Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mars 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 50 - 12. mars 2007 19 tíðindi keldum, sker seg gjøgnum lands­ lagið, klívur hamrarnar, har tað rennur oman eftir fjallasíðunum í áum, løkum og fossum og ofta eis­ ini stendur steyrrætt upp í luftina í bardaga við vindin. Vatnið er alla­staðni í ráligu luftini – sum alskyns littar skýggjaformatiónir, ið fara fúkandi eftir luftini og skapa flákrandi skuggar eftir grønu fjallasíðunum. Tú følir vatn­ ið sum frísklig, rein luft í lung­ unum, tá tú andar. Tú merkir tað sum regn, ið pískar teg í andlitið. Sum sirm, ið sníkir seg innum klæð­ini hjá tær, so tú verður á kroppi eftir lítlari løtu. Ella sum mjørki, sum hylir alt, so tú einki sært og kanst blíva burtur og vill­ ast í tí. Vatnið myndar føroysku sálina Tú kanst sigla í vatninum millum oyggjarnar. Tú kanst fiska í tí í áum og vøtnum og á sjónum – á seiðabergi ella frá bátum, og fáa fisk, sum er ein tann allarbesti og mest heilsugóði fiskurin í heim­ inum, m.a. tí vatnið kring Føroyar er so reint. Heitir streymar sunnan­ ífrá Mexicoflógvanum og kaldir streymar úr Norðurhavinum møt­ ast júst her og skapa eitt yðjandi lív í havinum kring oyggjarnar – bæði plantu- og djóralív, sum tú kanst kava niður í vatnið fyri at síggja og uppliva. Vatnið er eisini ein orkukelda – føroyingar fáa heili 45 procent av orkun frá vatnorkuverkum, har veldugar turbinur senda streym út í føroyska elnetið. Og tú kanst drekka vatnið – tað er reint og smakk­ar frískligt og runt í mun til ofta harða vatnið á Evropeiska meg­in­landinum. Tað er kanska loynd­armálið aftanfyri, at før­ oyska ølið vinnur heiður ferð eftir ferð á útlendskum ølsmakki­kapp­ ingum. Føroyingurin beinleiðis mistrív­ ist, tá hann ella hon ikki sær ella hevur atgongd til vatn. Vatnið er ein náttúrukraft, sum myndar før­ oysku sálina, tí tað myndar lands­ lagið, vit liva í, og elvir til avbera skiftandi veðurlagið í Føroyum. Eina løtu er blikalogn og næstu løt­una er kolandi stormur. Vatnið er – samstundis sum tað er vakurt og lívgevandi – eisini svikaligt og lívshættisligt. Allir føroyingar kenna fólk, sum eru farin á sjó­ num ella eru druknað. Vatnið ræð­ ur fyri lívi okkara á klettunum. Tá stormarnir herja, má alt annað liggja stilt. Vit kunnu einki annað enn at geva okkum yvir og liva við hesum náttúrukreftum. Mugu vekja meir enn bara áhuga Fyri tey, sum ikki eru von við at liva so tætt uppat sterkum náttúru­ kreftunum er møti við máttmiklu, stórbæru, vátu og ráu náttúruna í Føroyum eitt serstakliga intenst upplivilsi. Tú følir teg mikroskop­ iskt lítlan og prísgivnan element­ unum millum hábærsligu fjøllini í Føroyum. Her merkir tú knappliga tín kropp á ein heilt annan hátt, enn tá tú ert inni á Evropeiska meginlandinum, har tú livir ein vardan dagligdag, stýrdur av klokk­­uni og fyltur á tremur av kunst­ig­um stimuli. Og hetta kunnu vit brúka til okkara fyri­ muns. Vit hava sjálvandi eisini annað at bjóða enn bara vatn: Søgur og mentan okkara, kvæðini, stevnur­ nar og festivalarnir, Eivør og Teitur o.a. Vit hava so nógv áhuga­ vert. Men um vit skulu vekja meir enn bara áhuga, mugu vit branda okkum uppá okkurt heilt serligt, tú ikki kanst uppliva nakra aðra­ staðni. Tí tá fyrsti áhugin er vaktur fyri Føroyum, so smittar hann og breiðir seg sum ringar í vatninum til at umfata alt annað, sum er her, eisini – og tástani megna vit at draga fólk henda veg” segði Elin Heinesen m.a. í Grækaris­messu­ røðu síni í Havn sunnudagin. Les­ ið eisini forkunnuga uppskot henn­ara um at brúka Sornfellið og kuplarnar har til upplivingar á síðu 4. havið og vatnið gevur okkum Elin Heinesen, stjóri í nýggja Vinnuframastovninum helt Grækarismessurøðuna í Havn sunnudagin Mynd Jan Müller Skótar og hornorkestrið settu sum vant sín serstaka dám á Mynd Jan Müller