Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mars 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 50 - 12. mars 2007 - Smyril kann ikki sigla næsta hálva árið uttan stabilisatorar. Tí skal umvælingin gerast alt fyri eitt, sigur Henrik Old, løgtingsmaður. Saman við Johan Dahl, løgtingsmanni, var hann á fundi við Jacob Vestergaard í morgun fyri at fáa umvælingina framda alt fyri eitt SAMFERÐSLA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Suðuroyartingmenninir Henrik Old og Jóhan Dahl stevndu í morgun Jacobi Vest­ergaard, landsstýris­ manni, til fundar suðuri í Vági. - Tað kom fram fríggja­ kvøldið í sjónvarpinum, at um­vælingin av stabilisa­tor­ unum í Smyril møguliga ikki skuldi gerast fyrr enn í heyst, tá skipið kortini skuldi í dokk. Hetta ber als ikki til, og tí vilja vit finna onkran útveg at loysa hend­ an trupulleika, segði Henrik Old, løgtingsmaður. Løgtingsmaðurin sigur, at tíðindi loyptu hvøkk á suð­uroyingar – tí ein slík av­gerð elvir til nógvar trupul­leikar og fær nógv fólk at setast aftur. - Tað ber ikki til at útseta hesa umvæling. Vit hava ráðført okkum við fólk, sum hava skil fyri hesum, og sum siga, at tað kann vera sera vandamikið, tá skip­ið siglir við nógvum tung­um farmi – eitt nú frá fiskiídnaðinum, men eisini við maskinum í sambandi við tunnilsgerð – tí koppar slíkur farmur, so kann tað elva til stóran skaða, sigur Henrik Old. Hann heldur ikki, at tað ber til at útseta hesa um­væl­ ing Á fundinum við landsstýr­ is­mannin umrøddu teir møgu­leikan annaðhvørt at fáa skipið í dokk bein­an­ vegin. Hetta kann t. d. ger­ ast í Frederikshavn, men tað er tó ikki vist, at skipið sleppur framat. Men um so er, so kann hugsast, at skip­ ið fer úr Føroyum sunnu­ kvøld og verður aftur einar fýra dagars einni, sigur Hen­ rik Old. - Landsstýrismaðurin hev­ ur fingið at vita, at tað nú verður kannað, um umvæl­ ingin møguliga kann gerast, uttan at skipið skal í dokk. Um so er, so kann tað gerast í Føroyum, men hetta verð­ ur mett sera óvist, sigur Hen­rik Old. Men eitt er vist, sigur løg­ tingsmaðurin og skiparin úr Vági, Henrik Old. - Skipið kann ikki sigla soleiðis næsta hálva árið. Vit skulu minnast til, at í apríl og mai kann hann verða liggjandi í dagavís av eystri og landnyrðingi, og tá kunnu blíva nógvar av­lýsingar, og tað ber ikki til, sigur hann. Um so verður, at skipið skal vera í dokk í longri tíð, so er neyðugt við avloys­ara­ skipi. Ferjan St. Ola, sum fyrr ehvur avloyst gamla Smyril liggur í Estlandi og kann fáast til vega. Men tá skal eykajáttan til frá løg­ tinginum. - Men tekur umvælingin bara nakrar fáar dagar, so ber til at hjálpast við sam­ bandi um Sandoynna, held­ ur Henrik Old. Henrik Old sigur at enda, at fundurin í morgun eisini hevði til endamáls at hava fáa ein ”plan B” kláran, tá slíkar umstøður eru, og at hetta var landsstýrismaðurin sinnaður til. Stórt hugnakvøld í Skálanum Leygarkvøldið 17. mars skipar Stuðulsfelagið ”Dragin” fyri stórum borð­ haldi við undirhaldi og dansi. Eins og undanfarnu ár skipar Stuðulsfelagið ”Dragin” fyri einum hugna­ kvøldi fyri limum og øðrum áhugaðum. Tað er ofta langt ímillum slík tiltøk í Klaksvík, men luttøkan hevur altíð verið stór. Av tí at dansur er aftan á borðhaldi og pallur er settur upp til orkestrið, so er bert pláss fyri umleið 150 fólkum til borðs, har borðreitt verður við heitum mati. Til dansin spæla Heini Z. Dahl og Marne Anthoniusen, sum eisini spældu sera góðan dansi­ tónleik á seinasta Sjómannadegi. Stuðulsfelagið vónar, at nógv fólk kemur, tí dansurin plagar at vera sera góður. Peningurin frá tiltakinum fer allur óskerdur til Skúlaskipið ”Dragin”. Fólkadansistevna á Eiði Dansifelagið Fragin úr Hósvík skipar fyri stórari fólkadansistevnu í ítróttarhøllini á Eiði leygardagin 19. mai 2007. Hetta er afturvendandi stevna, sum er annað hvørt ár. Seinast skipaði ’Upp á tá’ fyri stevnuni í Miðvági. Dansaðir verða ymsir gamlir