Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mars 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 50 - 12. mars 2007 ] SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf. 341800 ítróttur »Hava vit undan komandi kappingarári dómarar, sum eru komnir nær teimum 15.000 kr., so er tað púrasta sjálvsagt, at hesir tá steðga við at døma« Hartvig Joensen, formaður í Hondbóltsdómarafelagnum Ein broyting, sum í desember varð framd í skattalógini, hóttir við at geva ítróttini mest sum kata­strofal­ ar avleiðingar. Ser­stak­ liga innan døming Ítróttur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fram til 31. desember í fjør vórðu dómarar innan ítrótt samsýndir við skattafríari veiting, sum varð heimilað í skattalógini. Tann heim­ ildin hevur tó onga tíð verið so øgiliga greitt staðfest í lógini, og tí hevur frá ítrótt­ inum verið arbeitt við at fáa skipanina legaliseraða. Eitt arbeiði, sum nú tykist hava givið alvorligan baksláttur. 15.000 kr. er markið Í nýggju lógini eru nevnliga tvey mørk ásett, um talan er um skattafríar veitingar. Leiðarar og hjálparar hjá ítróttafeløgum kunnu nú fáa upp til 10.000 kr. um árið í skattafríari veiting. Markið hjá dómarum, linju­ verjum og venjarum er nú sett til 15.000 kr. Fyri venjarar og hjálpar­ fólk er talan um stóran bata. Gamla markið í lógini var nevnliga 4.000 kr., og var hetta ikki dagført í drúgt áramál. Men fyri dómarar og linju­verjar er talan mest sum um vanlukkuliga støðu. Talan var kanska um grásonu í gomlu lógini, har 2.000 kr. stóð sum markið fyri dómarar, men í stóran mun fingu hesir eina upp­ hædd, sum svaraði til endur­ gjald fyri ferðaútreíðslur. Í øllum førum varð hetta tulkingin hjá ítróttinum, men eitt veruligt skattamál kundi kanska tulkað hesar reglur øðrvísi. Einki endurgjald Vanlukkan í dag er tó ein onnur. Tí í nýggju reglu­ gerð­ini verður staðfest, at tað ikki er loyvt at endur­ rinda dómarum, venjarum, hjálparum og øðrum fyri ferðaútreiðslur. Tað vil siga, at koyripengar, tunnilsgjald v.m. ikki longur kunnu endur­rindast, men skulu flytast yvir skattaskipanina. Eitt lógarsmíð, sum í besta føri kann tulkast sum óhepp­ ið, tí í øllum øðrum sam­ felagsviðurskiftum er tað so, at arbeiðstakari kann fáa endurgjald fyri tær bein­ leiðis útreiðslur, sum hesin hevur av arbeiði sínum. FSF ikki hoyrt Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, sigur, at hann er alt annað enn nøgdur um fram­ ferðina í málinum. - Vit hava sjálvir verið í samband við Toll- og Skatt­ stovuna um málið, tí vit duga væl at síggja, at gamla lógin gav nakrar grásonur. - Men vit hoyrdu einki sum helst aftur, fyrr enn lidna lógaruppskotið kom fyri tingið. Tá royndu vit at sleppa á fund um málið, men boðini úr Fíggjar­mála­ ráðnum vóru púrasta greið. Teir høvdu gjørt ein leist sam­an við Toll- og Skatt­ stovuni, og hesum mátti ítrótturin bara laga seg eftir, varð sagt. Dómarar eru ein partur av spælinum, men ei broyting í skattalógini hóttir nú við at leggja alla ítróttardøming í oyði Lógarsmiðir hótta ítróttardøming