mánadagur 12. mars 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 50 - 12. mars 2007
Í síni áhugaverdu og hugvekjandi røðu á Grækaris
messuhaldinum í gjár nam Elin Heinesen, nýggir
stjórin á nýggja ferða- og vinnustovninum við teir
ómetaliga nógvu ótroyttu møguleikar, sum vit
hava her í Føroyum. Hon gjørdi eitt nú vart við
møguleikarnar fyri einastandandi upplivingum –
og vísti hon í hesum sambandi á, at upplivingar
búskapurin skapar størstu virðini í heiminum.
Víst varð á, at vit hava so nógv gott at bjóða, sum
er forkunnugt fyri onnur. Vit skulu bara brúka hug
flogið, sum er tað mest virðismikla tilfeingið, vit
eiga.
Røðarin nevndi nøkur áhugaverd dømi um ótroytt
ar møguleikar og tók fram niðurløgdu radarstøðina
á Sornfelli, sum kundi verið nýtt sum ein upp
livingardepil til almenningin og vitjandi uttanifrá.
Vit kundu t.d. brúkt hellini har inni til framsýningar
bæði fyri børn og vaksin, sum lýstu søgur og sagn
ir úr Føroyum, umframt konsertir, fundir, skeiðvirk
semi – kanska eitt kaldakrígssavn, sum kundi vakt
altjóða áhuga – og so gjørt matstovu uppi í kuplu
num við útsýni yvir allar Føroyar – fjallatoppar so
langt eygað røkkur góðar dagar. Hetta er eitt frá
líkt hugskot, sum myndugleikarnir eiga at taka í
størsta álvara.
Elin Heinesen nevndi, at okkara landafrøðiliga
staðseting úti í havinum ger, at Føroyar eru millum
vátastu lond í heiminum. Men, helt hon fram, júst
vatnið, sum vit hava í so ríkiligum mongdum í
Føroyum, kann kanska vísa seg at vera eitt tað
størsta virðið, vit hava. Tí tað er uttan iva her – í
ráligu náttúruni við vatninum og klettinum í ævig
um hornatøkum – at fascinatiónskraftin hjá okk
um liggur allarmest – í øllum førum fyri tey, ið
liva í turrari londum. Elin Heinesen minti á, at
fyri ferðafólk kunnu Føroyar gerast eitt ævintýr
land – The Magical Misty Fairy Islands – har
menniskjuni hava leitað saman í dølum og lagdum
niðri við sjóvarmálan í íheimligum, litríkum, heit
um húsum, ið veita lívd og vernd móti náttúruni,
sum leikar í uttanfyri. Tey trívast her, tí tey vita, at
líka so vill og rá náttúran kann vera, líka so mild
og blíð er hon, tá vindurin leggur seg og sólin kem
ur fram. Samantikið ein sera hugvekjandi røða,
sum má geva okkum øllum nakað at hugsa um og
hartil bæði kann vera eitt íkast til orðaskiftið og til
íblástur hjá myndugleikum og einstaklingum ikki
minst ungdóminum.
Sosialurin
Hugflog sum tilfeingi
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Nú vilja tjóðveldismenn at
okkara
umboðsstova
í
Íslandi heldur skal vera und
ir vernd av veðragjólinar
skjøldrinum,
enn
undir
prúðu
donsku
leyvuni.
Dannebrog, sum varð givið
okkum av himli, skal heldur
ikki sleppa at veittra á sendi
stovuni, men ein klútur,
funnin uppá av nøkrum
dekadentum studentum í
Keypmannahavn, skal vísa
tignina.
Veit Tjóðveldisflokkurin
ikki, at stríðst hevur verið
so manniliga undir Leyvuni
og Dannebrog í Iraq, at nú
kunnu hermennirnir takast
heim. Og brátt verður støð
an hin sama í Afghanistan.
Talibanar, shiittar, sunniar
og antikristin fara at verða
rikin eftir hæli, nú danir fáa
møguleikan at hækka talið
av hermonnum har.
Løgmaður segði tað so
beinrakið, at betur kann tað
neyvan sigast.
“Bert undir Dannebrog
fáa vit tað slagkraft og tign,
sum ein slík stova skal
hava.”
Hann dugir væl, hann løg
maður. Men so er hann eis
ini av góðum skaldabergi
sprottin. Veit Tjóðveldis
flokkurin ikki, at fortreytin
fyri at fáa tollfrían snaps er,
at stovan hevur diplomat
status.
Latum okkum, fyri eina
ferð skyld, fylkjast í góðari
semju undir Dannebrog –
meðan vit enn sleppa.