dansir og fólkasansir. Men eisini verður dansað Rock´n roll foxtrot og linedansur. Umleið nýggju dansifeløg eru runt um alt landið ið dansa hesar dansir. Á dansistevnuni verður skipað fyri frálæru um morgunin fyri øll, ið tekna seg til stevnuna. Seinnapartin verður almenn dansiframsýning kl. 16.30, har dansi­ feløg­ini fara at sýna fram ymsar dansir. Um kvøldið verður veitsla við góðum mati og góðum fólkadansi aftaná. Stevnan er eisini fyri dansarar, ið ikki hava dansað í eina tíð. Føroya Bjór nummar tvey Páskabryggið hjá Føroya Bjór bleiv nr. 2 í ølsmakk­ ingini hjá ”Selskab for Vestjysk Ølkultur”. 75 limir í ”Selskab for Vestjysk Ølkultur”, sum vóru til blindsmakking fríggjadagin 9. mars 2007, hava kosið Páska­ bryggið hjá Føroya Bjór sum nummar 2 (í klassa 1 og 2). Nummar eitt varð Willemoes Påske­ bryg. Føroya Bjór hava klár­ að seg væl í kappingini millum onnur bryggjarí. Páskabryggið var nr. eitt í 2003 og 2004, og síðan 2005 hevur tað verið nr. tvey. Jólabryggið hevur verið nr. eitt síðan 2002. Vilja hava Smyril í dokk beinanvegin Ársroknskapurin hjá Kalli er merktur av vøkstri. Sølan er økt 25 prosent eftir einum ári, og avlopið er 6,4 milliónir krónur. Felagið ætlar at økja um virksemið til fyrimuns fyri føroyska brúkaran, hóast monopolstøða merkir marknaðin SAMSKIFTI Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Virksemið hjá Kalli er vaksið í 2006, og fram­ gongd­in sæst aftur í ársrokn­ skapinum fyri farna árið. Kall hevur økt søluna 25 prosent seinasta árið. Sølan av fjarskiftistænastum var 79,4 milliónir krónur í 2006 móti 63,5 milliónir krónur árið fyri. Avlopið fyri árið var 6,4 milliónir krónur, og tað svarar til, at eginognin er rentað 38 prosent í 2006. Partur av úrslitinum stavar frá sølu av internetparti felagsins til felagið EITT. - Leiðslan er nøgd við gongd­ina og úrslitið. Fyrst og fremst hava starvsfólk okkara gjørt eitt gott arbeiði. Tey eru effektiv og tryggja fyritøkuni meirsølu og fleiri kundar. Kall hevur eisini eina neyva útreiðslu­ stýring. Harnæst kunnu vit staðfesta, at tíðirnar eru góðar, og tað merkist hjá okk­um, tí kundarnir hava økt nýtsluna, sigur stjórin í Kalli, Bjarni A. Bjarnason. Sterkur GSM-veitari Ein greið ábending í ársroknskapinum fyri 2006 er, at Kall hevur lættari at vaksa um maknaðarpartin innan fartelefoni (GSM), har Kall hevur egið net, enn á fastnetsøkinum, har Kall eru tvungið at keypa vørur og tænastur frá almenna kappingarneytanum. - Kall hevur økt um markn­aðarpart sín innan GSM-økið, og er vorðin ein sterkari veitari. Hetta var eitt týðandi mál, ið er rokk­ ið, sigur Bjarni A. Bjarna­ son. GSM-marknaðarparturin er uml. 30 prosent. Kall fór undir at bjóða GSM-tæn­ astur í november 2002, og fyrsta árið vóru 3.000 far­ telefonkundar. Nú hevur fyri­tøkan 13.000. Bert síð­ ani november 2005 eru trígg­ir nýggir Kall-handlar komnir, í Klaksvík, Sal­ tangará og í Havn. Monopolið forðar kapping - Hóast torførar umstøður á marknaðinum, kunnu vit frøast um rokkin mál, sam­ stundis sum vit vilja halda fram at økja um virksemið til gagns fyri føroysku brúk­ ararnar, sigur Bjarni A. Bjarnason, stjóri. Ein hin størsti trupulleikin innan fjarskiftisvinnuna er monopolstøðan á føroyska marknaðinum, har eitt stórt alment felag hevur rættin til netið og tí stóran kapp­ingar­ fyrimun á fastnets­markn­að­ inum. Kall hevur bert 20 pro­sent av fastnetskund­un­ um. - Monopolið forðar fríari kapping. Kappingarneytin hev­ur ongan áhuga í veru­ ligari kapping, og myndug­ leikarnir, ið kundu frígjørt marknaðin, hava áhuga í at varðveita virðini hjá al­menna telefelagnum, sig­ ur Kall-stjórin. Størsta einstaka vandamál­ ið er, um netið endar á pri­ vat­um hondum, og Føroyar fáa eitt privatmonopol. - Tí tala vit fyri at leggja netið í ein almennan stovn, ið er óheftur av privatum áhugamálum. Ikki fyrr enn tá gerst kappingin frí, sigur Bjarni A. Bjarnason, stjóri í Kalli. Gott ár hjá Kalli