mánadagur 12. mars 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 50 - 12. mars 2007 ]
Blackpool á
uppflytingarplássi
Hóast tað bert gjørdist til javnleik um vikuskiftið, togaði
Blackpool við Claus Bech Jørgensen í hópinum seg upp á
uppflytingarpláss í triðbestu ensku deildini. 26 lið spæla
við í League One. Tvey tey fremstu liðini flyta beinleiðis
upp í næstbestu deildini, meðan fýra tey næstu liðini spæla
um eitt uppflytingarpláss. Blackpool spældi ímóti Brighton
leygardagin, og dysturin endaði málleysur. Nú liggur
Blackpool sum nummar 6, men 10 dystir eru eftir at spæla
í kappingini.
Meira enn ein milliard
til Barcelona
Spanska fótbóltsfelagið FC Barcelona hevur gjørt eina
risaavtalu við fyritøkuna Nike. Avtalan er galdandi fram til
2013, og hesi árini skal Barcelona spæla í klæðum frá
Nike. Sambært spanska blaðnum Marca er avtalan verd
1,1 milliard krónur, og hesa upphædd fær Barcelona at
ráða yvir næstu seks árini.
Dráttur-KÍF 3-0 (25-
20, 25-13, 25-21)
Dráttur fekk
bronsuna
Dráttur vann ein
tryggan sigur
á KÍF i meistar
adeildini hjá
kvinnum sunnu
dagin, og við sigri
num hava tær nú
tryggjað sær bron
suheiðursmerkini
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
KÍF hevði ein lítlan
møguleika at fáa Drátt
aftur undan dystinu í
vikuskiftinum, tá hesi
bæði liðini hittust á Gil
janesi. Dráttur vildi tó
ikki geva KÍF nakran
møguleika at vinna trið
ja plássið frá teimum, tí
tær vunnu nevniliga ein
sannførandi 3-0 sigur.
Í fyrsta setti var KÍF
hampiliga væl við, men
sigurin hjá Drátti var
sum so ongantíð í van
da. Tær vunnu 25-20,
og so vóru tær komnar
í gongd.
Í øðrum setti var slett
eingin ivi. Her legði
Dráttur seg trygt á odda
mest sum alt fyri eitt,
og munurin bleiv bara
størri og størri ímillum
liðini. KÍF fekk slett
ikki fótin fyri seg í hes
um settinum, og at enda
vann Dráttur ein knús
andi 25-13 sigur, og so
stóð 2-0.
Í triðja setti var KÍF
aftur væl betri við. Tær
royndu at hanga í Drát
ti, men at gjørdust vága
kvinnurnar ov drúgvar.
Dráttur vann nevniliga
triðja sett 25-21, og við
sigrinum hava tær nú
tryggja sær bronsuheið
ursmerkini.
KÍF líktist einum
vinnara ímóti enda
num av dystinum ímó
ti H71 í Atlantic Air
ways-kappingini, men
síðstu løtuna svaraði
H71 aftur og tryggjaði
sær javnleikin. Ein
javnleikur, sum kost
aði KÍF finalumøgu
leikan
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Setningurin hjá KÍF var
púra greiður undan dystin
um í Atlantic Airways kapp
ingini sunnudagin. Ein sig
ur var krav í heimadystinum
ímóti H71, um kollfirðing
arnir skuldu halda fast í vón
ini um at koma í finaluna.
H71 hevði ikki tað heilt
stóra at spæla um henda
dagin, men teir hava tó víst
fyrr i ár, at teir er førir fyri
at steðga kollfirðingum.
Lítil munur undan
steðginum
H71 gav KÍF ein ordans
hvøkk mest sum alt fyri
eitt, tí teir byrjaðu nevniliga
dystin sum eitt satt ódnar
veður. Liðini vóru ikki meir
enn komin í gongd, so hevði
H71 vunnið sær ein trý
mála leiðslu, og teir spældu
eisini sera væl fyrstu løtuna.
Teir spældu skjótan hond
bólt, og hetta tóktist at geva
kollfirðingum ávísar trupul
leikar.
So við og við fótaði KÍF
sær tó, og løtu seinni høvdu
teir fingið samband við gest
irnar, og so gekk javnt á
næstu løtuna. Liðini skiftust
um at skjóta mál, og munur
in var at kalla eingin. Móti
endanum av hálvleikinum
megnaði KÍF tó at vinna
sær eina tvey mála leiðslu,
men hetta var ikki endiliga
orsakað av góðum spæli.
H71 brendi nevnliga tríggjar
opnar møguleikar hesa løtu
na.
KÍF hevði møguleikan
Dysturin gjørdist heldur
frægari eftir steðgin. Leik
ferðin var væl hægri í sein
na hálvleiki, og liðini vístu
seg at spæla heldur betri.
Tað gekk heldur ikki long
tíð, áðrenn H71 hevði fing
ið KÍF aftur, og so fylgdust
liðini til miðskeiðis í hálv
leikinum, men so tók KÍF
eitt ordans hál. Hoyviking
arnir vórðu raktir av eini
dupultari útvísing, og KÍF
takkaði fyri møguleikan at
spæla seks ímóti fýra.
H71 megnaði at minka
niður í tvey mál, men enn
einaferð blivu teir raktir av
tveimum útvísingum innan
stutta tíð, og enn einaferð
blivu teir revsaðir av koll
firðing num, sum nýttu
møguleikan til at leggja seg
á odda við fýra málum. Við
seks minuttum eftir á talv
uni tóktist alt avgjørt, men
hoy´vikingar vildu tað tó
øðrvísi.
Stutt undan leikloki var
rakt av eini útvísing, og hes
ar tveir minuttirnar nýtti
H71 til fulnar. Teir komu
uppá javnt, og so var lagt
upp til ein spennandi enda í
Kollafirði. Her megnaði
Damir Oros at leggja KÍF á
odda við brotskasti í seinas
ta minuttinum, og so fór
H71 í seinasta álopið. Teir
spældu bóltin runt í eina
løtu, áðrenn Gunnar Bláerg
bleiv spældur leysur á strik
uni. Hann sendi bóltin í mál
ið, og so endaði dysturin í
Kollafirði við javnleiki.
Við javnleikin hevur KÍF
mist møguleikan at koma í
finaluna, og nú er greitt, at
henda verður ímillum VÍF
og Kyndil.
KÍF-H71 30-30 (14-13):
KÍF misti møguleikan
KÍF-H71 30-30 (14-13)
Málskjúttar:
KÍF: Damir Oros 10 (3), Daniel Rapa 6, Ingi Johannesen 6,
Teitur Joensen 4, Rógvi Weyhe 2, Eddie Joensen 2
H71: Dánjal Tórgarð 8, Esbern Patursson 7 (2), Gunnar
Bláberg 7, Niels Viggo Niclassen 4, Heini Bendtsen 2, Janus
Sørensen 2
Brotskøst: KÍF 3, H71 2
Útvísingar: KÍF 3, H71 5
Dómarar: Heri Petersen & Dánjal Samuelsen
FAKTA
KÍF førdi trygt síðstu løtuna av dystinum, men H71 kom væl aftur og fekk bjarga sær javnleikin. Við hesum misti KÍF møguleikan
at koma í FM-finaluna.