mánadagur 12. mars 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 50 - 12. mars 2007
Ofta verður sagt, at vit hava
teir politikarar, vit hava
uppiborið, og sjálvandi ber
til at siga so, tí vit hava jú
sjálv valt teir at umboða
okkum á fólkaræðiligan
hátt. Tá vit hava sett krossin
í atkvøðuklivanum, eru vit
leys av borgaraskyldu okk
ara og vóna tað besta fyri
úrslitið. Tó vit kunnu ikki
vera trygg fyri, at tey, vit
hildu vera best at umboða
okkara meining, ikki skifta
ham, tá tey eru vald. Mong
dømi eru um tað.
Klaksvíkingar
hava
hvørki verri ella betri polit
ikarar enn øll onnur. Vit
mega rokna við, at tey, ið
umboða okkum, arbeiða
eftir síni sannføring og
halda seg gera sítt besta.
Men hóast klaksvíkingar
kanska hava uppiborið teir
býráðspolitikarar, vit hava,
so hevur Klaksvíkin sjálv
ikki uppiborið at vera
soleiðis viðfarin, sum hon
nú verður.
Vágna herjaðu teir á og
løgdu doyðin á at oyðileggja
so mikið, sum til bar uttan
ítøkiligar ætlanir fyri, hvat
fór at spyrjast burturúr, og
úrslitið liggur sum ein landa
skomm.
Men tað var ikki nóg mik
ið! Nú venda teir eygunum
móti Víkini, tí her er fram
vegis ov vakurt til meirilutan
av okkara býráðspolitikar
um. Oyðingartrongdin er á
teimum, og teir vilja beina
fyri vakurleikanum sum
skjótast. Teir kalla tað menn
ing og framburð, men hetta
er heldur afturstig við lít.
Klaksvík hevur ikki uppi
borið politikarar, sum ikki
virða søguligu, siðsøguligu
og mentanarligu dýrgripir
nar her á staðnum.
Klaksvík hevur ikki uppi
borið politikarar, sum ikki
virða umhvørvið og vakur
leikan her á staðnum.
Klaksvík hevur ikki uppi
borið politikarar, sum ikki
virða trivnaðin, ið liggur í
einum grønum fríøki.
Klaksvík hevur ikki uppi
borið politikarar, sum van
virða skapanarverkið.
Nei, Klaksvík hevur ikki
uppiborið at vera stýrd av
fólki, sum ikki eru góð við
býin.
Og tað eru tey ikki, um
tey veruliga vilja loyva fyrst
einum handilshúsum og síð
an høgari bygging á Gerða
bø. Teir 15 metrarnir, sum
borgarstjórin sigur skulu
friðast til tess at ganga okk
um á møti, sum vildu havt
alt økið friðað, eru í hesum
sambandi bæði láturligir og
grátuligir. Tí er bara ein ein
asti bygningur komin har,
so er økið spilt, - tá vendist
ikki aftur. Tað er útsýnið
oman yvir teigalendið, og
út yvir Borðoyavík, sum
fyrst og fremst er vert at
varðveita. Tað er søguliga
sambandið millum býlingin
Gerðar og dyrkaða lendið.
Tað er bara so syndarligt,
at okkara býráð ikki dugir
at síggja tað!
Aldagomul søga og alda
gamalt strev fara fyri skeyt
ið og tey yppa øksl og kalla
tað framburð. Tað er svárt
at skula uppliva, at hetta
kann fara fram í okkara tíð.
Hvar eru friðingarmyndug
leikarnir í hesum landi?
Er tað veruliga so galið,
at ikki ber til at steðga hes
um?
Varðveitið Gerðabø! Frið
ið hann allan sum hann er
NÚ. Tá hava tit álit okkara
uppiborið!
Sum ikki einaferð røkir
SvF gamlar mytur. Tað er
ikki uppgávan hjá einum
”public service” miðli at
servera
gamalt
tvass.
Sendingin
”Dagur
og
Vika” tann 28.2.07 eitt
keðiligt dømi um, at jour
nalisturin ikki dugdi síni
ting, og at sjónvarpið, sum
stovnur,
ókritiskt
bar
hansara møsn víðari.
Eg skal endurgeva tað, sum
sjónvarpsmaðurin segði í
hasi
vanlukku
sending,
hóast ikki var tað nógv.
Sum upplegg til sjónleikin,
meðan kameraið panorerar
yvir Kongabrúnna og Fúta
stovu, fortelur journalisturin
okkum hetta:
”Íslendska flaggið fer
skjótt at veitra yvir Fúta
stovu. Men í Reykjavík
kann føroyska flaggið ikki
veitra yvir føroysku sendi
stovuni. Nei, har skal
Dannebrog
vindast
á
stong.”
Ivasamur leiklutur
hjá SvF
Hesin stutti setningur er
fyltur við feilum úr enda í
annan.
1. Fyri tað fyrsta er tað
einki nýtt, at Ísland hevur
havt konsulat í Havn, og
at íslendska flaggið hev
ur veitrað har. Fyrst í
Tróndargøtu, har Trygve
Samuelsen var konsul.
