mánadagur 12. mars 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 50 - 12. mars 2007 ]
Fyrsta Lyngby-tap í ár
Oddaliðið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini tapti um
vikuskiftið sín fyrsta dyst í ár. Talan var um enn ein
venjingardyst undan kappingarbyrjan, og dysturin varð
spældur í Turkalandi, har Lyngby hevur vant í eina viku.
Mótstøðuliðið var Terek Grosny úr Russlandi, og russiska
liðið vann dystin 2-1. Lyngby kom á odda 1-0 við sjálvmáli,
men síðani vendi liðið úr Tjetjenia dystinum og vann við
einum máli.
Rangers vann Old Firm
Størsti
dysturin
í
skotskum
fótbólti
er
millum
arvafíggindarnar Celtic og Rangers. Liðini úr Glasgow
hittust sunnudagin í landskappingardysti, og hesaferð var
tað Rangers, sum vann. Celtic er annars greitt oddalið í
skotsku kappingini, men teir kláraðu ikki at knógva
Rangers hesaferð. Eitt mál kom í dystinum, og tað skoraði
ugo Ehiogu við einum framúr góðum fluktar stutt eftir
hálvleikssteðgin.
Neistin førdi trygt í
fyrra hálvleiki, men í
seinna hálvleiki kom
VB sterkt aftur, og so
samdust liðini um
javnleikin í fyrru hálv
finaluni í Sunset kapp
ingini. Við javnleikin
um er alt púra opið
undan seinnu
hálvfinaluni
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Lagt var upp til ein spennan
di dyst, tá ið Neistin tók
ímóti VB í fyrru hálvfinaluni
í Sunset kappingini. Neistin
hevur havt eitt sera gott tak
á VB í hesum kappingarári
num, men síðstu dystirnar
eru úrslitini blivin betri og
betri
hjá
vágskvinnum.
Dysturin leygardagin gjørd
ist enn eitt dømi um, at VB
kann steðga Neistanum, um
tær raka dagin.
Neistin legði væl út
Frá byrjan av var tó líkt til,
at Neistin fór at gera, sum í
undanfarnu dystunum. Tær
fingu nevniliga eina flúgv
andi byrjan, og dysturin var
ikki meir enn byrjaður, tá
tær høvdu lagt seg á odda
3-0. Hetta sá ikki gott út hjá
VB.
So við og við komu vágs
kvinnurnar tó eitt sindur í
gongd, men tær høvdu enn
stórar trupulleikar at fylgja
við góða neistaspælinum.
Um miðjan hálvleikinum
hevði VB minka um munin
niður í tvey mál, og hesa
løtuna koyrdi væl betri enn
fyrstu løtuna hjá gestunum,
men brádliga steðgaði upp
aftur.
Neistin valdi at taka eitt
time out fyri at tosa um ting
ini, og hetta vísti seg so
sanniliga at geva úrslit. Næs
tu sjey minuttirnar skoraðu
tær fýra ferð, meðan VB
einki mál fekk, og so var
Neistin brádliga á odda við
seks málum, og nú lá ein
tryggur neistasigur í luftini.
Nú var tíðin komin hjá
VB at taka Time Out, og het
ta fekk eitt sindur av gongd
í aftur gestirnar. Fyrra hálv
leik átti Neistin tó, og tá
dómarin bríkslaði fyri sein
astu ferð undan steðginum,
førdi Neistin við fimm mál
um, og her skuldu aðrir boll
ar í suppuna hjá VB, um tær
skuldu koma inn aftur í dyst
in.
VB vendi dystinum
VB- venjarin, Egil Stein
tórsson, mundi hava tikið
eitt álvarsprát við sínar leik
arar í hálvleikinum, tí tað
var eitt heilt nýtt VB-lið,
sum kom inn á vøllin eftir
steðgin. Nú spældu tær sum
eitt lið, og tær vístu, at hesin
dysturin als ikki var avgjørd
ur enn.
Fyrstu løtuna av seinna
hálvleiki spældi VB sum
einglar. Alt vísti seg at rig
ga, meðan tað nú var Neis
tin, sum hevði stórar trupul
leikar við at fáa bóltin í
málið hjá VB. Eftir 10 min
uttum hevði VB eisini skora
seks ferðir, meðan Neistin
hevði fingið tvey mál, so
nú var aftur bert eitt mál á
muni.
VB steðgaði tó ikki á her.
