Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mars 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 50 - 12. mars 2007 11 Tórshavnar kommuna kann ikki keypa allan miðbýðin, læt okkum fáa lív í mið­býin aftur 22. februar var býráðs­ fundur, har eitt av málunum var keyp av Skeiva Pakkhús, men tíbetur fall málið við 7 atkvøðum (6 vóru fyri). Tey, ið vóru fyri at keypa tosaðu nógv um mentan, men ongin tosaði um, hvat fyri mentan skuldi inn í húsið - tá tey blivu spurd um, hvat fyri mentan, varð svarið alt møguligt. Forkvinnan segði, at Bý­ráðið hevði fingið í boði at keypa húsið fyri 12,5. mill. og at kommunan kundi ikki siga nei, tí at tað handlar ikki bara um peng­ ar. Undirritaði spurdi so for­ kvinnuna, um hon eisini hevði verið fyri at keypt tað, um kommunan fekk tey í boði fyri 20 mió, men tað svaraði hon ikki uppá. Leivur Hansen, býráðs­ limur mælti til at koyra mál­ ið í mentamálanevndina, og tað uppskotið fall (3 vóru fyri og 4 ímóti) og 6 býráðs­ limir tóku onga støðu, 3 av limunum í samgonguni sum sita í mentamálanevndini høvdu onga støðu, og mill­ um tey var forkvinnan Hild­ ur Eyðunsdóttir, so kunnu skattaborgarnir spyrja seg sjálvan hví. Eg skilji væl hví, tí tey vita ikki, hvat húsið skal brúk­ast til, men tað er so lætt at keypa fyri skatta­borg­ arans pengar. Eg vil heita á borgarstjóran um at fylla mentan inn í øll tey gomlu húsini, sum komm­unan eigur, og tey eru ikki so fá, áðrenn keypt verður meir (hann sigur, at tað er á veg). Eitt av húsun­ um sum kommunan hevur átt í nøkur ár er Müllers pakk­hús, og tað er ikki liðugt enn, og tað sum er liðugt verður ikki brúkt nógv til mentan.  Til samgongulimirnar, ger sum Leivur Hansen og taki eina støðu sum tit halda er røtt og ikki lurta eftir borg­ar­stjóranum, tí tá ar­beiða tit fyri skatta­borgar­ nar, og tað er tað tit eru vald til. Heilar tólv ferðir hava vit í andstøðuni á ymsan hátt varpað ljós á tørvin hjá Hvalbiar sókn fyri einum tunli og einum eftirskúla. Hetta er gjørt í eini røð av fyrispurningum og játt­ an­aruppskotum hesa ting­ setuna. Á tingborði liggja nú aft­ ur tvey mál til tingsins við­ gerð. Løgtingsmál nr. 1-8 um eykajáttan upp á 7,5 mió. kr. til at fara undir Atlantic Adventure Eftirskúlan í Hvalba. Og løgtingsmál nr. 1-11 Eykajáttan 2 mió.kr. til prosjektering av nýggjum tunli við tilhoyrandi vega­ føring úr Trongisvági og út aftur vestan fyri Nes í Hvalba. Landsverk er komið fram til mest hóskandi linju­føringina, og upp­ hædd­in skal nýtast til pro­ sjektering av hesi ætlan.  Breið semja er á tingi og í landsins stýri um, at Suðuroyggin er vorðin eftirbátur í teirri stóru sam­ felagsmenningini, men kort­ini er eingin nýggj íløga løgd hagar hetta sam­ gonguskeiðið. Ein av virknastu bygdun­ um í landinum verður darv­að, og fær hvørki virkað ella ment seg víð­ ari, fyrr enn almennu Før­ oyar veita sóknini líkinda ferðasamband. Hvalbiar sókn er kend fyri sítt avbera dugnaliga trolarafólk og hevur tríggj­ ar trolarar og eitt trolvirki. Harafturat er farið undir toskaaling, og eisini eru áralongu fyrireikingarnar um Eftirskúlan í Hvalba komnar undir land. Men tíverri er ikki kom­ andi til bygdar við fram­ komnum flutningstólum. Bergholið hagar er skjótt hálvthundrað ára gamalt og lýkur á ongan hátt tíð­ arinnar krøv. Rokna vit kost/nyttu út­rokningar fyri Hvalbiar sókn, koma vit skjótt eftir, at almennu Føroyar hava eina upplagda skyldu at fara undir bergholið hagar beinanvegin. Ein munandi menning fer tá at taka seg upp, og íløgan fer at rinda seg aft­ ur eftir fáum árum til al­mikið gagn fyri virk­ semið í Hvalbiar sókn og í Suðuroynni sum heild. Vinnulívið í Suðuroynni verður tá fyri stórum fram­ brotum.  