mánadagur 12. mars 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 50 - 12. mars 2007 ]
Capello rósar Messi
Venjarin hjá Real Madrid fekk ikki gjørt stórvegis annað
enn at rósa Barcelona-spælaranum Lionel Messi eftir
stórdystin millum feløgini leygarkvøldið. Dysturin endaði
3-3, og Messi skoraði øll málini hjá Barcelona.
- Messi er eitt óvanligt talent, og hann kann broyta gongdina
í einum dysti, nær tað skal verða, segði Capello eftir
dystin.
Barcelona var aftanfyri 3-2 og spældi við 10 monnum, tá
ið Messi bjargaði liðnum ein javnleik við sínum triðja máli
í dystinum.
Atli aftur á miðvøllinum
Atli Danielsen spældi á miðvøllinum, tá ið Frem um
vikuskiftið spældi venjingardyst í Landskrona. Seinastu
dystirnar hevur Atli spælt í miðverjuni hjá Frem, men nú
slapp hann aftur at royna seg á miðvøllinum, har hann
spældi allan dystin. Sambært heimasíðuni hjá Frem spældi
liðið væl í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki gekk verri, og
danska liðið tapti dystin 2-0.
VÍF førdi at kalla
allan fyrra hálvleik,
men í seinna hálvleiki
var eingin ivi um
úrslitið. Neistin vann
nevniliga ein tryggan
sigur, og við sigrinum
hava teir skapt rættan
spenning í oddinum
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
VÍF hevði møguleika at
spæla seg í FM-finaluna
við einum sigri á Neistanum,
tá ið Neistin tók ímóti teim
um í høllini á Hálsi í Atlant
ic Airways kappingin. Spæl
ararnir hjá Neistanum høv
du ikki nógv annað at spæla
fyri enn æruni, men hetta
vísti seg at vera meir enn
nokk hjá bláa havnarlið
num.
Nógvir tekniskir feilir
Fitt av fólki var komið sam
an í høllini á Hálsi at fylgja
dystinum ímillum Neistan
og VÍF í bestu mansdeildini
í hondbólti, men fyrri hálv
leikur bleiv ikki nøkur stór
hondbóltsuppliving. Liðini
gjørdu sera nógvar tekniskar
feilir, og hetta kom eisini at
seta sín dám á henda hálv
leikin.
Tað vóru tó gestirnir úr
Vestmanna, sum dugdu bet
ur at revsa feilirnar hjá
Neistanum fyrstu løtuna,
og dysturin var ikki nógvar
minuttir
gamal,
áðrenn
oddaliðið, VÍF, hevði lagt
seg á odda við trimum mál
um. Teir vístu seg at vera
heldur betra liðið hesa løtu
na, og leiðslan var sum so í
lagi, tí Neistin gjørdi sera
nógvar feilir fyrstu minuttir
nar av dystinum.
So við og við fótaði Neis
tin sær tó. Spælið hjá heima
liðnum bleiv nú væl betri,
og í fleiri førum vóru teir
tætt við at vinna leiðsluna
hjá vestmenningum inn aft
ur. Men hvørja ferð Neistin
nærkaðist, so svaraði VÍF
aftur, og tað tóktist vera
sera trupult hjá Neistanum
at taka síðsta fetið upp til
javnleikin.
Móti endanum av hálv
leikinum gav stríðið hjá
Neistanum tó úrslit. Eftir at
vera aftanfyri við tveimum
málum, tá góðir tveir min
uttir vóru eftir, megnaði
Neistin at skora trý mál síð
stu minuttirnar, so tá liðini
fóru til hálvleiks, var tað
brádliga heimaliðið, sum
var á odda við einum máli.
Neistin setti VÍF
uppá pláss
Fyrstu løtuna av seinna
hálvleiki gekk aftur javnt á
millum liðini. Spælið var
nú blivið heldur betri enn í
seinna hálvleiki, og serliga
leikferðin var vorðin hægri.
VÍF tóktist vera komin væl
út frá seinna hálvleiki, og
serliga mótálopini vístu seg
at rigga heilt væl. Her fekk
Harald Bjørgvin tvey góð
mál fyrstu løtuna, og Neist
in tóktist hava ávísar trupul
leikar við at steðga skjótu
mótálopunum hjá VÍF.
