týsdagur 13. mars 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 51 - 13. mars 2007
tíðindi
Listaverk fyri milliónir
bjargast úr Føroya Banka
Nú Føroya Banki skal
einskiljast, hevði tað
verið ein vanlukka,
vissi øll tey 1000
listaverkini hjá banka
num fylgja við, tí so
er vandi fyri at tey
fara fyri vág og vind.
Hava vit fyrst mist
hendan ómetaliga
mentanarskattin,
kann verða ógvuliga
torført at fáa hann
aftur, heldur Lista
savn Føroya.
Einskiljing og list
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tá ið Føroya Banki verður
einskildur, kunnu føroy
ingar samstundis missa ein
mentanarlig dýrgrip, sum
ikki kann gerast upp í peng
um.
Tað hevur Listasavn Før
oya nú gjørt vart við.
Føroya Banki eigur nógv
tað størsta savnið yvirhøvur
av føroyskari list og verður
bankin seldur sum hann er,
fylgja tey listaverkini sjálv
andi við í søluni.
Og so er vandi fyri, at
listaverkini fara fyri vág
og vind, tí ein nýggjur,
privatur eigari, ger sjálvsagt
við tey, sum hann vil.
Sostatt er vandi fyri, at
allir hesin listarligi dýr
gripur verður spjaddur í
allar ættir og tað er eisini
vandi fyri, at tey enda
uttanlands.
Fylgja listaverkini hjá
Føroya Banka við, tá ið
hann verður einskildur, er
sostatt vandi fyri at vit
samstundis missa ein av
okkara størsta, listarliga
dýrgripum av hondum.
Skulu verða
fólksins ogn
Helgi Fossadal, stjóri í
Listasavni Føroya, hevur
nú sent almennu myndug
leikunum bræv, við eini
áheitan um at tryggja, at
listaverkini í Føroya Banka
framhaldandi verða ogn
Føroya Fólks.
Hann hevur sent bæði
Fíggingarg r u n ninu m,
Landsstýrismanninum í
mentamálum. Landsstýris
mannin í fíggjarmálum,
Løgmanni og Løgtinginum
hesa áheitan um at tryggja,
at listaverkini í Føroya
Banka ikki fylgja við, tá ið
bankin verður einskildur.
Í hesum sambandi hevur
stjórin í Listasavninum víst
á, at bankin er almenn ogn
í løtuni og sostatt eru øll
listaverkini í bankanum
eisini almenn ogn.
– Vit halda, at nú allur
hesin ómetaligi mentanar
dýrgripurin
hjá
Føroya
Banka longu er almenn
ogn, vildi tað verið skeivt
at latið hana farið aftur á
privatar hendur.
– Tí kundu vit hugsa
okkum, at skipað verður so
fyri, at listaverkini verða
tikin
burturúr
Føroya
Banka, áðrenn hann verður
einskildur og latin Lista
savni Føroya.
Eini 1000 listaverk
Helgi Fossadal vísir á, at
tilsamans
eigur
Føroya
Banki eini 1000 listaverk.
– Listasavnið hjá Føroya
Banka er ein perla, tí har er
ein ørgrynna av verkum
eftir okkara allerkendastu
listafólkum.
Men yvirhøvur er at
kalla hvørt einasta listafólk
í Føroyum umboða í savni
num hjá bankanum.
Verða listaverkini ikki
tikin úr bankanum, áðrenn
hann verður einskildur,
verða
listaverkini
aftur
privat ogn.
– Tá kann tað henda, at
vit noyðast at keypa lista
verkini aftur fyri ovur
honds stórar upphæddir og
tað vildi verið spell, eftir
sum tey longu almenn
ogn.
Helgi Fossadal leggur
dent á, at fyri tað um lista
verkini verða skild frá
bankanum
og
varðveitt
sum almenn føroysk ogn,
er ikki sagt, at øll lista
verkini skulu takast úr
bankanum, so at hann verð
ur tømdur fyri list.
– Tað hevði borið væl til
at gjørt eina avtalu um, at
verkini verða hangandi í
bankanum í eitt áramál, so
at tey hanga uppi til fólk at
frøast yvir, sigur Helgi
Fossadal.
Ongan týdning
Hvussu nógv hesi lista
verkini eru verd, er vón
leyst at siga. Tað er í øllum
førum greitt, at keypsprís
urin upp ígjøgnum árini
hevur ikki verið serliga
høgur og sostatt er bókførda
virðið ikki so stórt.
Tá ið bókførda virðið hjá
bankanum skal gerast upp í
sambandi við einskiljing
ina, eru listaverkini hjá
bankanum sostatt bara ein
viðfáningur.
Men hinvegin eru tað
mong, sum meta, at tey
hava eitt listarligt og ment
anarligt virði, sum er ómiss
andi fyri Føroya Fólk.
– Hetta hevur so stórt
mentanarligt virði, at vit
mugu tryggja okkum, at
tey ikki gleppa okkum av
hondum, tí tað vildi verið
eitt
ómetaligt
bakkast,
sigur Helgi Fossadal.
Listaverk, sum Mykines, Ingálvur av
Reyni og Zacharias Heinesen hava
málað, eru millum dýrgripirnar
hjá Føroya Banka. Teir mugu undir
ongum umstøðum fylgja við, tá
ið bankin verður einskildur, tí so
kunnu vit missa eina mentanarligan
dýrgrip, sum ikki kann gerast upp í
pengum, heldur Listasavn Føroya
Ikki stórar barnagarðar
Tey seinastu árini hevur gongdin í Noregi verið tann, at kommunurnar hava bygt
størri og størri barnagarðar. Men nú ávara serfrøðingar ímóti hesari gongdini.
Christian W. Beck, granskari á lærda háskúlanum í Oslo, sigur við Bergens Tidende,
at børnini verða strongd og ágangandi, um barnagarðurin er ov stórur, og harafturat
missa tey evnini at savna sínar tankar. Størsti barnagarðurin í Noregi verður liðugur
í summar og hevur pláss fyri 270 børnum.
Selja útróðrarkvotur
Um einar tvær vikur fer norska stjórnin at leggja eitt uppskot um ymsar broytingar
í fiskivinnulóggávuni fyri Stórtingið, og sambært Nordlys fer stjórnin tá at skjóta
upp, at kvotur hjá útróðrarbátum skulu kunna seljast og keypast. Higartil hevur tað
ikki borið til at selja og keypa kvotur hjá fiskiførum, sum eru minni enn 15 metrar.
Sum skilst fer stjórnini eisini at skjóta upp, at verandi eigarar varðveita sínar kvotur
í 25 ár frá gildiskomu.