mánadagur 12. mars 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 50 - 12. mars 2007
Loyniligt ævintýra
slott á Sornfelli
”Jú, vit hava eitt ævintýrligt
land. Men hvussu kunn u vit
skapa heilt eina standandi
upplivingar, sum kundu
gjørt hetta landið enn meira
ævintýrkent fyri vitjandi
enn onn ur lond, vit kappast
við? Vit kunn u t.d. hugsa
stórt – tvs. vit kunn u skapa
nøkur spektakuler vartekin
her, ið fólk um allan heim
kunn u gerast hugtikin av.
Vit hava faktiskt veldugar
møguleikar, harav eg gjarn a
vil nevna bara eitt hugskot
til ein: 750 metrar uppi
miðskeiðis á Streymoynn i,
liggur nakað, sum kundi
blivið eitt heilt eina stand
andi vartekin, sum ikki
kenn ir sín líka nakra staðni í
heiminum. Radarkuplarn ar
og hellini høgd inn í Sorn
felli, sum NATO nú er rýmt
úr, liggja har uppi – sum
eitt loyniligt ævintýraslott
høgt inn í grótið, við radar
kuplunum sum torn , ið
kneysa spelkin uppúr fjalla
tromini. Í mong, mong ár
var hetta ævintýra slottið –
eins og slottið í søguni um
Torn urósu – óatkomiligt og
bann að almenninginum at
uppliva, men nú... nú sleppa
vit endiliga at síggja, hvat
goymir seg har uppi.
Tá veðrið er klárt, er út
sýnið heilt fantastisk hig
anifrá yvir tað einastandandi
jarðfrøðisliga fyribrigdið,
sum Føroyar eru – vátasta
landið í heiminum – kanska
við pollamjørkanum dand
andi í dølunum. Tað kenst
sum eitt ævintýr. Sjálv havi
eg verið uppi á Sorn felli
eina ferð við einum útlend
ingi í góðum veðri eitt vak
urt kvøld, tá sólin setti.
Hann greiddi frá, at hann
einaferð hevði verið uppiá
heimsins taki – Himalaya-
fjøllunum, har tey máttu
ganga í nógvar dagar fyri at
koma so høgt upp, at tú
kundi síggja útyvir fjalla
topparn ar. Hann segði, tað
var ‘a breathtaking experi
ence’. ‘You are lucky’ segði
hann , tí her koyrir tú bara
15 til 20 minuttir úr Havnini
– ella ein hálvan tíma av
flogvøllinum, so kanst tú
fáa akkurát somu spektaku
leru upplivingina – tað føld
ist akkurát líka ‘breath
taking’ sum í Himalaya at
standa uppi á Sorn felli og
síggja útyvir endaleysar
raðir av fjallatoppum, segði
hann ! This is pure magic!
Hann helt, at tað var heilt
ótrúligt, at vit nærmast
hildu hesa perluna loyniliga
fyri umheiminum.
Eitt eindømi í
øllum heiminum
Hugsa sær, um vit nú brúktu
Føroyskt Himalaya á Sornfelli
- Hugsa sær, um vit nú brúktu hetta
forkunnuga grótslottið uppi á Sornfelli
sum ein upplivingardepil til almenningin
og vitjandi uttanifrá, við holinum inn í
fjallið sum eitt portur inn í ein ævintýra
heim. Vit kundu t.d. brúkt hellini har inni
til framsýningar bæði fyri børn og vaksin,
sum lýstu søgur og sagnir úr Føroyum,
umframt konsertir, fundir, skeiðvirksemi –
kanska eitt kalda krígs museum, sum
kundi vakt internationalan áhuga segði
Elin Heinesen, stjóri á nýggja Vinnuframa
stovninum í Grækarismessurøðu síni í
Havn sunnudagin. Vit geva Elin orðið:
Elin Heinesen: ”Her liggja so óendaliga nógvir ótroyttir møguleikar í Føroyum – ikki minst fyri einastandandi upplivingum – og í hesum tíðum, har upplivingarbúskapurin skapar størstu virðini í
heiminum, so lat okkum vera við!”
Mynd: Jens Kristian Vang
Trúboðin nýggja heimasíðu
Í langa tíð hevur verið arbeitt við at fáa HYPERLINK ”http://
www.trubodin.fo” www.trubodin.fo dagførda. Í dag ber til at
síggja úrslitið á netinum. Nýggja heimasíðan hevur nógv fleiri
møguleikar í mun til gomlu síðuna. Til ber at leggja fleiri myndir
til somu grein, til ber at skriva til spurn arkassan, ein kann atkvøða
um ymiskt á síðuni, nógv fleiri møguleikar eru fyri lýsingum á
síðuni, og tíðindini koma munandi betri til sjóndar á síðuni eins
og tað er lættari at finn a runt. Nýggja síðan hevur eisini fleiri
upplýsingar enn gamla síðan hevði.
Ungdómskvøld á
Klaksvíkar bókasavni
Týskvøldið 13. mars kl. 19.30 verður ungdómskvøld á
Klaksvíkar bókasavni, har ungfólk fara at framføra drama
og ungir guitarleikarar úr Klaksvíkar Tónlistaskúla fara at
framføra tónleik. Eisini fer 18 ára gamla Sigga Maria
Hjalmarsdóttir Højgaard at lesa yrkingar úr yrkingasavni
sínum ”Orð hava tagnarskyldu”, sum kom út í februar.
Ungdómskvøldið er fyri fyri ung úr 7. flokki og eldri.
Hetta kvøldið verður eisini okkurt leskiligt at fáa.