mánadagur 12. mars 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 50 - 12. mars 2007
tíðindi
ummæli
Gunnvá Zachariasen
Myndir: Martin Sirkovsky
Lovandi
Ikki tí, uppsetingini í Sjón
leikarahúsinum boðaði frá
góðari byrjan við eini realist
iskari ljóðmynd: onkur dett
ur, djúpt fall, kaos, skjótt
klipp til næstu scenu: ein
børa við eini bløðandi
gentu, ein maður hjálpir
henni, bindur fyri høvdið,
gevur henni eina sproytu og
forvitni hjá okkum áskoðar
um er vakt. Nógvir spurn
ingar eru aftaná fá sekund
plantaðir í høvdið: Hvar eru
vit? Hvør átti skríggið?
Hvat er hent gentuni? Hvør
er maðurin? Júst sum eitt
anslag við leikbyrjan eigur
at vekja, nevnliga forvitnið.
Hetta er snildisliga gjørt
við eini nærum filmiskari
ljóðmynd og skjótum klipp
um frá einum stað til eitt
annað stað. Hetta lovar gott,
hugsi eg. Men frá eini
fiffigari byrjan við skjótum
tempoið, er tað sum leikurin
sjálvur fer í frítt fall og vit
gita longu tíðliga, hvussu
tað man fara at spæla av.
Krakelarað macho
Vit eru á eini útoyggj í Før
oyum. Seks fólk hava meld
að seg til eitt yvirlivilsisskeið
og hava verið har í seks
dagar nú. Hetta er seinasti
dagur, so verða tey send til
Havnar aftur, annaðhvørt
við einum diplomið í hond
ini ella ikki. Í hvussu er ein
skal ein av teimum dumpað,
hetta eru reglarnar. Skeiðið
verður stýrt við militantari
hond av Mister og Master,
sum vísa sína makt við
vøddum, eini dómarafloytu
og við at geva luttakarunum
stig ella taka stig frá teim
um. Tey hava verið ígjøg
num
alskyns
uppgávur,
hvørs endamál allatíðina er
at flyta teirra mørk, ella
rættari at bróta teirra psyku
niður. Hetta verður millum
annað gjørt við at taka
samleikan frá teimum, her
hava tey ikki nøvn longur,
tey eru reduserað til litir:
Gula, Reyða, Blái, Grøna,
Appelsingula
og
Lilla,
umframt at tey skulu skift
ast at verða bólkaleiðarar
og arbeiðarar, altso støðugt
skifta leiklut í hiarkinum.
Og annars skulu tey bert
akta boð og gera, sum sagt
verður. Søgan byrjar við
kaosi: eitt óhapp er hent.
Lilla er dottin av línu niður
í eina á, er svímað og má
fáast inn til fastlandið skjót
ast gjørligt. Alt er við at
krakerlerað og hart press
aðu og troyttu luttakarnir
byrja nú at vísa teirra sanna
andlit og traðka í karaktér.
Lat okkum byrja við
Mister (Aksel Joensen) og
tænara hans Master (Nicolaj
Falck), tveir testosteron-
pumpaðar
Hjemmeværn-
typur,
sum
allarhelst
droymdu um eina jagara
soldat karrieru, men dump
aðu við fyrstu mentalroynd.
Her er alt fari av lagið og
einasta statusvápn, teir nú
hava at taka til, er at vísa
vøddarnar og dugliga nýta
floytuna til at reka luttakar
nar higar og hagar - sum
seyður í rætt. Trupulleikin
hjá teimum er nú, at álvari
er komin í spælið og seyð
irnir byrja hvør í sínum lagi
at vísa tenn afturímóti. Aks
el og Nicolaj eru sum type
castaðir til hesar militantu
nazitypurnar.
Báðir
eru
avbera góðir áhugaleikarir,
kropsliga sterkir og autori
terir á palli og við rætta mót
spælinum, høvdu teir kunnu
givið hesi krakeleringini
eina veruliga dýbd, sum
kundi verið áhugaverd og
rørandi. Teir royna tó, hvør
í sínum lagið, at geva per
sónunum lív og nuansu,
m.a. við góðum sansi fyri
timing.
