mánadagur 12. mars 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 50 - 12. mars 2007 ]
Tvey tey ovastu liðini
frá farna kappingar
ári, EB/Streymur og
HB, blivu klár til fin
aluna í Klaksvíks
kappingini leygardag
in, tá tey vunnu á
ávikavist B36 og KÍ
FÓTBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Leygardagin tjóvstartaði
kappingin hjá monnunum
í fótbólti, tá árliga Klaks
víkskappingin var á skránni.
Hetta er ein kapping millum
trý tey ovastu liðini frá farna
kappingarári umframt KÍ,
so luttakandi liðini í ár vóru
HB, EB/Streymur, B36 og
KÍ.
Fyri nøkrum vikum síðani
var lutakast til kappingina,
og her gjørdist greitt, at
EB/Streymur og B36 brustu
saman í fyrru hálvfinaluni,
meðan KÍ tók ímóti føroya
meistarunum, HB, í seinna
hálvfinaludystinum.
Málmansdropp
kostaði
Dysturin millum EB/Streym
og B36 byrjaði kl. 12.45, og
hvíta havnarliðið fekk eina
heldur betri byrjan uppá
dystin. Teir høvdu okkurt
gott álop tíðliga í dystinum,
men so við og við tók EB/
Streymur yvir. Teir spældu
góðan fótbólt, og til tíðir
vístu teir heilt gott spæl, tá
teir spældu seg fram eftir
vøllinum. Sundalagmenn
komu eisini fram til onkrar
smærri møguleikar í fyrra
hálvleiki, og í onkrum føri
vóru teir tætt við at leggja
seg á odda.
Stutt undan steðginum
bragdaði tó hjá EB/Streymi.
Ein bóltur bleiv sendur inn til
Ronnie Samuelsen, sum var
staddur á miðjum vølli. Hann
skuldi senda ein langan bólt
inn um B36-verjuna til Arn
bjørn Hansen, men bólturin
bleiv alt ov langur, og sá út
til at enda inni hjá Jákupi
Mikkelsen í málinum. Jákup
fór tó fullkomiliga skeivur
av bóltinum, sum sprakk
upp um hann og inn í tóma
B36-málið, og so var støðan
1-0 til B36.
Í seinna hálvleiki misti
felagsliðið úr Sundalagnum
tað mesta av sýnum flogið, og
í staðin var tað B36, sum nú
setti seg á dystin. Teir royndu
av øllum alvi at leggja trýst
á EB/Streym, og í onkrum
føri vóru teir eisini tætt við
at fáa útjavnandi málið.
Trýstið hjá B36 gav tó ikki
úrslit í hesum dystinum, og
endaliga úrslitið gjørdist 1-0
til EB/Streym. Sostatt bleiv
felagsliðið klárt til sína fyrstu
finalu í Klaksvíkskappingini
nakrantíð.
HB vann á vertunum
Í seinna dystinum møttust
KÍ og HB. Her gekk javnt
á fyrstu løtuna, og bæði lið
ini høvdu onkrar smærri
møguleikar at leggja seg
á odda. Tað vóru tó føroya
meistararnir úr HB, sum
tóku leiðsluna stutt undan
steðginum við einum góðum
máli.
Rókur av Fløtum Jesp
ersen kom at standa væl
fyri inni í brotsteiginum
hjá KÍ. Hann gjørdi ikki
mætari enn at smekka til,
og bólturin streyk inn við
nærmaru stólparót, og so
var HB á odda 1-0.
Seinni hálvleikur var tó
ikki serliga gamal, so javn
aði KÍ. Eitt hornaspark
bleiv sent høgt inn fyri mál
ið, og uttarlaga í brotsteig
inum tamdi Kaj Ennigarð
bóltin, áðrenn hann skeyt
ímóti málinum. Bólutinr
streyk upp í málhornið, og
so var 1-1.
HB gav tó ikki skarvin
yvir, og seint í dystinum
fingu teir avgerandi málið.
Eitt fríspark bleiv sent
inn í brotsteigin, og har
fekk KÍ ikki rudda bóltin
vekk. Hann endaði hjá
Kári Nielsen, sum skeyt
ímóti málinum. Bólturin
tók í ein KÍ-verjuleikara á
vegnum og snýtti Meinhard
í málinum, og so var HB
aftur á odda 2-1. Hetta
gjørdist eisini endaliga
úrslitið, og sostatt skuldi
HB møta EB/Streymi í
finaluni.
