Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-12, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mars 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 50 - 12. mars 2007 ] Føroyar tvey pláss niður Føroyska fótbóltslandsliðið er farið tvey pláss niður á seinasta styrkislistanum hjá FIFA. Altjóða fótbóltssambandið ger hvønn mánað eina uppgerð yvir allar heimsins fótbóltstjóðir, og á listanum eru 207 lond. Hendan mánaðin eru Føroyar nummar 187. Bert eitt europeiskt land er aftanfyri Føroyar, og tað er San Marino. Tað hevur gingið støðugt aftur á hjá Føroyum á listanum seinastu árini. Sterk lond í okkara EM-bólki Sambært styrkislistanum hjá FIFA spæla Føroyar ímóti nøkrum av heimsins sterkastu fótbóltstjóðum í undankappingini til EM. Ovast á listanum eru heimsmeistararnir Italia, sum koma til Føroya at spæla fyrst í juni. Frakland er nummar 4. Ukraina, sum vitjar í Føroyum seinni í hesum mánaðinum, er nummar 11 á listanum. Georgia, sum Føroyar eisini spæla ímóti í mars, er nummar 86 á styrkislistanum hjá FIFA. Talan er um framúr avrik hjá Kyndli, nú liðið hevur spælt seg í FM-finaluna Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var nú ikki tað, sum Kyndils-viðhaldsfólkini mundu droyma um, tá tey vaknaðu mánamorgunin 8. januar. Kyndil hevði tá tapt fyrsta dystin í enda­ spælinum móti H71. Og sum um hetta ikki var nóg mikið, so var liðið á aftasta plássinum í Atlantic Airways-kappingini. Tað var greitt, at nakað serligt skuldi til, og hetta hevur Kyndil so sanniliga leverað síðani. Tvær ferðir hevur liðið spælt javnleik móti KÍF, men í aðrar mát­ ar hevur talan bert verið um sigrar. Og fleiri av hes­ um á sannførandi hátt, har vilji og skjótt spæl hava køvt royndunum hjá mót­ støðuliðunum. Sum so er eingin dystur týdningarmiklari enn nakar annar, men skulu tvær uppgerðir takast framum, so eru tað helst útidysturin móti StÍF og heimadysturin móti VÍF. Á Skála hevði Kyndil veruliga knívin á barkanum, men liðið reisti seg við einum tryggum sigri. Í heimadystinum móti VÍF tóktust gestirnir stýra væl og virðiliga móti sigr­ in­um, men seinastu 10 min­uttirnar vendi Kyndil øll­um í berum treiskni. Tvey avrik, sum veruliga sýna mentalu styrkina, sum Kyndil tykist hava. Og so kann til stuttleikar nevnast, at meðan seinastu 8 dystirnir altso hava givið 14 stig, so góvu teir fyrstu 11 bert sjey av slagnum. Og við listanum niðanfyri í huga er einki løgið, at Hans Áki Dal Christiansen eftir dystin staðfesti: - Sjálvsálitið hjá okkum er í topp. Og vit ivast ikki í, at vit kunnu fara allan vegin. Endaspælið hjá Kyndli: 07.01 H71-Kyndil 30-28 14.01 Kyndil-Neistin 35-30 20.01 KÍF-Kyndil 34-34 28.01 StÍF-Kyndil 26-31 03.02 Kyndil-VÍF 35-30 18-02 Kyndil-H71 33-25 25.02 Neistin-Kyndil 25-33 04.03 Kyndil-KÍF 31-31 11.03 Kyndil-StÍF 30-22 18.03 VÍF-Kyndil ??-?? Støðan tann 8. januar Nr. Lið Stig 1 VÍF 11 2 StÍF 7 3 Neistin 6 4 KÍF 5 5 H71 5 6 Kyndil 4 14 stig í 8 dystum Kyndil hølvaði seinastu FM-vónina úr StÍF sunnudagin. Við sigrinum eru teir nú til reiðar at spæla FM-finalu móti VÍF annað árið á rað Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Umstøðurnar vóru til hond­ bóltsveitslu. Ein rokandi full høll av áskoðarum. Tvey lið, sum óteljandi ferðir levera ein knalldyst sínamillum. Og ikki minst spenningurin um FM-finaluna, sum bæði liðini høvdu møguleika at røkka. Veitslan var bara hálv Men hóast gestirnir soleiðis komu í hópatali, og hóast borðreitt var til tað heilt stóra brakið, so gjørdist veruliga veitslan tó av ongum. Ella kanska skuldu vit bara sagt, at veitslan varð hálv. Tí tað var bert grøni part­ urin av høllini, sum veru­ liga var