mánadagur 12. mars 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 50 - 12. mars 2007
7
tíðindi
hetta forkunnuga grótslottið
uppi á Sornfelli sum ein
upplivingardepil til almenn
ingin og vitjandi uttanifrá,
við holinum inn í fjallið
sum eitt portur inn í ein
ævintýraheim. Vit kundu t.
d. brúkt hellini har inni til
framsýningar
bæði
fyri
børn og vaksin, sum lýstu
søgur og sagnir úr Føroyum,
umframt konsertir, fundir,
skeiðvirksemi – kanska eitt
kalda krígs museum, sum
kundi vakt internationalan
áhuga – you name it – og so
gjørt restauratión uppi í
kuplunum við útsýni yvir
allar Føroyar – fjallatoppar
so langt eygað røkkur góðar
dagar. Um so slavin luft
hongur um kuplarnar – ella
veðrið uppá aðrar mátar
vísir tenn – so ger tað
minni, tí tað er eisini ein
partur av upplivingini. Stað
ið er so hugtakandi í sær
sjálvum, at tað er ein heilt
serstøk uppliving undir øll
um umstøðum bara at vera
har. Hetta hevði uttan iva
verið ein so attraktiv og
sansarúsandi
heildarupp
living, at tað skjótt hevði
verið at frætt um tað um
allan heim!
Og so tað besta av øllum:
Í roynd og veru høvdu vit
kunnað útbygt staðið lutvíst
bíliga til hetta ævintýrliga
endamálið, tí tað er jú bygt
frammanundan. Vegur gong
ur allan vegin niðan. Har er
eitt slættað øki til parkering.
Høgligari kundi tað ikki
verið. Um staðið varð brúkt
á ein slíkan hátt, høvdu vit
fingið eitt stórfingið var
tekin fyri Føroyar – eitt ein
dømi í øllum heiminum –
enntá við altjóða søgu aftan
fyri. Um vit bera okkum
rætt at, kundi hetta staðið
saktans blivið heimsgitið
við potentiali til at draga
fólk úr øllum heraðshornum.
Fólk høvdu valfartað higar
fyri at uppliva hetta, tí hvør
kundi ikki hugsað sær at
uppliva eitt ævintýraslott,
sum røkkur uppum skýggini
við útsýni um næstan allan
heim, og sum einaferð var
ein loynilig militerbasa!
Hvussu nógva staðni í heim
inum kann man koma til at
uppliva tað – so lætt og so
høgligt? Hvør kundi ikki
hugsað sær at farið við sín
um børnum til The Misty
Fairy Islands with the Magi
cal Mystery Castle in the
skies... Ævintýraoyggjarnar
langt burturi í tokuni við
gandaslottinum uppi mill
um skýggja. Hugsa sær,
hvussu nógv virði tað hevði
kunnað skapt fyri føroyska
samfelagið, um vit kundu
bjóðað uppá eina slíka stór
fingna uppliving? Hugsa
sær, hvussu nógv fólk –
m.a. peningaíleggjarar úti í
heimi, vit høvdu kunnað
hugtikið við at vísa nakað
so heilt einastandandi fram
fyri teimum?
Ómetaliga nógvar
møguleikar
Ja... eg kundi hildið á...
men nú er hugskotið varpað
út. Sum eg segði í byrjanini
av hesari røðuni: Eg síggi,
at her liggja so óendaliga
nógvir ótroyttir møguleikar
í Føroyum – ikki minst fyri
einastandandi upplivingum
– og í hesum tíðum, har
upplivingarbúskapurin skap
ar størstu virðini í heimin
um, so lat okkum vera við!
Vit kunnu saktans vera við.
Vit hava so ómetaliga nógv
– og kunnu fáa so nógv at
bjóða uppá, sum er púrasta
forkunnugt fyri onnur. Vit
skulu bara brúka hugflogið,
sum er tað mest virðismikla
tilfeingið, vit eiga. Tað er
bara at bretta uppum armar
og at fara í gongd – ikki
minst øll tit ungu, sum
standa her í dag, og sum
eiga framtíðina. ”
Radarkuplarnir og hellið í Sornfelli kunnu
gerast áhugavert ferðamál – tað ræður bara um
at brúka hugflogið, sigur Elin Heinesen
Mynd: Jens Kristian Vang”
”Vit kunnu saktans vera við. Vit hava so ómetaliga nógv
– og kunnu fáa so nógv at bjóða uppá, sum er púrasta
forkunnugt fyri onnur. Vit skulu bara brúka hugflogið, sum
er tað mest virðismikla tilfeingið, vit eiga. Tað er bara at
bretta uppum armar og at fara í gongd – ikki minst øll tit
ungu, sum standa her í dag, og sum eiga framtíðina.”
Kall gott ár
Árið í fjør var tað besta hjá Kall nakrantíð. Sølan
av fjarskiftistænastum var 79,4 mió. krónur í fjør
ímóti 63,5 mió. krónum árið fyri. Úrslitið í fjør
gjørdist 6,4 mió. krónur, og eginognin bleiv rentað
við 38 prosentum í 2006. Bjarni A. Bjarnason,
stjóri, sigur, at leiðslan er nøgd við gongdina og
úrslitið í fjør, og at starvsfólkið hevur gjørt eitt
gott arbeiði. Harafturat er tað hugaligt, at tíðirnar
eru góðar, tí tað ger, at nýtslan veksur, sigur
stjórin.
Nýggjur leiðari
Norðoya Kunningarstova, sum heldur til í Klaksvík, hevur
fingið nýggjan leiðara. Tað er Maiken Steinberg. Hon er 39
ára gomul og úr Klaksvík. Maiken Steinberg, ið tekur við
sum kunningarleiðari eftir Kristian Olsen, sum doyði herfyri,
hevur útbúgving í enskum og týskum máli og hevur eisini
undirvíst í hesum lærigreinum á handilsskúlanum á
Kambsdali. Í løtuni lesur hon spanskt við sjálvlestri á HF-
skeiðinum í Klaksvík.