EB/Streymur og HB
sigraðu í hálvfinalunum
rotsspørk
Federer sligin úr í
fyrstu rundu
Roger Federer er mest sum einaráðandi í tennisheiminum hjá
monnum, men í nátt bleiv hann sligin út í fyrstu rundu í sterku
tenniskappingini, Indian Wells, sum hann hevur vunnið
seinastu trý árini. Her møtti hann argentinanum, Guillermo
Canas, og hesin vann dystin 2-0 við settúrslitunum 7-5, 6-2.
Sostatt steðgaði Canas langu sigursrøðini hjá Federer, sum
hevði vunnið seinastu 41 dystirnar undan dystinum ímóti
Canas. Hetta er harafturat fyrstu ferð í á leið tvey ár, at
Federer verður sligin út í fyrstu rundu í nakrari kapping.
Barcelona vil hava Robben
Í eina tíð hevur ljóðað, at Barcelona ætlar at keypa portugisiska
landsliðsleikaran í Manchester United, Cristiano Ronaldo.
Nú ljóðar tó, at um Barcelona ikki fær Ronaldo, so ætla
teir sær at venda eyguni til eitt annað enskt stórfelag. Arjen
Robben er rættiliga ónøgdur við síni støðu í Chelsea, har
hann bert er byrjaður inni í 15 dystum í Premier League hetta
kappingarárið. Sum skilst vil hann sleppa frá Chelsea, og
Barcelona sigst vera klárt at bjóða á leið 180 milliónir kr. fyri
hollendska landsliðsleikaran, um Chelsea vil selja hann.
Sostatt vann B36 bronsuna
í Klaksvíkskappingini.
HB fór avstað
við steypinum
Seinni dysturin sunnudagin
var finalan ímillum HB og
EB/Streym. EB/Streymur
hevði kanska okkurt at
prógva, eftir at teir taptu
meistaraheitið ímóti HB
seinasta kappingarár.
Tað vóru eisini sunda
lagsmenn, sum vóru heldur
betri í fyrra hálvleiki. Ikki
tí, spælið var ikki serliga
gott, og tað mesta gekk
fyri seg á miðjum vølli, har
nærdystirnir vóru nógvir í
tali. Liðini funnu ongantíð
tað góða fótbóltsspælið fram
í fyrra hálvleiki, men tættast
við eitt mál var EB/Streymur,
tá teir fingu fríspark um
miðjan hálvleikin. Bárður
Olsen sendi hetta inn í brots
teigin, og her fekk Sorin
Anghel eina langa tá á
bóltin, sum fór beint fram
við málinum.
Dysturin var ikki meir enn
komin í gongd eftir steðgin,
so hevði dómarin dømt
brotsspark til EB/Streym.
Eitt innkast bleiv kastað inn
í brotsteigin, og her metti
dómarin, at Hans á Lag helt
í Sorin Anghel. Brotssparkið
sendi Ronnie Samuelsen
trygt í netið, og so var EB/
Streymur á odda 1-0.
Liðini gjørdu annars fleiri
útskiftingar eftir steðgin, og
nú var tað HB, sum setti seg
á dystin. Teir fingu onkran
møguleika eftir málið hjá
EB/Streymi, men teir vóru
ongantí heilt tætt við at fáa
útjavnandi málið.
Tá eitt korter var eftir bragd
aði tó hjá HB. Eitt innkast
bleiv sent inn í brotsteigini,
og ein misskiljing í EB/
Streyma-verjuni førdi við
sær, at bólturin endaði hjá
einum púra leysum Tór-Ing
ar Akselsen, sum sendi bóltin
í netið til javnleik 1-1.
1-1 gjørdist eisini endaliga
úrslitið, og so skuldi longd
leiktíð til fyri at finna ein
vinnara. Her var HB eisini
betra liðið í umdystinum, men
hóast hetta, so tóktust bæði
liðini mest sum bara bíða
eftir brotssparkkappingini.
Har kom heldur einki mál
afturat í umdystinum, og
tí skuldu liðini út í brots
sparkskapping.
Her skoraðu bæði liðini
fyrstu fýra brotsspørkini,
men í fimta sparkinum fall
avgerðin. Her brendi ein EB/
Streyma-leikari, meðan HB
skoraði sítt brotsspark, og
sostatt gjørdist HB vinnari
av Klaksvíkskappingini
2007.
EB/Streymur vann sína hálvfinalu ímóti B36 leygardagin við máli frá Ronnie Samuelsen. HB
vann eisini sína hálvfinalu ímóti KÍ, og sostatt skuldu HB og EB/Streymur møtast í finaluni.
Nýggi EB/Streymarin, Hanus Eliasen, spældi væl í hálvfinaluni leygardagin, men hann var ikki
við í finaluni sunnudagin. Her sæst í múrinum saman við polska Rafael Kwiecinski