Veit ikki, hvussu innføddu
hoyvíkingunum dáma tað,
men um okkum sum hava
bygt í hoyvíkshaganum, Á
Flat, Millum Gilja o.s.fr.,
verður sagt, at vit búgva í
Hoyvík. Vit skulu, eins og
flestu onnur til arbeiðis
hvønn morgun og okkara
børn skulu í skúla. Skúl
arnir, sum børnini skulu í
eru Hoyvíkar Skúli, Stu
dentaskúlin ella Eysturskúl
in. Í fleiri húsum skulu
børnini í tveir ella kanska
allar tríggjar skúlarnar. Tí
er Mannbrekka ein avger
andi høvuðsár, ein sambind
ingarliður, ið vit ikki kunnu
vera fyri uttan. Eisini hjá
teimum, sum bert hava børn
í Hoyvíkar Skúla, og sum
skulu til arbeiðis, tá hesi
eru sett av.
Trupulleikin við Mann
brekku er bara tann, at hon
verður ikki saltað, tá hálka
og kavi er. Tá tað er kalt og
hált, er ein falt ikki koyrandi
oman eftir Mannbrekku,
líka mikið um bilurin er
væl skøddur. Tí mugu nógv
hoyvíksfólk koyra Vegin
Langa á tamb og so oman
eftir Hvítanesvegnum frá
rundkoyringini undir Før
oya Tele.
Havi spurt viðkomandi
fólk hjá Tórshavnar komm
unu, hví Mannbrekka ikki
verður saltað, og svara hesi
stutt og greitt: Mannbrekka
skal ikki saltast, tí har skulu
børnini skreiða. Jú, setn
ingurin, tú júst hevur lisið
ljóðar: Mannbrekka skal
ikki saltast, tí børnini skulu
skreiða har. Fór til stuttleika
runt í Havnini og royndi at
hyggja eftir skreiðimøgu
leikum hjá børnum. Fann
einki stað, sum var meira
vandamikið at skreiða á enn
Mannbrekku.
Eru tit í kommununi
blivnir í ørviti, ella...?
Nú var Jørgin Evald Sol
munde í bløðunum við ein
um lesarabrævi, har hann
proklamerar, at oyggjaleikir
eru ein hóttan fyri føroyskari
ítrótt. Hetta er nakað, sum
er ilt at skilja, tí oyggjaleikir
er eitt kappingartilboð til
nakrar
ítróttargreinar,
hvørki meir ella minni.
Hvør einstøk ítróttargrein
kann taka av hesum tilboði
ella lata verða. Tað hevur tó
víst seg, at tær ítróttargreinar,
sum hava tikið av tilboðnum,
hava í flestu førum merkt
ein nógv øktan áhuga mill
um manna, og hetta serliga
tey árini oyggjaleikirnir
eru. Hetta hevur so aftur
ført við sær eitt hækka støð
ið innan somu ítróttargreinar.
Hesin vøkstur er sjálvandi
minni tey árini tá ongir
oyggjaleikir eru. At ein so
kann finna uppá at lasta
oyggjaleikunum fyri, at økti
áhugin ikki er líka nógv til
staðar í millum-árunum, er
púrasta burturvið. Tað er
uppgávan hjá avvarðandi
sersambandi at hava tilboð
til limirnar, ið kunna moti
vera til framhaldandi og
langsigtaða venjing. Hetta
má verða á øllum stigum.
Bæðið hjá teimum sum
einans kappast her heima,
teimum sum droyma um at
koma til oyggjaleikir og
teimum, sum droyma um at
gerast heimsmeistarar.
Viðvíkjandi støðinum á
oyggjaleikunum, so er tað
rættiliga sjáldsamt, at føroy
ingar megna at dominera
somikið, at ongin spenn
ingur er. Undantakið eg
havi uppliva eru fótbólts
kvinnurnar. Tað kann tó
skjótt henda at onnur lið
ella einstaklingar megna at
koma upp á eitt so mikið
høgt støði, at tað er meira
spennandi at satsa uppá
aðrar kappingar. Her er tað
so, at munur er á ítróttar
greinum, har nakrar hava
megnað at vunnið sær
altjóða limaskap og tí
sleppa við til HM og EM,
meðan aðrar ikki hava
henda møguleika. Her skal
tó havast í huga, at ongin
kann mennast av einans at
luttakað í FM og HM/EM.
Tí
mugu
verða
aðrar
fyrireikandi kappingar. Um
hesin
einstaklingur
ella
hetta lið so velur at verða
við á oyggjaleikunum, sum
part av fyrireikingunum til
HM, og har vinnur Føroyum
heiður og æru, so dugi eg
ikki at síggja hetta sum
nakra katastrofu.
At útnevna oyggjaleikir
til trupulleikan innan før
oyska ítrótt er tí, eftir mín
um tykki eins rætt, sum tað
er at útnevna Microsoft
Word til trupulleikan innan
føroyska
skaldsøguskriv
ing.
Heri
Ziska
Vesturi á Flat
Finnur
Helmsdal
Tað kann ikki passa
Oyggjaleikir - hóttan ella tilboð?
A. Guttormur
Djurhuus
Undir Leyvu og Dannebrog