mánadagur 12. mars 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 50 - 12. mars 2007
Friðar-
ligt í Havn
Løgreglan
Leo Poulsen
Løgreglan í Havn hevur ikki
havt nógv at gera um viku
skiftið. Vakthavandi sigur,
at fríggjanáttina vórðu tveir
bilførarar tiknir fyri at koyra
við kenning, og leygarnáttina
vórðu tveir tiknir fyri at koyra
ov skjótt. Hesir verða frá
dømdir koyrikortið treytað,
og tað merkir, at endurtaka
teir lógarbrot innan trý ár,
missa teir koyrikortið.
Okkurt herverk er eisini
framt. Fríggjanáttina vóru
nakrir rútar í Evangeliu
húsinum brotnir, og leygar
náttina stóð løgtingshúsið
fyri skotum. Eisini har varð
ein rútur brotin.
Men burtursæð frá hesum
vóru tað bert tríggir persónar,
ið løgreglan tók við á støðina
fyri brot á politiviðtøkurnar,
ið órógvaðu. M.a. hevði
tann eini persónurin spýtt
á løgreglubilin og í aðrar
mátar uppført seg ”býtt”,
sum vakthavandi tekur til.
Hóast hetta nevnda lýsir
løgreglan vikuskiftið sum
friðarligt, serliga tá hugsað
verður um, at P-dagur var
fríggjadagin, og tað vanliga
merkir fleiri fólk í býnum
enn vanligt.
EINKI NÝTT…
Heldur ikki uttan fyri høv
uðsstaðin fekk løgreglan
sveittan fram um vikuskift
ið. Í Norðoyggjum varð ein
bilførari tikin fyri at koyra
við kenning, men tað var
eisini einasta pappírsarbeiði,
politiið mátti gera.
Og í suðri hevði løgreglan
als einki at gera.
Einasta fráboðan var um
eitt rørí einum rulluportri í
Hvalba, sum var brotnað.
Tað kundi verið til vanda
fyri ferðsluna, men Lands
verk umvældi skaðan
beinanvegin, sigur Sommer
Joensen, sýslumaður.
Og til dansin í TB-høllini
møttu bert 8 dansihugað
ungfólk, so har bleiv eingin
gamal.
Heldur ikki um restina
av landinum var nakað
at frætta um ófrið frá
løgreglustøðunum.
Kór á ferð
„Kórið hjá Jóhan“, sum Jóhan Mortensen stjórnar, og sum er
mannað við sangarum av leiðini við Skálafjørðin, fer seinni
í mánaðinum til Danmarkar og Týsklands at hava konsertir.
Á veg til Berlin steðgar kórið í Esbjerg, har tað fer at hava
konsert í Zions-kirkjuni leygardagin 31. mars kl. 18. Á veg
heimaftur steðgar kórið í Sevel nærhendis Skive, har tað
fer at hava konsert saman við einum donskum vinarkóri í
Ejsing-kirkju.
Spara við samanlegging
Í Grønlandi hava politikararnir gjørt av at leggja kommunur
saman, so landið fær fýra stórar kommunalar eindir ístaðin
fyri tær 18 kommunurnar, sum nú eru. Í seinastuni hava
fleiri sagt seg ivast í, at samanleggingin fer at hava nakra
fíggjarliga sparing við sær, men Lars Emil Johansen,
landstingsmaður og framsøgumaður, mælir fólki til at geva
tol. Sambært ætlanini verður sparingin 220 mió. krónur,
men slík broyting tekur tíð, sigur hann.
Áhaldandi leysasøgur
vilja vera við, at
Anfinn Kallsberg ikki
hevur ætlað sær at
stilla uppaftur til løg
tingsvalið, men
sambært vælvitandi
keldum innan flokk
in, er fyrrverandi
løgmaðurin kortini
til reiðar at taka enn
eitt tørn á tingi
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað kundi verið frítíðarítrivið,
seyður, fuglur, náttúran, sum
dróg.
Men tann megin er tó
ikki so sterk, sum trúfestið
móti Fólkaflokkinum – um
ein skal trúgva vælvitandi
keldum, ið standa flokkinum
sera nær. Anfinn Kallsberg
stillar upp til næsta val
eisini.
Hann hevur annars roynt
tað mesta í politikki. For
maður í Fíggjarnevndini,
fíggjarmálaráðharri og ikki
minst løgmaður. So tað eru
fáir av teimum ”tungu”
politisku postunum eftir at
royna. Og haraftrat er hann
annar av sitandi føroysku
fólkatingslimunum.
Alt hetta hevur fingið søg
urnar at ganga um, at Anfinn
ikki fór at stilla upp aftur til
komandi løgtingsval. Og
tað kundi eisini verið væl
hugsandi, ikki minst við
tí í huga, at hann gjøgnum
drúgvu politisku lívsleið
sína hevur tryggjað eitt
fíggjarliga nøktandi otium.
