurin fer til Kongo-Kinshasa í Afrika. Stórur dentur verður lagdur á undirvísing og at hjálpa familjum har møður og børn liva av skøkjuvirksemi fyri at fáa sína inntøku. Endamálið er at fyribyrgja barnaprostitión og leggja tilrættis inntøkuna hjá fam­ ilj­unum har og minka um vandan fyri HIV og AIDS Eisini verður andakt og ein drekkamunnur. Øll eru vælkomin. Frelsunarherurin, Heimaforbundið: Komið og syngi við Tíðindaskriv 3. mars var árligi aðalfundurin hjá MFS (Meginfelag Før­ oyskra Studenta) hildin í Århus. Rákið seinastu árini hevur verið, at talið av føroyingum, sum velja at gera síni lestrar­ ørindir uttanfyri Danmark er vaksandi. Tískil hevur eitt av mál­ unum hjá gamla ráðnum í MFS verið, at ráðið kemur at fevna breiðari landafrøðiligt, enn tað higartil hevur gjørt, og ikki minst at fáa lesandi í Føroyum at skipa seg undir MFS. Tí er tað at frøðast um, at nýggja ráðið í MFS er mannað við lesandi úr fýra ymiskum býum. Vónin er, at hetta verður við til at MFS fer at røkka ein breiðari skara av lesandi, og eisini fer at geva føroysku myndugleikunum eina meira fleir­litta mynd av teimum les­ andi og umstøðum teirra. Vald inn í nýggja ráð­ið hjá MFS eru: Fía Lind­ en­skov, forkvinna (Keyp­ mannahavn), Jákup Emil Hansen, næst­formaður (Århus), Súsanna Husgaard Niclasen, kassameistari (Keyp­mannahavn), Malan Ludvig, skrivari (Keyp­ mannahavn), Cecilia Gjerd­ ing Rasmussen (Århus), Dur­ita L. Jóansdóttir (Keyp­ mannahavn), Erla Petersen (Århus), Janus á Ryggi (Tórshavn), Katrin Sørensen (Keypmannahavn), Rúna Jacobsen (Tórshavn), Torkil Ejdesgaard (Aberdeen). Til­takslimir eru: Bergitta Dals­gaard Thomsen (Keyp­ mannahavn), Hjørdis Klein (Keypmannahavn). Tiltaks­ limirnir vanta á myndini. Meginfelag Føroyskra Studenta: MFS nýtt ráð