mánadagur 12. mars 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 50 - 12. mars 2007 ]
ÍF-TB 3-1 (22-25,
25-13, 25-19, 25-
18)
ÍF heldur
oddasessin
ÍF vann ein trygg
an sigur í meistara
deildini hjá kvinn
um, tá tær høvdu
vitjan av TB. Við
sigrinum halda
tær fast um odda
sessin í bestu
kvinnudeildini
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Sunnudagin hevði besta
kvinnuliðið hjá ÍF í
flogbólti vitjan av TB.,
og undan dystinum var
greitt, at ÍF kundi endur
vinna oddasessin frá SÍ,
um tær vunnu dystin á
gestunum av Tvøroyri.
TB fekk tó betru
byrjanina uppá dystin.
Munurin var ikki tann
stóri í fyrsta setti, men
her megnaði TB at
draga longra stráðið.
Tær vunnu nevniliga
hetta settið 25-22, og
so høvdu tær fingið
eina dreymabyrjan ímóti
oddaliðnum.
Eftir hetta var tó eingin
slingur í ÍF-valsinum. Í
øðrum setti var stórur
munur á liðunum, og
ÍF vann sær eina trygga
leiðslu mest sum alt
fyri eitt. At enda vunnu
tær ein knúsandi 25-13
sigur í hesum settinum,
og nú vóru tær komnar
í gongd.
Í triðja setti var tað
aftur ÍF, sum kom betur
frá byrjan. Tær vunnu
sær eina rættiliga trygga
leiðslu, og at enda vunnu
tær eisini hetta settið 25-
19.
Nú var tað ÍF, sum
var á odda, og í fjórða
setti settu tær alt uppá
pláss. Her vunnu tær
enn einaferð trygt, 25-
18, og við sigrinum
hava tær endurvunnið
oddasessin frá SÍ.
B68 nýggjan formann
Niclas Davidsen takkaði leygardagin fyri seg sum formaður
í Tofta Ítróttarfelag. Niclas hevur verið formaður í 25 ár í
felagnum, men nú er hann valdur í nevndina í FSF og leggur
tí frá sær í B68. Nýggjur formaður í B68 er Jógvan Højgaard.
Hinir nevndarlimirnir eru Ólavrur Jensen, Herman Jacobsen,
Jóan Símun Saltá og Jan Andersen.
Jógvan Højgaard hevur drúgvar royndir sum nevndarlimur
í Tofta Ítróttarfelag. Hann var í nevndini í 10 ár - frá 1993
til 2003. Øll árini var hann næstformaður.
Ronaldo heita móttøku
Brasilski álopsspælarin Ronaldo spældi um vikuskiftið fyri
fyrstu ferð ímóti sínum gamla felagi, Inter, eftir at hann
skifti til AC Milan. Ronaldo fekk góða byrjan, spældi væl í
fyrra hálvleiki og legði Milan á odda 1-0. Í seinna hálvleiki
var tað tó oddaliðið í Seriu A, Inter, sum stóð fyri tí mesta,
og Inter skoraði tey bæði málini, sum vórðu neyðug fyri at
venda dystinum.
Mynd: www.b68.fo
ÍF tryggjaði sær
føroyameistaraheitið
í meistaradeildini hjá
monnum sunnudag
in, tá ið teir vunnu
ímóti Fleyr í høllini á
Kambsdali. Fleyr var
væl við í fyrsta setti,
men at enda var slett
eingin ivi um úrslitið
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
ÍF og Mjølnir hava ligið og
kappast um fremsta plássið
í meistaradeildini hjá monn
um í at kalla alt ár, men ÍF
hevur tó verið liðið, sum
hevur havt munin. Teir hava
verið eitt vet frammanfyri
Mjølnir so at siga allan
vegin, og í seinasta umfari
tóku teir eitt avgerandi fet
ímóti meistaraheitinum, tá
teir vunnu toppdystinum
ímóti Mjølni í Klaksvík.
Sunnudagin skuldi ÍF
so aftur í dyst, tá teir tóku
ímóti Fleyr í høllini á Kambs
dali. Her var greitt undan
dystinum, at ÍF við einum
sigri kundi tryggja sær
meistaraheitið.
