mánadagur 12. mars 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 50 - 12. mars 2007
21
tíðindi
úsinum
stereotypur.
Pappfigurar.
Deils er tað skrivað so
grunnskygt, deils eru nógv
ir av leikarunum so óroynd
ir, at tað ikki verður meira
spæl enn at kenslurnar sita
uttaná klæðunum og spenn
ingurin teirra millum ong
antíð spennist stórvegis út.
Kanska eru tey ikki heilt
forankraði í leiklutunun
enn. Hetta skuldi helst verið
psykologisk realisma, so
eitt minimum av trúvirði
kundi verið ynskilig. Tó
onkrir glottar eru, meir enn
so, hjá øllum leikarum,
men tann gysaratímin, sum
tað kundi verið og sum byrj
anin legði upp til, sakni eg.
Pallmyndin
hevur Anna S. Egilstrøð
gjørt, sera einfald við einum
teppi á gólvinum og stein
um, stabbum og lutum úr
nátturuni. Hon hevur valt at
nýta allan salin, umframt
pallin. Áskoðarnir sita hvør
sína megin við, meðan
leikur fer fram sum ein ás
gjøgnum salin og upp til
pallin. At velja at áskoðarnir
eru báðum megin við setir
nakað av krøvum til leik
arnir. Tað er tætt við, ágang
andi og áleypandi, og skal
hetta fyllast út. Her er onki
at goyma seg aftanfyri. Tað
tykist, sum Egi Dam, leik
stjóri hevur stríðst eitt sind
ur við at fáa leikarnar burtur
frá at goyma seg og veruliga
royna at verða har, mitt á
gólvinum, mitt á oynni,
mitt í støðuni, sum hon er
beint nú. At veruliga vera í
ræðsluni og ikki spæla
hana.
Veruliga
vera
í
kreppu, og ikki spæla hana,
uttaná skræðuni. Og tað
eyðnast stundum, at vit
sleppa at kaga innum og
verða vitni til hetta dramaið.
Og tær løturnar er tað sera
nærverandi og onkusvegna
klaustrofobiskt
at
sita
soleiðis og hygga yvir á
áskoðarnar hinumegin.
Eina
cadeau
til
Jón
McBirnie, sum hevur gjørt
ljóðmyndina, sum nærum
allatíðina liggur sum ein
døkkur undirtóni og spælir
við. Í hesum reality stílinum
riggar filmsljóð at spæla
við undirliggandi kenslur
nar. Ljóðið má bara ikki
gera arbeiði fyri leikarnar,
men halda eina javnvág og
tað ger tað hegnisliga í hes
um føri.
Reality og zapp
Eg eri ein zappandi reality-
TV freak. Eg eri von við
skjótt tempo, skjót skift og
at fleiri ting kunnu henda
ísenn. Tí skal nógv til, fyri
at eg tími at verða hangandi
á tráðnum. Eini 15 ár við
MTV hevur vant sjálvt mín
heila við simultandrama
turgi og skjótum klippum.
Sum heild varð eg hildin á
tráðnum, men í nógvum
føri hevði eg zappað víðari.
Nú ér hetta ikki sjónvarp,
men sjónleikur, sum hevur
aðrar lógir og fyrilit. Og eg
gevi sjálvum leikritinum
mestu skyldina. Men kortini
meti eg, at skal sjónleikur
vísa á eina verð, í hesum
føri eitt fiktivt nútímans
yvirlivsiskeið í einum lást
um rúmi –eini útoyggj, har
ikki slepst til ella frá- má
spenningurin brýnast meira.
Leikarnir mugu tora at
kasta seg út í eitt sálarligt
kaos og vísa vrangasíðuna
á figurunum, og at fáa skift
ini og tempoið og harvið
dynamikkin á flog. Tá hugs
að verður um, at leikur
byrjar við einum álvarligum
óhappi og at tað er hetta
óhappi, sum er karmur um
leikgongdina, dugdi eg als
ikki at skilja, at tey vóru so
pas rólig. Her átti at staðið
meiri á, frá fyrsta sekundi.
Haraftrat tími eg ikki at
lesa um, hvat leikurin handl
ar um í leikskránni og
hvussu hann skal tulkast
(enntá tvær ferðir!), eg vil
sleppa at síggja og hugsa
sjálv. Tað vilja tey flestu,
vildi eg mett.
At týðarin velur at flyta
leikin til Føroyar, hóast tað
bert er í einari replik: “Í
kvøld fara vit til Havnar við
tyrluni”
er
áhugavert.
Kanska kundi verið farið
longur við tankanum. At
leikurin setti spurningar so
sum: Kundu vit havt slík
skeiðir á útoyggj í Føroyum?
Hava vit slík tilboð her á
landið í dag? Hava vit før
oyskar Mister og Master?
Hví ikki.
Um tónin í ummælinum
tykist neiligur, so havi eg
kortini hug at siga, at hetta
er áhugaleikur tá hann er ...
(næst)bestur! Hví? Tí eg
veruliga sleppi at síggja
persónarnar; hetta er leikara
drama, um nakað eitur so?
Ikki fjalt aftanfyri tøkni ella
inni í einum kuk-kassa, so
passaliga langt burturi frá
áskoðarunum. Tey royna og
tey kasta seg útav eggini og
eg síggi nøkur potentiali,
sum eg GLEÐI meg at
síggja oftari á palli. Kanska
við einum góðum leikriti
næstu ferð.