Bøtt verður munandi um umstøðurnar at virka og flyta aldan tosk virkj­ anna millum, fisk og fiska­ úrdráttir til avskipingar og trol og reiðskap millum trol- og lemmavirkini í oynni. Ivaleyst fær kolanáms­ vinnan, har nýggj ætlan er í umbúna, eisini almikið gagn av hesum framtaki. Fyrsti føroyski eftir­ skúlin, sum skal leggjast í Hvalba, fær sjálvandi eis­ ini sera stóra nyttu av betri ferðasambandið hendan vegin. Lestrar umhvør við, næmingar og lærarar fáa aðrar og bøttar møgu­leik­ ar.  Familjulívið, ítrótturin, frítíðin, ja, snøgt sagt allur trivnaður í sóknini og oynni sum heild, kemur tá í annað ljós. Visjónin hjá lands­stýri­ num um at leggja hesa tunn­ilsgerð á ís, aftan á allar aðrar, ein hálvan mans­aldur frammi í tíðini, er eitt politiskt mistak av teimum heilt stóru, og fer at níva Hvalbiar sókn niður á knøini, gerst visjón­ in veruleiki. Visjónin hjá landsstýri­ num frystir Hvalbiar­tunn­ ilin niður ein hálvan mans­ aldur, og sama visjón sær als ongan tunnil til Fám­ jins fyri sær. Tað er ikki so frægt, at hann verður festur á blað. Hvat ilt suðuroyingar hava gjørt landsins kosnu monnum, er ikki gott at vita.  Vit í Tjóðveldis­flokki­ num síggja hinvegin land­ ið og fólkið við heilt øðr­ um eygum, og mæla til bein­anvegin til at fara undir at  byggja land sam­ an við vinnuliga fram­sókn­ um fjøltáttaðum bygda­løg­ um. Lat okkum gera tað, og so heldur leggja almenna stovuprátið á hotellunum í høvuðsstaðnum á hillina ein mansaldur ella so. Men tað gjørdi Jørgin Nicla­ sen, tá hann í útvarpinum fríggjakvøldið viðgjørdi mín persón í samband við flaggstríðið í Reykjavík. Eg skal her gera nakrar viðmerkingar og rættleið­ ingar til tað, sum sagt bleiv. Eg skal ikki fara í smálutir – tað man vera tað frægasta beint nú. Poul Michelsen hevur ikki mist nakran sess í uttan­ landsnevndini, sigur Jørgin Niclasen. Hetta er ósatt. Eg misti sessin orsaka av flagg­mál­ inum, og Anfinn heldur fram í nevndini av somu or­søk – lat ongan iva vera um tað. Søgan um, at eg skuldi fara í uttanlandsnevndina fyri Anfinn gongur umleið 8-9 mánaðir aftur í tíðina. Tá varð gjørt eitt yvirlit yvir arbeiðsbýtið hjá ting­ manningini. Yvirlitið bygdi á 2005. Niðurstøðan var, at summir tingmenn høvdu alt ov nógv at gera og aðrir ov líti. Teir sum høvdu í meira lagi vóru Anfinn Kalsberg og Óli Breckmann. Avrátt var tí, at Óli skuldi lata fra sær Norður­landa­ ráðið og Anfinn uttanlands­ nevndina. Eg skuldi so fara í Uttan­ landsnevndina og lata sess­ in í Útnorðurráðnum frá mær. Óli Breckmann bjóðaði Poul – fyri frið skuld - sín sess í uttanlandsnevndini sig­ur Jørgin Niclasen. Hetta er ikki samanhangið og beinleiðis ósatt. Eg kenni samanhangin, men skal ikki fara nærri inn á hetta. Jørgin kennir tað eis­ ini, men eg eri vísur í, at hann heldur ikki er áhug­ aður í at fara inn á veruliga samanhangin. Poul Michelsen hevur nógv­ar nevndasessir og KRAVDI enn fleir, sigur Jørgin Niclasen. Hetta er ósatt.Eg havi fyri tað fyrsta ikki kravt nakað sum helst. Tað yvirlitið, sum vit gjørdi um arbeiðs­ býtið í tinginum var grund­ arlagið. Arbeiðsbýtið í tinginum er ikki grundað á, hvussu nógvar nevndir ein hevur, men hvussu nógv nevnd­ir­ nar hava at gera, og hvørji málsøki einstøku nevndirnar ábyrgdast fyri. Summar nevndir hava ein fund um árið aðrar 50. Alt hetta veit Jørgin, men fólk veit tað ikki og við bert at vísa til talið á nevndar­ sess­um, gevur Jørgin eina ranga mynd av málinum. Poul er bara órímuliga grammur var boðskapurin. Hetta er ikki so – eg haldi bara, at arbeiðsbýtið er skeivt. Eg kann siga so mikið, at hesa somu fatan høvdu aðrir tingmenn í flokkinum m. a. bæði Jørgin og Anfinn. Poul valdi at fara uttan um flokkin við flaggmál­in­ um, sigur Jørgin Niclasen. Hetta er ósatt. Eg havi vent mær til bæði tingmenn, floksleiðslu, løgmann og umsiting hansara fyri at fáa steðga vanlukkuætlanini í Reykjavik. Ein skal vera bæði blindur og deyvur, fatar ein ikki tað álvara, eg havi lagt í hetta mál. Eg haldi meg vita, at Fólkaflokkurin í skrivandi stund ikki