Um miðjan hálvleikin løgdu
tær seg nevniliga á odda
fyri fyrstu ferð í dystinum,
og nú var okkurt, sum bendi
á, at VB kundi fara avstað
við øllum í fyrra hálvfinalu
dystinum. Gestirnir megn
aðu eisini at leggja seg á
odda við tveimum málum,
áðrenn Neistin sá, hvønn
veg tað bar.
Nú raknaði heimaliðið
nevniliga við aftur og byr
jaði at finna spælið fram,
sum tær høvdu víst undan
steðginum. Hetta gjørdi, at
tær fór fram um aftur VB,
soleiðis at tær vóru á odda
við tveimum málum, tá ið
knappir fýra minuttir vóru
eftir at leika. Síðst í dystin
um svaraði VB aftur við
trimum málum, meðan Neis
tin fekk eitt, og so endaði
fyrra hálvfinalan ímillum
Neistan og VB við javnleiki
26-26.
Sum dysturin lagaði seg,
var javnleikurin helst í lagi.
Neistin hevði eina trygga
leiðslu undan steðginum,
men í seinna hálvleiki meg
naði VB at koma inn aftur í
dystin við til tíðir sera góð
um spæli. Við javnleikin er
einki avgjørt undan seinnu
hálvfinaluni, sum verður í
Vági.
Neistin-VB 26-26 (15-10)
Alt verður avgjørt í Vági
Neistin førdi trygt í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki kom VB sterkt aftur og hevði eisini
møguleika at vinna dystin, sum endaði við javnleiki. Við hesum er alt opið undan seinnu
hálvfinaluni.
Neistin-VB 26-26 (15-10)
Málskjúttar:
Neistin: Nicoleta R. Hansen 9 (5), Rakul Augustinussen 6,
Ása D. Á Neystabø 4, Unn Kragesten 2, Annika Thomsen 1,
Elin Stakksund 1, Gunnar Brockie 1, Heidi Maria Akselsen
1, Maria Dahl 1
VB: Daiva Tuomaite 6 (4), Gurið Mortensen 6, Leila Jespersen
4, Maja Sølvsten 4, Rannvá Johannesen 3, Margreth
Augustinussen 2, Bára Mortensen 1
Brotskøst: Neistin 5, VB 4
Útvísingar: Neistin 2, VB 4
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen
FAKTA
StÍF og Stjørnan
Málskjúttar:
StÍF: Rebekka Justinusen 8 (1), Sólfríð Christiansen 2, Ásgerð
Káradóttir 2, Ata Gregersen 1, Johanna í Króki 1
Stjørnan: Simona Petersen 9, Anna Kristina Samson 7, Una
Olsen 4, Alina Olaru 1, Bára S. Klakkstein 1, Edith Hansen 1,
Durita Christophersen 1
Brotskøst: StÍF 2, Stjørnan 0
Útvísingar: StÍF1, Stjørnan 0
Dómarar: Heri Petersen & Dánjal Samuelsen
FAKTA
StÍF-Stjørnan 14-
24 (7-11)
Stjørnan
annað bein
ið í finaluni
Stjørnan vann ein
sannførandi sigur
i fyrru hálvfinal
uni í Sunset kapp
ingini, tá tær vitja
ðu hjá StÍF. Við sig
rinum hava tær
meir enn annað
beinið í finaluni
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Stjørnan var stórur fav
orittur undan fyrra hálv
finaludystinum í Coca
Cola-kappingini, tá tær
vitjaðu á Skála hjá StÍF.
Stjørnukvinnurnar
megnaðu eisini at liva
upp til rolluna sum fav
orittur, tí tær vunnu ein
sannførandi sigur.
Fyrstu løtuna stóðu
verjurnar seg ótrúliga
væl, og bæði StÍF og
Stjørnan høvdu stórar
trupulleikar
at
fáa
bóltin í málið. Sjálvt
um Stjørnan var mett at
vera
favorittur,
so
fylgdu strandakvinnur
væl við, og tá knappir
20 minuttir vóru farnir,
stóð á jøvnum 4-4, men
so tók Stjørnan dik á
seg. Síðstu løtuna megn
aðu tær at vinna sær ein
trygga leiðslu, so tá lið
ini fóru til hálvleiks,
førdi Stjørnan við fýra
málum.
Í seinna hálvleiki var
heldur ongin ivi. Nú
var Stjørnan komin í
gongd, og munurin bara
vaks og vaks. 10 minutt
ir inn í seinna hálvleik
hevði Stjørnan lagt seg
á odda við níggju mál
um, og nú var dysturin
avgjørdur. Endin var, at
Stjørnan vann við 10
málum, og hetta ber við
sær, at tær hava meir
enn annað beinið í final
uni undan seinnu hálv
finaluni.