Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mars 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 51 - 13. mars 2007 5 tíðindi - vit vita ALPHABEAT ALPHABEAT 169,- POCKET SYMPHONY AIR 169,- BORAT 19995 SMS 35 35 35 FINAL FANTASY XII SIMS 2 SEASONS 369,- 595,- IDIOCRACY 19995 TEXAS CHAINSAW MASSACRE “THE BEGINNING” 19995 Eru sinnað at tryggja listaverkini hjá bankanum Jógvan á Lakjuni fer fyrsta dagin at koma við einum uppskoti um, hvussu lista­ verkini hjá Føroya Banka verða bjargað undan einskiljingini Einskiljing og list Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað er eitt gott hugskot at tryggja, at listaverkini í Føroya Banka ikki enda aftur á privatum hondum. Jógvan á Lakjuni, lands­ stýrismaður í Mentamálum hevur tikið áheitanina frá Listasavni Føroya til eftir­ tektar og sum vit hava umrøtt í aðrari grein her í blaðnum. Eisini landsstýris­maður­ in heldur, at tað er um­ ráðandi at tryggja, at lista­ verkini hjá bankanum ikki fara av landinum. Hann sigur, at Menta­ mála­ráðið arbeiðir í løtuni fyri at finna útav hvussu farast kann fram fyri at trygga at listaverkini hjá Føroya Banka verða varð­ veitt á føroyskum hondum. – Ein máti kundi verið at stovna ein grunn sum fekk listaverkini. Men hann heldur, at tað er eitt frálíkt uppskot Lista­ savnið fær listaverkini. Jógvan á Lakjuni sigur, at Mentamálaráðið fer fyrsta dagin at koma við einum uppskoti um, hvussu vit kunnu tryggja, at lista­ verkini ikki gleppa okkum av hondum, tí í løtuni eru tey almenn ogn. – Her eru sannar perlur og tí eiga vit at tryggja, at listaverkini ikki gleppa okkum av hondum, sigur landsstýrismaðurin. Hann væntar, at niður­ støðan hjá Mentamála­ráð­ num verður, at Listasavnið fær ognarrættin til lista­ verkini hjá bankanum. – Men Listasavnið hevur ikki pláss fyri teimum og tí kunnu vit væl hugsað okk­ um eina loysn, har tey verða hangandi í bankanum, leggur hann afturat. Eyðun á Rógvi er for­ maður í Fíggingar­grunni­ num, sum eigur bankan. Hann sigur, at nevndin í grunninum hevur ikki viðgjørt málið enn og tí dugir hann ikki at siga, hvørja støðu, Fíggingar­ grunnurin fer at hava til áheitanin frá Listasavni­ num. Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá sjálvari bankaleiðsluni, áðrenn blaðið fór til prentingar. Førleikatarnað fáa betri sømdir Nú koma lógar­broyt­ ing og nýggjar kunn­ gerðir um stuðul til at keypa bil sambært forsorgarlógini og til bústaðarbroytingar Førleikatarnað Nú eru neyðugu broyt­ ingarnar í forsorgarlógini gjørdar, so at greið heimild er fingin til vega fyri at kunna veita førleika­tarn­ aðum stuðul til at keypa avlamisbil og til bústað­ arbroytingar. Samstundis hevur lógarbroytingin giv­ ið høvið til at fáa nakrar betringar inn í lógina, samanborið við galdandi siðvenju. – Av týðandi broytingum kann nevnast, at í mun til verandi siðvenju um stuðul til at keypa avlamisbil, verður lán framyvir játtað til allan keypsprísin, men tó soleiðis at reglur verða ásettar í nýggjari kunngerð um inntøkumark í sam­ bandi við afturrindan av láninum, sigur Almanna- og heilsumálaráðið í tíð­ indaskrivi. Viðvíkjandi bústað­ar­ broyt­ingum er í mun til verandi siðvenju nú møgu­ ligt hjá Almannastovuni at bera útreiðslurnar av at útvega persóni ein annan bústað. Treytirnar fyri tí er, at tað verður mett neyð­ ugt orsakað av, at stuðul til innrættan av verandi búst­ aði ikki er nøktandi. Í hesum sambandi eru tó reglur ásettar í kunngerð, um í hvønn mun stuðul til útvegan av nýggjum bú­ staði og bústaðarbroytingar sum heild skulu aftur­ rindast. Reglur um aftur­ rindan eru einans galdandi, tá talan er um munandi virðisøking fyri viðkom­ andi persón. Ein fylgja av nevndu lógarbroytingum er tvær nýggjar kunngerðir um stuðul til at keypa bil sam­ bært forsorgarlógini og um afturgjaldsskyldu í sam­ bandi við bústaðar­broyt­ ingar. Regin Joensen nýggjur í nevndini hjá Eysturoyar Javnaðarfelag Aðalfundur var í Eystur­oy­ ar Javnaðarfelag sein­asta mánakvøld. Helena Eliasen, sum hevur sitið í nevndini seinastu 14 árini, nøkur ár sum næstformaður, tók ikki við afturvali. Í hennara stað kom Regin Joensen sum nýggjur nevndarlimur í Eysturoyar Javnaðar­fel­ ag. Nevndin sær nú soleiðis út: Eyðun Johannesen, form Eliseus Ó. Johannesen, n. form Sunleiv Højgaard, skrivari Regin Strømsten Eileen Jørgensen Arthur Johansen Michael Pattingson Inga í Jógvansstovu Regin Joensen Jancy Olsen, eyka Jóannes Højsted, eyka Eftir aðalfundin var fundur undir heitinum “Flokkurin møtir veljarunum”. Hetta var fyrsti fundur í fund­a­ røðini hjá Javnaðar­flokki­ num, har ting- og lands­ stýrisfólk floksins vitja limafeløgini og møta velj­ arunum. Á fundunum fáa umboð floksins høvi at greiða frá, hvørji úrslit eru rokkin í valskeiðinum, sum nú fer at halla, og har veljarin fær høvi at siga sína hugsan um politikkin og úrslitini. Skráin fyri fundirnar sær soleiðis út: • Hesum fóru vit á val við • Hetta er komi burturúr • Hvat heldur veljarin - Fleiri enn 40 fólk høvdu leitað sær á fundin, sum var hildin í arbeiðsmannaf elagshúsinum í Leirvík. Fundurfólkið var í høvuðs­ heitum samt um, at Javn­ aðarflokkurin hevur fingið nógv javnaðarmál ígjøg­ num tingið hetta sam­ gonguskeiðið. Tey hildu, at Javnaðarflokkurin hevur eina góða sak, og at flokk­ urin hevur fingið nógv av skafti. Samanumtikið ein sera góður fundur, sigur Javnaðarflokkurin í tíð­ indaskrivi. i