Brádliga steðgaði tó alt
upp hjá vestmenningum.
Neistin fekk rættiliga gongd
á verjuna, sum megnaði at
steðga skjúttunum hjá VÍF,
og í hinum endanum fekk
Neistin mál mest sum hvør
ja ferð. Hetta gjørdi, at Neis
tin legði seg á odda við fýra
málum um miðjan seinna
hálvleik, og nú sá ikki gott
út hjá oddaliðnum.
VÍF gav tó ikki skarvin
yvir uttan at kempa. Tá góð
ir 10 minuttir vóru eftir at
leika, høvdu teir minka um
munin niður í eitt mál, og
nú var spenningurin í hædd
ini í høllini.
Hetta skuldi tó vísa seg at
vera dagurin hjá Neistanum.
Teir øktu aftur nakað um
munin, og so var liðugt hjá
VÍF. Síðstu løtuna av dystin
um bleiv munurin bara stør
ri og størri, og at enda hevði
Neistin vunnið ein tryggan
og uppibornan 36-28 sigur.
Sjálvt um VÍF tapti dystin
fyri Neistanum, so eru teir
allíkavæl klárir til finaluna,
tí sum úrslitini lagaðu seg,
so er einki lið, sum kann
hótta teir og Kyndil í oddin
um.
- Hava gott
tak á VÍF
Tróndur Kragesten var
ein glaður maður eftir
sigur á VÍF leygardagin.
Hann staðfesti, at Neist
in hevur havt eitt gott
taka á VÍF í ár.
- Vit hava havt eitt
gott tak á VÍF í ár í hei
la tikið. Síðsta dyst
kiksaði ordiliga hjá okk
um, eftir at vit vóru
frammanfyri við átta
málum, men í dag haldi
eg, at vit vóru meira
kaldir, kanska tí vit ikki
hava tað stóra at spæla
fyri. Samanumtikið hal
di eg, at VÍF fær ikki
sítt spæl at koyra í dag,
meðan okkara flýtur
rættiliga væl, og so
hava vit rættiliga lætt
við at fáa mál í dag, seg
ði Tróndur Kragesten
eftir dystin.
- Vit eru ov
óneyvir
Eftir dystin fingu vit
orðið á Inga Olsen hjá
VÍF. Hann var sum ver
amann skuffaður yvir
tapið fyri Neistanum.
- Vit eru ov óneyvir
allan vegin ígjøgnum,
bæði í verju og álopið.
Vit gera sera nógvar
feilir í fyrra hálvleiki,
og hetta hendir, júst tá
vit hava eina tvey ella
trý mála leiðslu. Í stað
in fyri at vit fara enn
longur fram um, so fáa
teir okkum aftur. Í sein
na hálvleiki koma teir
ov lætt til skot, og ver
jan saman við málman
ninum er ikki nóg góð í
dag, staðfesti Ingi eftir
dystin.
Ingi og hansara liðfel
agar fingu tó eina hjálp
andi hond frá bæði
Kyndli og H71, so sjál
vt um teir ikki vunnu
ímóti Neistanum, so
eru teir tó klárir til fin
aluna.
Neistin-VÍF 36-28 (17-16)
Neistin koppaði enn
einaferð oddaliðnum
Neistin-VÍF 36-28 (17-16)
Málskjúttar:
Neistin: Áki Mørk 8 (1), Dan Thorleifsson 6, Jugoslav Djumic 6,
Tróndur Kragesten 5, Blagoje Buha 3, Carl Herup Olsen 3, Roar
Dalsgarð 2, Birgir Poulsen 1, Jákup Apol 1, Jens Mohr 1
VÍF: Sámal Joensen 8 (1), Agnar Joensen 6 (2), Harald Bjørgvin 4,
John Zachariassen 4, Áki G. Olsen 3, Ingi Olsen 2, Áki Olsen 1
Brotskøst: Neistin 1, VÍF 5
Útvísingar: Neistin 3, VÍF 0
Dómarar: Sámal Paulason, Kári Hansen
FAKTA
Neistin hevði enn einaferð
takið á VÍF, tá hesir vitjaðu
í Havn. Eftir ein javnan
fyrra hálvleiki setti Neistin
rættiliga oddaliðið uppá pláss
í seinna hálvleiki, og at enda
vunnu teir ein tryggan átta
mála sigur.