hevur nakra fe­lags niðurstøðu til flagg­ málið í Reykjavík. Hvussu skuldi flokkurin hjálpt mær? Aftan á at løgmaður og m. a. eg sjálvur vóru í Reykja­vík, har løgmaður og eg umrøddu málið nógv, kendi eg meg vísan í, at løg­ maður fór at venda aftur til mín um, hvussu málið kundi loysast á ein nøktandi hátt. Tað gjørdi hann ikki. Tá vanligt diplomati ikki rakk, og tíðarfreistin fyri at leggja mál fram í tinginum var við at renna út, hevði eg einki annað val enn at taka málið í egnar hendur. Og tí liggur málið soleiðis nú. Tað skuldi frøtt meg, um Fólkaflokkurin, heldur enn at leggjast eftir mær, stuðl­ aði málinum og tryggjaði okkum føroyingum eina sendi­stovu ella umboðsstovu í Reykjavík við føroyskum eyðkenni og ongum øðr­ um. Flokkurin vildi ikki ofra Anfinn í Uttanlandsnevndini – ein erfarin og góður sjálv­ stýrispolitikkari. Hetta er ikki satt. Eg havi ikki vilja ofrað nakran sum helst. Talan var um at um­skipa arbeiðið, lætta um hjá Anfinni, og fáa betri javnvág í arbeiðið. Hetta vita floksfelagar mínir alt um – so hví bera slíkt fram í fjølmiðlunum Jørgin? Eg haldi, at tað er ótrúligt, at Jørgin Niclasen – sigst kanska at vera komandi floksformaður – skal fara so langt. Eg eri væl greiður yvir, at vit eru í ringum skør­­um í løtuni, men við­ hvørt skal rørast í grýtuni, og tað yvirliva vit nokk. Tó er ikki víst, at løgurin tolir, at arsinik verður koyrt í. Vánalig floksdiciplin? Eg skal viðganga, at eg í løtuni ikki gangi í takt við mínar floksfelagar á tingi. Hinvegin haldi eg meg als ikki ganga einsamallan í flokkinum. Eg haldi meg til stevnu­ skrá Fólkafloksins. At eg havi mist mín sess í uttanlandsnevndini er ein veruleiki, sum Jørgin Niclasen ikki skal lúgva seg burturúr. Nakað annað er so, at hetta er nakað, eg góð­ taki, og sum eg ikki geri meira við. Summir skulu hava upp um oyrini í tingarbeiði og tilsvarandi ávirkan. Tað verður av summum mett bæði rætt og rímuligt – kanska einamest av teimum sjálvum. Tá aðrir bjóða seg fram, verður hetta mett sum, at ein er grammur og frekur. So sanniliga endaði Jørg­ in Niclasen við at siga, at sjálvt um Poul Michelsen ikki hevði fortjent tað, so hevði hann fingið ein vara­ limasess aftrat. Nú eri eg frammanundan varamaður hjá onkrum ting­ manni í onkrari nevnd og skal fyri ein góðan ordan skuld upplýsa, at eg ongan­ tíð enn í hesum valskeiðnum havi møtt á nøkrum fundi sum varamaður. So ein varðalimasess aftrat má sigast at vera stórt gávumildni – næstan ovmikið. Takki so hjartaliga fyri stórsinni – Jørgin. Tað er ein dagur aftur í morgin, og hann hevur størri týdning enn dagurin ígjár. Mín vón skal vera, at Fólkaflokkurin stendur saman í flaggmálinum, og at ein virðilig loysn verður funnin á hesum – ein loysn, sum flytur okkum frameftir og ikki afturum 1930. Tað er tað málið, tað snýr seg um og ikki nakað annað. Tingið hevur í tveimum fyri­ spurningum viðgjørt Sand­ oyartunnilin, og er tað ein veruleiki, at viljin at gera Sandoyartunnilin er stórur. Í morgum bar Kringvarpið tíðindi úr tinginum, og varð sagt, at álitið at gera Sand­ oyartunnilin kom ikki í hesi tingsetuni, og hava flest fólk sjálvsagt miskilt hesi tíð­indi. Tá sagt verður soleiðis meinast tað við, at anlegs­ lógin kemur fram á ólav­ søku. Tað sum Bjarni Djurholm segði var: 1) at kanningarnar vórðu lidnar í mai 2)  at flokkarnir skulu fáa álitið áðrenn summar­ steðgin. 3) at verklagslógin skal leggj­ast fyri tingið á ólav­ søku, og tá byrjar ein nýggj tingseta, og tað er tað, sum fólk hava mis­ skilt. Hetta havi eg skriftliga frá Bjarna Djurholm, lands­ stýris­manni og løgmanni Jóannes Eidesgaard. Fáur lýgur meira enn helvtina sigst Poul Michelsen løgtingsmaður Gerhard Lognberg Býráðslimur, Tórshavn  Høgni Mikkelsen Hergeir Nielsen Hvalbiartunnilin er komin á tingborð Sandoyar tunnil í hesum valskeiðnum Skeiva Pakkhús ein røtt avgerð viðmerkingar