Síðani úti við skipasmiðj
una, tá Mohr fekk heið
urin at vera konsul hjá
Lýðveldinum Ísland.
2. Í næsta setningi verður
komandi føroyska umboð
ið í Íslandi kallað ”sendi
stova”. Tað føroyska orð
ið sendistova merkir í
dag vanliga ambassada.
Og Føroyar, sum ein part
ur av Ríkisfelagsskapin
um, kunnu, sum eg fyrr
havi víst á, ikki hava
ambassadur aðrastaðni.
Ongin – heldur ikki
Ísland – hevði viðurkent
eina føroyska pseudo-
ambassadu. Í setningun
um er eisini undirfor
staðið, at íslendingar fara
at opna eina sendistovu
(ambassadu) í Fútastovu.
Tað passar heldur ikki.
Tað ber ikki til eftir
galdandi reglum. Ísland
fer at hava eitt general
konsulat har. Og tað er
púra í ordan, eftir gald
andi reglum.
3. Síðsti setningur er super-
tendensiøsur. Journalist
urin letur tað ljóða, sum
har fer okkurt maktmis
brúk fram frá danskari
síðu. At danska flaggið
skal hanga uppiyvir ein
ari føroyskari ambassadu.
Hatta er tvætl. Ella held
ur maktmisbrúk og mani
pulatión frá sjónvarpsins
síðu!
Ósømilig háðan av
Løgmanni og
Statsministara
Poul Mohr, íslendskur kon
sul (ikki ambassadørur ella
sendiharri) fortelir millum
annað um, at hann meinar,
at íslendingar eru teir ein
astu í verðini ”sum virða
okkum sum tjóð.” Hetta
er ein merkiligur og púra
ósannur pástandur. So kem
ur hann (íslendski konsulin)
við ymsum háðandi við
merkingum um Føroya løg
mann.
Millum
annað
hetta:
”Kemur Jóannes Eides
gaard til Keypmannahavn
ar, so smekkar hann (tað
er Fogh, statsministari)
hurðina aftur í nøsina á
honum… hann (JE) kemur
aftur sum av torvheiðum.
Nei, í Íslandi verður hann
móttikin sum forsetisráð
harri hjá einari frí …
frælsari tjóð” (Teljarin á
Svf-netútgávuni
stendur
her á 29.19). Hetta ein søga,
sum einki hald hevur í veru
leikanum. Eitt fantasi-fost
ur ella reinur heilaspuni.
Men hetta er samstundis
ein álvarslig háðan av bæði
Føroya Løgmanni og Stats
ministaranum Anders Fogh
Rasmussen.
Journalisturin bergtikin
av mytum og propagandu
Øllum hesum gloypir ein
mikrofonhaldari hjá Sjón
varpinum. Og spyr so út í
bláa luft:
”Nøkur góð ráð?”
Nú er maðurin bergtikin
av øllum tí nationala møsn
inum hjá Poul Mohr og vil
hava meira.
Ja, Poul svarar, at Jóannes
Eidesgaard ”bara skal vera
djarvur!” - og fara í egna
sendistovu og ikki hava
”danabrókina” við. Aftur
eitt spottandi orð um flaggið
hjá tí stati, har hann sjálvur
fungerar
sum
konsul,
umboðandi Ísland. Danne
brog merkir aldeilis einki
har á leið, dana-brók?.
Fyrsta
stavilsi
danne-
beskrivar ein lit, eins og
’tan’ á eingilskum merkir
ljósabrúnur ella reyðbrúnur.
Sama ’tan’ sum sagnorð
merkir at garva, so at skinn
ið fær ein reydligan lit.
Dannebrog merkir í sínum
uppruna: eitt reyðlitt plagg,
klædnastykki. At tað plat
týska ’brok’ hevur sama
etymologiska uppruna sum
brók er so nakað annað.
Journalistur leggur upp
til sjálvtekt
Men mikrofonhaldarin hjá
sjónvarpinum frøist og er
hugagóður:
”Tað er kanska tað hann
skuldi gjørt? Bara hongt
Merkið upp og sett veðra
skjøldurin á. Og so einki
annað?” Sigur maðurin
ikki, at tað er í lagi at inna
sjálvtekt? Íslendski konsul
in Poul Mohr heldur fram,
tileggjaður av sjónvarpi
num:
”Og so latið hinar komið
og tikið tað niður!”
Studentaflaggið var ikki
viðurkent av nøkrum,
heldur ikki Føroya
løgtingi
Ja, hatta var gloypubiti.. So
kemur øll mytan um Staun
ing á Tingvøllum í 1930 og
føroyska
studentaflaggið,
sum ikki var viðurkent av
nøkrum.
Fyrst
klutraðu
íslendsku vertirnir, og heys
aðu tað litauiska flaggið
upp í staðin fyri Dannebrog.
So kom eitt ikki-autoriserað
studentaflagg upp, og ikki
løgtingsflaggið, sum var
veðramerki. Ei dáni í, at
fólk undraðust, og fýltust á
íslendsku fyrireikingina.