Ein plukkað høna
Persóngallaríið av skeiðlut
takarum er fyri so vítt
áhugavert. Her er ábyrgd
arfulla Reyða, deildarleiðari
á stórari fyritøku við hjartað
á røttum stað. Hon hevur
veruliga fingið nakað burt
ur úr øllum avbjóðingunum
og átti allarhelst at verið
leiðari á skeiðnum, so hevði
verulig persónsmenning far
ið fram. Reyða tekur eisini
leiðsluna til endans og gev
ur Rúna Mortensen henni
eisini ta røttu blandingina
av at verða ein ordans bitch
til ein veruligan kammerat
til teirra, sum eru við at
bukka undir í psykiskari
møði. Reyða tekur veruliga
fat og dugir at plukka eina
hønu upp á null komma
fimm, ein rættur survivor.
So hava vit Grønu (Annika
Gregoriussen), tann einasta,
sum er komin her av fríum
vilja, t.e. ikki send av
nakrari fyritøku ella øðrum.
Hon vil søkja sannleikan og
koma til botns í hesum
óhappi, Grøna tvíheldur, at
her er farin ein brotsgerð
fram, sum ikki eigur at fara
fram við borðinum. Og so
hava vit Gulu (Gunn W.
Reinert), ein egocentrisk
sjálvstøðug vinnurekandi,
hvørs størsti trupulleiki eru
hennara skitnu negl og als
ikki ein tilskaðakomin vin
kona Lilla. Gula veit hvørjar
tangentar ein kvinna skal
spæla uppá fyri at yvirliva,
nevnliga sexappeal og mani
pulerandi kvinnulist, nýtt
við gløggskygni, so skal
hon nokk fáa sítt í síðsta
enda. Blái
(René Bischoff) einasti
manligi luttakarin á skeið
num, forkelaði ríkmansson
urin,
klovnurin,
sum
allarhelst mest hevur tørv á
eini dyggari faðiruppgerð.
Og appelsingula (Kristina
Christiansen), ein foreldra
leys, sum alt sítt lív hevur
stríðst fyri at bróta sosiala
arvin, hevur fingið sær
útbúgving, vil kempa seg
fram, men er við at bukka
undir í einsemi og angist.
Tey leikandi royna hvør í
sínum lagi at geva figurun
um kropp og sál. Tað verður
kortini ikki til meira enn
Í fríum falli
Survivors í Sjónleikarah
Í Sjónleikarahúsinum frá 10. mars
Survivors
Eftir Kammu Andersen
Týðing: Jón Thorsteinsson
Leikstjórn: Egi Dam
Leikarar:
Aksel Joensen
Nicolaj Falck
Rúna Mortensen
Kristina Christiansen
Gunn W. Reinert
Annika Gregoriussen
René Bischoff
Pallur og Búnar: Anna S. Egilstrøð
Ljóð: Jón McBirnie
Ljós: Árni Baldwinsson og Hjalmar Holm
Hár/Smyrsl: Drós Djurhuus
Leikurin Survivors varð frumsýndur í
Sjónleikarahúsinum leygarkvøldið.
Talan er um ein-aktara eftir danska
leikhøvundanum Kammu Andersen.
Í leikskránni og í tíðindaskrivum vil
leikurin leiða huga okkara inn á nútím
ans leiðslumenning, menningarskeið og
yvirlivilsistúrar a la Robinsson
Ekspeditionen ella Fangerne på Fortet
og slíkar. Sum við júst hesum
sendingum á TV3 fekk eg hug til at
zappa víðari aftaná nakrar minuttir.
Leikurin vil fegin verða í eini realistisk
ari nútímans doku-soap-stíli, men
leikritið manglar stutt sagt spenningin,
ta skjótu ferðina, óvæntaða vendi
punktið, og kemur mestsum ikki longur
enn at verða ein stuttsøga í Familje
Journalen ístaðin.