Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-12, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mars 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 50 - 12. mars 2007 ] Ensku liðini sluppu undan hvørjum øðrum Fríggjadagin var lutakast til fjórðingsfinalurnar í Champions League kappingini, og stóri dysturin verður ímillum AC Milan og Bayern München. Trý ensk lið eru annars við í kappingini, og hesi sluppu undan at møta hvørjum øðrum í fjórðingsfinalunum. Fjórðingsfinalurnar vera hesar: AC Milan – Bayern München PSV – Liverpool AS Roma – Manchester United Chelsea – Valencia Fyrru dystirnir vera spældir 20. og 21. mars. Súni skoraði tvær ferðir Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen hava havt ringt við at vunnið sær fast pláss á AaB-liðnum í ár. Báðir hava verið raktir av skaðum, men nú tykjast teir veruliga vera komnir fyri seg. Í vikuskiftinum byrjaðu teir báðir ímillum teir fyrstu ellivu fyri 2. liðið hjá AaB, og her spældi Jón Rói í á leið ein tíma, meðan Súni spældi allan dystin. Sum skilst, so gekst væl hjá føroyingunum í hesum dystinum, og Súni Olsen var eisini maðurin aftanfyri bæði málini hjá AaB, sum vann 2-0. Føroyski lands­liðs­ venjarin, Jógvan Martin Olsen, sá allar dystirnar í Klaks­víkskappingini um vikuskiftið, og hann helt, at flestu spælararnir vóru væl fyri so tíðliga á árin­ um. Hann var eisini sum heild væl nøgd­ ur við fótbóltsspælið FÓTBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Fitt av áskoðarum høvdu leitað sær til bæði dystirnar leygardagin og sunnudagin, og ein av gestunum, sum sá allar dystirnar í Klaks­ víkskappingini, var lands­ liðsvenjarin, Jógvan Martin Olsen. Jógvan Martin helt, at støðið var gott í kapp­ ingini, og hann helt eisini, at flestu spælararnir vóru væl fyri. – Eg eri sum heild væl nøgdur við støðið á kapp­ ingini. Vit eru enn tíðliga á árinum, men eg helt, at liðini til tíðir spældu sera góðan fótbólt. Vit sóu fleiri góðar kombinatiónir fram eftir vøllinum, og spælararnir vóru eisini klárir at arbeiða hvør fyri árum. – Eg helt tað eisini vera týðiligt, at flestu av spæl­ arunum vóru væl fyri. Orkan var til staðar, og allir sóu út til at geva seg fult út. Sum heild haldi eg, at liðini tykjast vera væl fyrireikaði til komandi kappingarárið, segði Jógvan Martin. Fleiri spennandi leikarar Vit spurdu eisini Jógvan Martin, um tað var nak­ar spælari, sum hevði fangað hansara áhuga í kapp­ ingini. – Tað er sjálvandi ringt at svara uppá. Ein spælari skal helst spæla væl yvir eitt longri tíðarskeið, men har eru sjálvandi ávísir leikarar, sum vísa góðar dygdir. Ein av teimum, sum hevur klárað seg væl í vinardystunum í ár, og sum eisini spældi væl í kappingini, er Rókur av Fløtum Jespersen. Hann er ein sera góður leikari, og um hann heldur støðið, so kann hann blíva ein spennandi spælari. – Eisini ein sum Arnbjørn Hansen er spennandi. Hann flytur seg væl uppi í álopinum, og so er hann rættiliga farligur. Jógvan Martin var ann­ ars væl nøgdur við spæl­ ararnar, sum eru í lands­ liðshópinum. Hann vísti tó á, at fleiri teirra helst vóru troyttir eftir venj­ ingarleguna á La Manga, og tí kundi hetta seta síni spor á teirra avrik, men sum heild var hann sera væl nøgdur við kappingina. Landsliðs­ venjarin var nøgdur HB gjørdist vinnari av Klaksvíks­kapp­ing­ ini, tá teir vunnu finaluna eftir brots­ sparks­kapping ímóti EB/Streymi. Dystin um triðja plássi vann B36 á vertunum FÓTBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Síðsta kappingarár misti EB/ Streymur gullið úr hondum í allarseinasta umfarinum, og í staðin endaði meistaraheitið í Havnini, har reyðsvarta HB- liðið vann seinasta dystin í síðstu minuttunum. Leygardagin leiktu júst HB og EB/Streymur seg í finaluna í Klaksvíkskappingini, eftir sigrar á ávikavist KÍ og B36 í hálvfinalunum, so nú skuldu hesi bæði liðini berjast um enn eitt steyp. Enn einaferð dró HB longra stráðið í dyst­ in­um ímóti felagsliðnum úr Sunda­lagnum, men brots­ sparks­kapping mátti til, áðr­ enn ein vinnari var funnin. B36 vann bronsuna Fyrsti dysturin, sum var á skránni í Klaksvík sunnu­ dagin, var bronsudysturin, har vertirnar møttu B36. B36 fekk betru byrjanina uppá dystin, og tá átta min­ ut­t­ir vóru farnir tóku teir eis­ini leiðsluna við máli frá Mikkjal Thomasen. Eftir málið bleiv B36 við at hava yvirvág í spælinum, sjálvt um munurin ikki var tann heilt stóri. Yvirvágin gav eisini úrslit um miðjan fyrra hálvleik, tá B36 legði seg á odda 2-0. Málið skeyt føroyski landsliðsleikarin, Fróði Benjaminsen. 2-0 var eisini hálvleiksstøðan av dystinum. Hevði B36 verið betra liðið undan steðginum, so var KÍ nógv betri við í seinna hálvleiki. Nú royndu teir at trýsta móti B36-málinum, og teir fingu eisini fleiri mál­ møguleikar. Bólturin vildi tó ikki í máli, og í staðin fyri eitt mál til KÍ, so blivu vertirnir revsaðir í hinum endanum. Um miðjan seinni hálvleik fekk B36 hornaspark, og her var Mikkjal Thomasen hægstur, og skallaði bóltin í málið til 3-0. Nú var dysturin í roynd og veru avgjørdur, men KÍ royndi tó at kempa allan vegin. Móti endanum av dyst­inum gav trýstið eisini úrslit, tá Leon Bjartalíð minkaði um munin til 3- 1, men nærri kom KÍ ikki. HB vann eftir b - Vit eru enn tíðliga á ár­inum, men eg helt, at lið­ini til tíðir spældu sera góð­an fótbólt. Vit sóu fleiri góðar kombinatiónir fram eftir vøllinum, og spæl­ ararnir vóru eisini klárir at arbeiða hvør fyri árum, segði landsliðsvenjarin, Jógvan Martin Olsen. Mynd: Álvur Haraldsen Milan Kuljic og hansara liðfelagar í HB vunnu finaluna í Klaksvíkskappingini eftir brotssparkskapping ímóti EB/Streymi Gleðin var stór á Jákupi á Borg, tá hann lyfti Klaksvíkssteypið eftir finalusigurin á EB/Streymi. Mynd: John William Joensen