mánadagur 12. mars 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 50 - 12. mars 2007
tíðindi
Grækarismessurøða
”Góðu fundarfólk, góðu skótar,So
hoyra vit aftur klippini frá tjøldru
num ljóma í haganum – hesin kær
komni boðberin, ið boðar frá vári
og ljósari tíðum. Kanska eru ljós
ari tíðir fyri framman í Føroyum
ikki bara í náttúruni, men á øðrum
økjum eisini – bæði mentanarliga,
búskaparliga og tøkniliga.
Menningin gongur skjótt í heim
inum í dag, og vit merkja tað eis
ini her. Men um vit framvegis
ætla okkum at vera við og halda
støðið á hædd við tað í granna
londunum, hava vit brúk fyri
bestu arbeiðsmegini, sum er tøk.
Vit hava brúk fyri peningaíleggj
arum. Og vit hava brúk fyri at
selja fleiri av okkara vørum uttan
lands. Kappingin við onnur er
hørð. Tí er so nógv tos um at
branda Føroyar í løtuni. Men
hvussu kóka vit Føroyar niður til
ein stuttan og greiðan boðskap,
sum fangar kjarnuna í, hvat hetta
landið er fyri nakað? Kanska gera
vit tað best við at hyggja eftir tí
heilt grundarleggjandi – tvs. skera
alt annað frá og bara fokusera
uppá ta sansaligu upplivingina,
tað er, at vera her: Hvussu følist
tað? Hvussu følist Føroyar?
Góðar spísskompetansur
Gløgt er gestsins eygað, siga tey.
Eitt tað fyrsta, eg havi lagt til
merkis, at vitjandi leggja til merk
is, tá tey koma til Føroya, er,
hvussu nærverandi vatnið er alla
staðni í og kring Føroyar – hvussu
dramatiskt, tað spælir sær í før
oysku náttúruni, og hvussu ganda
kent tað ger føroyska landslagið.
Føroyar eru eitt lítið oyggjaland
mitt úti í einum stórum veraldar
havi. Sum ein andsøgn reisa hesi
høgu brøttu fjøllini seg upp úr
havinum – ja, at kalla sum eitt
harðmælt mótmæli, har oyggjarnar
berjast fyri rættinum til at vera til,
til síðsta sandskornið verður skol
að út í óendaliga havið. Og bardag
in millum land og hav er dramat
iskur her í ótemjandi Norður
atlantshavinum, har brim og slav
tungar ódnir við jøvnum millum
bilum herja á kørgu klettarnar.
Tað tykist sum eitt undur, at menn
iskju og djór hava hórað undan, at
tey støðast og hava skapt eitt burð
ardygt samfelag her. Men neyð
lærir nakna kvinnu at spinna. Lívs
vilkorini her hava ígjøgnum 1000
ár ment okkara hugflog og før
leikar á økjum, sum hava við hav
og oyggjalív at gera, so vit eiga
kanska millum heimsins bestu
ekspertisu, tá tað t.d. kemur til
bátabyggjarí, sigling og fiskarí og
hagreiðing av fiski, umframt
seyðahald, ullavirking, grindadráp
og fygling. Slíkar góðar spíss
kompetansur kunnu vit brúka enn
og byggja víðari á...
Føroyar liggja væl fyri
Havið er náðileyst, men eisini álit
føroyinga, tí havið kring Føroyar
er ríkt og hevur altíð verið binding
arliðið millum Føroyar og útheim
in. Tú kanst síggja tað sum eina
forðing, men tað gevur eisini mark
leysar møguleikar. Føroyar liggja í
so máta ómetaliga væl fyri mitt í
siglingarrennuni millum tveir teir
ríkastu heimspartarnar í verðini.
Vit kunnu ikki renna frá tí. Okk
ara geografiska plasering mitt úti
í havinum ger, at Føroyar eru
millum vátastu lond í heiminum.
Men júst vatnið, sum vit hava í so
ríkiligum mongdum í Føroyum,
at føroyingar sjálvir eru leiddir og
keddir av tí, kann kanska vísa seg
at vera eitt tað størsta virðið, vit
hava. Tí tað er uttan iva her – í
ráligu náttúruni við vatninum og
klettinum í ævigum hornatøkum
– at fascinatiónskraftin hjá okkum
liggur allarmest – í øllum førum
fyri tey, ið liva í turrari londum.
Fyri tey kunnu vit gerast eitt
ævintýrland – The Magical Misty
Fairy Islands – har menniskjuni
hava leitað saman í dølum og lagd
um niðri við sjóvarmálan í íheim
ligum, litríkum, heitum húsum, ið
veita lív og vernd móti náttúruni,
sum leikar í uttanfyri. Tey trívast
her, tí tey vita, at líka so vill og rá
náttúran kann vera, líka so mild
og blíð er hon, tá vindurin leggur
seg og sólin titar fram.
Stórfingin føroysk náttúra
Vatnið er allastaðni kring og ímill
um oyggjarnar – ongastaðni meira
enn 5 km. burtur. Tað ber næstan
ikki til at finna ein blett í hesum
landi, har tú ikki onkusvegna hev
ur útsýni til vatn. Vatnið er í vøtn
um, tjørnum, í víkum, vágum,
sundum og firðum, har tað ekur
aftur og fram í hørðum, ofta lívs
hættisligum streymi um tangar og
sker, tá flóð og fjøra kappast við
hvørt annað. Havaldan og brim
brotið hava gjøgnum milliónir av
árum etið seg inn og máað burtur
av landinum og skapt veldig for
berg – av teimum allarhægstu í
heiminum – og stórfingin helli,
stór sum dómkirkjur við fantast
iskum akustikki, har til ber at upp
liva ótrúligar konsertir. Vatnið
hevur eisini skapt vakrar strendur
við malagróti – sum er sera sjáld
samt at síggja aðrastaðni. Vatnið
er so kraftamikið, at tað sum einki
flytir stórar klettar – sum t.d.
Rinkusteinarnar í Oyndafirði,
sum eru eitt eindømi í øllum heim
inum.
Vatnið veldir fram úr tutlandi
Mugu síggja møguleikarnar h
– Havið er náðileyst, men eisini álit
føroyinga, tí havið kring Føroyar er
ríkt og hevur altíð verið bindingar
liðið millum Føroyar og útheimin.
Tú kanst síggja tað sum eina
forðing, men tað gevur eisini
markleysar møguleikar. Føroyar
liggja í so máta ómetaliga væl fyri
mitt í siglingarrennuni millum tveir
teir ríkastu heimspartarnar í
verðini segði Elin Heinesen, stjóri á
Vinnuframastovninum í
Grækarismessurøðu síni í Havn
sunnudagin, har virskriftin var:
Hvussu fanga vit kjarnuna í, hvat
Føroyar er?