Fleyr blakaði
leiðslu vekk
Í fyrsta setti var annars
einki, sum bendi á, at ÍF fór
at fáa nakran lættan dyst
ímóti Fleyr, sum liggur á
einum fjórða plássi í meist
aradeildini hjá monnum.
Fyrstu løtuna fylgdust liðini
væl, og munurin var ikki tann
heilt stóri, men brádliga tók
Fleyr dik á seg. Teir vunnu
nakrar bóltar á rað, og so
vóru tað brádliga teir, sum
høvdu lagt seg rættiliga trygt
á odda ímóti oddaliðnum.
ÍF royndi at koma innaftur
í hetta settið, men illa gekst.
Fleyr vísti betra spælið hesa
løtuna, og alt bendi á, at teir
fóru at vinna fyrsta setti á
Kambsdali. Fuglfirðingarnir
vildu tó ikki gevast. Teir
bardust til síðsta bólt, og
spakuliga byrjaðu teir at eta
meir og meir av leiðsluni hjá
Fleyr. Nú var tað ÍF, sum var
oman á á vøllinum, og móti
endanum av settinum fingu
teir eisini Fleyr aftur, og so
var liðugt hjá havnarliðnum.
ÍF vann settið 25-23, sjálvt
um Fleyr var á odda so at
siga allan vegin.
Hanus servaði
settið heim
Í øðrum setti var gongdin
á leið tann sama. Eisini her
fylgdust liðini fyrstu løtuna,
men so við og við tók Fleyr
yvir. Teir vunnu sær eina
fitta leiðslu, men hesaferð
var leiðslan tó ikki líka
trygg, sum hon var í fyrsa
setti.
ÍF vildi tó ikki geva skarv
in yvir. Teir blivu við at
kempa, og seint í settinum
fór Hanus Eliasen, sum
spældi í staðin fyri Boban
Ilic, sum var úti við skaða,
at serva við støðuna 19-17 til
Fleyr. Hann servaði ein bólt
fyri og annan eftir, og hvørja
ferð megnaði ÍF at vinna
bóltarnar. Hanus gjørdi ikki
mætari enn at serva settið
heim, og so vann ÍF annað
sett 25-19, sjálvt um Fleyr
enn einaferð hevði verið
oman á.
ÍF tryggjaði
sær sigurin
Hevði Fleyr verið væl við
í fyrsta og øðrum setti, so
var heilt annað flog yvir
liðnum hjá ÍF í triðja setti.
Nú vísti ÍF seg at spæla nógv
tryggari, og teir høvdu helst
eisini spælt nervarnar av
sær, eftir at teir vóru komnir
á odda 2-0 í settum.
ÍF setti seg á triðja sett
mest sum alt fyri eitt, og teir
vunnu sær eina lítlu leiðslu
tíðliga í settinum. So við og
við øktu teir bara meir um
munin, og skjótt gjørdist
greitt, at hetta settið fór ÍF
at vinna.
At enda førdu fuglfirðingar
nir stórt, og ákoðararnir blivu
bara meira og meira spentir,
men brádliga steðgaði upp
hjá ÍF. Teir høvdu vunnið
sær dystarbólt, men teir
høvdu stórar trupulleikar við
at fáa síðsta bóltin í gólvið
hjá Fleyr. Fleyr megnaði at
vinna fleiri bóltar á rað, men
ordiliga spennandi bleiv tað
tó ikki. At enda kundi Jan
Áki H. Olsen langa síðsta
bóltin í gólvið hjá Fleyr, og
so var rómurin stórur í høll
ini á Kambsdali. ÍF hevði
vunnið ein at enda tryggan
sigur á Fleyr, og við sigrinum
var meistaraheitið nú í hús.
Sum heild má sigast,
at meistaraheitið hjá fugl
firðingum er uppiborið.
Teir hava verið á odda alla
kappingini, og samanumtikið
hava teir helst eisini verið
liðið, sum hava havt mest
stabilu avrikini.
ÍF-Fleyr 3-0 (25-23, 25-19, 25-17)
ÍF vann meistaraheitið
Fleyr var væl við í fyrstu setti, sum ÍF tó vann. Eftir hetta koyrdi ÍF dystin heim, og við sigrinum hava teir nú tryggjað sær meistaraheitið