Líka síðani Anfinn Kalls
berg kom á ting í 1980,
hevur hann til hvørt val
”umhugsað” ikki at stilla upp
aftur. Men hvørja ferð hevur
hann tó broytt meining, og
tí eri eg sannførdur um, at
hann eisini til næsta val
fer at verða á listanum hjá
flokkinum í Norðoyggjum,
sigur ein av keldunum, Sosi
alinum hevur tosað við.Og
eisini høvuðspersónurin
sjálvur gevur ábendingar
um, at so verður.
Tað er eingin loyna, at eg
havi fingið og framvegis fái
ótrúliga stóra uppbakking
frá flokkinum, og tað ger tað
ógvuliga torført at taka seg
úr politikki, sigur Anfinn
Kallsberg uttan tó heilt
definitivt at siga, hvørt hann
stillar upp ella ikki. Tað er tó
alt ið bendir á, at so verður.
Og samstundis kveistrar ein
annar Fólkafloksmaður allan
iva um sína framhaldandi
karrieru í politiska lívinum
til viks. Og tað er Óli Breck
mann.
Ivi hevur verið sáddur um
framtíðina hjá fyrrverandi
stavnamanninum, men sjálv
ur sigur Óli:
- Tað kundi kanska verið
stundin til at latið yngri kreft
ir komi til, men sum støðan
er í løtuni ætli eg mær at stilla
upp til eitt skeið aftrat.
Sostatt tykist allur ivi
um politisku framtíðina hjá
tveimum av tungvektarunum
í Fólkaflokkinum manaður
í jørðina.
Sambært keldum í Fólkaflokkinum:
Anfinn og Óli stilla uppaftur
- Tað fer at spara
landi og kommunum
85 milliónir krónur,
tekur nakað av ferðini
av búskapinum, mink
ar eitt sindur um sosi
alu gjónna og bøtir
um grundarlagið fyri
haldgóðum vælferðar
tænastum. Hetta sigur
Tjóðveldisflokkurin
m. a. í viðmerkingum
til uppskotið um at
taka av ætlaða skatta
lættan hjá
Landsstýrinum
POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
- Tað er neyvan komið fyri
oftani, at ein andstøðuflokk
ur, tá bert 10 mánaðir eru
eftir til val, leggur fram
uppskot um at strika skatta
lættar. Tað sigur Høgni
Hoydal, formaður Tjóð
veldisfloksins.
Tjóðveldisflokkurin hevur
lagt uppskotið fram um at
strika skattalættan, sum
samgongan hevur samtykt
fyri 2008. Ein skattalætti,
ið sambært landsstýrinum
sjálvum í minsta lagi fer
at kosta landskassanum 72
mió. kr og kommunum 13
mió. í 2008.
Fyri hetta valskeiðið koma
skattalættar landsstýrisins
annars at kosta landi og
kommunum í minsta lagi 380
mió. kr., sambært tølunum
hjá landsstýrinum.
Høgni Hoydal sigur, at
ikki bara andstøðuflokkar,
men eisini Búskaparráðið,
fakfeløg og allir búskapar
frøðingar, ið hava gjørt vart
við seg, ávara staðiliga ímóti
skattalættnum hjá lands
stýrinum.
Í uppskotinum hevur Tjóð
veldisflokkurin m.a. hesar
grundgevingar:
Tjóðveldisflokkurin heldur,
at skattapolitikkurin hjá
landsstýrinum rætt og slætt
er ábyrgdarleysur:
- Hann er sosialt
órættvísur og veksur um
stættarmunin.
- Hann útholar samhalds
føstu hugsjónina um,
at tann, ið hevur ráð,
letur lutfalsiga meira til
felagsskapin.
- Hann elvir til yvirhiting
av búskapinum, hækkað
kostnaðarstøði, inflasjón,
versnandi handils- og
gjaldsjavna og versnandi
kappingarføri.
- Hann undirgrevur eina
trygga og samhaldsfasta
fígging av vælferðar
tænastum hjá landi og
kommunum, tí landskassin
dúvar í størri mun upp á
mvg- og avgjaldsinntøkur
av privatum forbrúki
– og tá forbrúkið stendur
í stað ella minkar, er eing
in fígging til vælferðar
tænastur.
- Hann hevur elvt til, at
vit ikki hava gjørt okkum
leys av donsku heildar
veitingini, ið nú hevði
verið ein viðfáningur, um
politikkur til frama fyri ein
sjálvberandi búskap hevði
verið førdur, heldur enn
skattapolitisk eksperiment
til frama fyri tey fáu.
Tí verður skotið upp at
strika tann skattalættan,
ið er samtyktur at koma í
gildi 1. januar 2008.
Hetta kann bøta eitt sindur
av skaðanum, ið longu
er hendur – og hetta fer í
minsta lagi:
- at spara landskassanum
72 mió. kr. og kommunun
um 13 mió. kr. árliga,
- at taka eitt sindur av
ferðini av einum búskapi,
ið er á veg móti heilt
álvarsligum trupulleikum,
- at minka eitt sindur um
sosialu gjónna,
- at bøta um grundarlagið
fyri haldgóðum vælferðar
tænastum.
Tjóðveldisflokkurin vil avtaka skattalættan