í veitsluhýri. Tey hvítu og reyðu larmaðu kanska í løtum, men fyri tað nógva vóru tey vitni til, at strandingar vórðu spældir niður og norð. Hóast liðini fylgdust stór­ an part av fyrra hálvleiki, so tóktist Kyndil koma nógv lætt­ ari til sínar møguleikar og mál. Spælið var fyri tað nógva væl varierað við Høgna Klein sum væl upp­løgdum spælskipara. Ikki minst, tí hesin dugdi at gagn­nýta tað pláss og ta tíð, sum skotstyrkin av bakkunum gav. Einstreingjað Og júst hetta var kanska mun­urin. Nú StÍF aftur hevur at kalla alt fólkið tókt eftir skaðar, telur bakketan nakrar av skotsterkastu spæl­ arunum í landinum. Leivur Justinussen, Finnur Hansson og Sveinur Justinussen kunnu allir á einum góðum degi avgera ein hondbóltsdyst, og við Jakob Jónsson at stuðla uppundir, er eisini rúm fyri hvíld hjá bakspælarunum. Tað skuldi lagt upp til, at StÍF veruliga kundi leggja trýst á í álopspartinum, og antin spæla tunt ella inn á strikuna, men hetta hendi alt í verðini ov sjáldan. Held­ur royndu skotsterku spæl­ararnir hvør í sínum lagi at avgera dystin. Og tá so er, so endar tað aloftast við, at eingin teirra avger nakað sum helst. At Finnur hevði einar tvær mest sum genialar fríspælingar á inn á strikuna til Mortan, vigar ov lítið í so máta. Botnlinjan staðfesti, at liðavrikið hevði verið ov veikt. Og í øllum førum væl minni enn tað, sum StÍF hevur havt sum eyðkenni, tá liðið er partur av steypafinalu. Høvdu yvirskotið Seinna korterið av fyrra hálv­ leiki hóttu teir grønu eisini veruliga við at fara avstað, men StÍF fekk kortini toga seg aftur. Marian byrjaði veru­liga at spæla seg upp, og millum annað tók hann sær av tveimum brotskøstum. Sam­stundis megnaðu teir í hinum endanum at stríða seg ígjøgnum nøkur gjøgn­ umbrot, men tað stóð tó greitt, at hetta kostaði nógva orku. Ikki minst, tí liðið eisini spældi í undirtali stóran part av fyrra hálvleiki. Og kropsliga yvirskotið, sum hetta kravdi, tóktust teir ikki hava seinna hálvleik. Kyndil sýndi hinvegin, at teir í løtuni hava eitt sálarligt yvirskot, og sjálvsálitinum í hesum megnaðu strandingar als ikki at standa ímóti. Náddu fjart mál Og tá teir so eisini byrjaðu at gera alt fleiri óprovokerað mistøk, skrádnaði fullkomu­ liga. Kyndilin logaði alsamt sterkari í høllini, og tað var fult uppiborið, at grøni hópurin eftir seinasta bríksl kundi dansa sigursdans á miðjum vølli. Finaluplássið, sum tóktist veruleikafjart fyri tveimum mánaðum síð­ ani, er rokkið. Og sum liðið koyrir í løtuni, eru teir helst størri favorittar enn VÍF, tá sjálvir finaludystirnir standa á skránni. Kanska var tað ein lítil skeina, at Lars Black yvir­ reageraði, tá hann púrasta óviljað varð skotin í høvdið av Leivi Justinussen. Tað ber við sær, at málverjin er leikbannaður undan finalu­ upp­hitingini móti VÍF, men júst tann dysturin er í løt­ uni nakað væl minni týdn­ ingarmikil, enn flestu dyst­ irnir millum feløgini bæði eru tað. Kyndil-StÍF 30-22 (16-13) Klárt til FM-endurtøku Kyndil-VÍF 30-22 (16-13) Málskjúttar Kyndil: Ken Zachariasen 9(4), Høgni Klein 7, Rókur Akralíð 6, Hanus Johansen 4, Janus Einar Sørensen 3, Hjalti M. Jacobsen 1, Hans Áki Dal Christansen 1 StÍF: Leivur Justinussen 6(4), Mortan Hansen 4, Sveinur Justinussen 3, Jacob Jónsson 3, Bárður Danielsen 2, Finnur Hansson 2, Bent Djurhuus 2 Brotskøst: Kyndil 6, StÍF 4 Útvísingar: Kyndil 4, StÍF 7 Diskvalifikatión: Kyndil 1 (Beinleiðis reytt) FAKTA Kykmyndir Brot úr dystinum og samrøður eru at síggja sum kyk­ mynd á www.portal.fo Stríðsviljin hjá Hans Áka Dal Christiansen og liðfeløgunum í Kyndli tóktist munandi størri, enn hann var tað hjá Borgari Danielsen og StÍF mynd: Álvur