Og nú skal journalisturin
frá Sjónvarpi Føroya taka
samanum og koma til eina
niðurstøðu: ”So tað er eitt
afturstig frá 1930, tá vit
bóru Merkið fram á Ting
vøllum, hetta sum nú
hendir?” Hatta er eingin
reellur spurningur? Hatta er
at servera eitt givið svar.
Her leggja Poul Mohr,
Sjónvarpið og aðrir við
teimum upp til eina plan
lagda ”flagggølu” av veru
ligum dimensiónum. Hend
ingin á Tingvøllum fyri
fleiri mansaldrum síðani
verður sum mjólkavatn aft
urímóti hesi provokatión.
Og hvat hendir?
Eg skilji væl, at íslendski
staturin setir ein nýggjan
generalkonsul, sum dugir
tær diplomatisku reglurnar
og at umboða sítt land á
tignaligan hátt.
Men eg skilji ikki rolluna
hjá Sjónvarpinum. Ella skal
man skilja hana allíkavæl?
Tó, Landsstýrið hevur eis
ini lagt upp til forvirring og
stríð. Teir vita væl, at før
oyska”sendistovan” ikki er
nøkur ambassada. Men teir
kalla tað bara ”sendistovu”
allíkavæl. Hetta er sum at
spæla fólk í húsi.
11. marts 2007
Rolf
guttesen
Nicolina Dahl
Háð og spott av Løgmanni og Statsministara í SvF
Klaksvík hevur annað uppiborið
viðmerkingar
Rolf, tú mátti minst, sum
smádrongur í grannalag
num, at eg eri harðmæltur.
Harra fyrrverandi lektari,
eg taki tað sum eitt herða
klapp at verða hartaður av
tær..
Tú skrivar, at tað ljóðaði
sum um Poul Mohr úttalaði
seg í sjónvarpinum vegna
»Íslendska statin«. Tað var
tað einasta, sum eg iðraði
meg um aftaná samrøðuna,
at eg ikki segði, at eg ikki
úttalaði meg sum umboð
fyri Ísland. Annars var alt
hitt, sum eg segði, mín hjart
ans meining: Tað ber kki til
at seta føroyska sendistovu
á stovn í Íslandi, uttan undir
føroyskum flaggi og ongum
øðrum. Hesum eru helst
flest allir føroyingar samdir
við mær í, uttan mun til
flokslit. So kanst tú kalla
meg og aðrar fundamental
istar so galið tú vilt.
Eg eri bangin fyri, at
fyrrverandi
lektarin
við
Københavns
Universitet,
sum hevur búð í Danmark í
umleið 50 ár av lívi sínum,
kennir alt ov lítið, fyri ikki
at siga einki, til tað sam
skifti, sum er og hevur verið
millum íslendingar og før
oyingar, bæði nú og langt
aftur í tíðina, ella ta virðing,
sum íslendingar hava fyri
føroyingum í dagliga lívi
num.
Tað verður ein tungur
burður fyri okkara sendi
harra at samleikagera seg
fyri
íslendingum
undir
danska flagginum. Tað verð
ur til óbótaligan skaða fyri
føroyingar, sum hava sett
virki á stovn – summir stórt
virksemi – og fyri allar teir
føroyingar, sum búgva í
Íslandi. Tað verður trupult
hjá teimum at rættvísgera
hetta.
»Frítt spæl fyri grovheit
um« kallar fyrrverandi lekt
arin tað, at eg segði, at
Ísland er einasta land í heim
inum, ið virðir okkum sum
tjóð – tað kallar hann »toku
snakk« – aftur eitt dømi
um hansara óvitan um viður
skiftini.
Fyrrverandi lektarin sig
ur, at tað er í lagi, at Ísland
setir generalkonsulant á
stovn í Føroyum, ístaðin
fyri gamla konsulatið. Her
kann eg lata hann vita, at
síðan 2001 hevur verið
íslendskur
aðalkonsul
í
Føroyum, nevniliga Poul
Mohr. At íslendingar nú
senda ein royndan sendi
mann til Føroya við serstak
ari sendistovu, er í fínasta
lagi, og hann skal vera
hjartaliga vælkomin.
Eg skal lata fyrrverandi
lektaran vita, at eg havi
fingið nógvar jaligar aftur
meldingar frá fólki fyri sam
røðuna, eisini frá góðum,
gomlum sambandsfólki.
Tað, sum ivaleyst nívir
fyrrverandi lektaran inn á
sálina og helst hevur gjørt
tað, síðan Múrurin fall, og
allar hansara ismur: komm
unisma, stalinisma, marx
isma, leninisma o.s.fr. eru
rapaðar, hevur gjørt, at
hann hevur mist sín sam
leika. Tí skal tað nú ganga
út yvir frælslyntar føroying
ar við øllum vápnum.
Eg sigi sum tað stendur í
Høgna tátti:
»Tí svaraði Høgni
Gjúkason,
her elvist ein illur sigur,
leiðist mær nú á
Húnalondum,
at høgga trælir niður«.
Aftursvar til Rolf, fyrrverandi lektara við Københavns Universitet
Poul Mohr