týsdagur 13. mars 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 51 - 13. mars 2007
Maðurin, sum
íslendska uttanríkis
ráðið hevus sett sum
sendimann í Føroy
um, hevur drúgvar
royndir sum
diplomatur. Seinast
hevur hann verið
sendiharri í heimsins
fólkaríkastu tjóð,
Kina, við 1,3 mia.
íbúgvum. Nú flytir
hann til ein av
heimsins minstu
tjóðum
ALTJÒÐA UMBOÐ
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
»Ein gomul kista av kam
fertræ, ið minnir um Hong
kong og Kina«, yrkti skald
ið Hans Andreas Djurhuus
fyri einum 100 árum síðani.
Í dag stendur ongin kista úr
kamfertræ í Fútastovu, men
hann sum komandi trý árini
skal hava sína dagligu
gongd niðri í Gongini, hev
ur í fýra ár verið sendiharri
Íslands í Kina.
Tað má sigast at vera
tvær tjóðir av rættiliga
ójavnari stødd, sum 67-ára
gamli Eiður Guðnason er
farin úr og nú kemur til.
Við einum fólkatali upp á
1,3 mia. er Kina meiri enn
27.000 ferðir størri enn Før
oyar, ið sum kunnugt hava á
leið 48.000 íbúgvar.
Eiður Guðnason hevur
verið sendiharri og konsul
síðani 1983, og er tí ein
royndur diplomatur. Millum
annað í Kanada, Noregi og
síðst Kina, haðani hann
kom heimaftur frá til Ís
lands í august í fjør.
Áðrenn
hann
gjørdist
sendiharri, var Eiður Guðna
son altingsmaður fyri Javn
aðarflokkin í fimm ár.Og
áðrenn hann gjørdist politik
ari, starvaðist hann sum fjøl
miðlamaður í 14 ár.
Spurdur um hvat honum
dámar at koma til Føroya,
sigur Eiður Guðnason, at
hann heldur tað vera eina
spennandi avbjóðing, sjálvt
um Føroyar er ein stórur
mótsetningur í mun til
Kina, sum hann í fýra ár
umboðaði Ísland í.
- Enn er nakað tíðliga at
siga, hvat kann koma burtur
úr nýggja samstarvinum,
men eg síggi tað sum mína
fremstu uppgávu at dyrka
og styrkja góða og gamla
vinskapin, sum er ímillum
londin bæði, sigur Eiður
Guðnason.
Leitar eftir íbúð
Íslendski sendiharrin kom
til Føroya í gjárkvøldið og
verður her til hósdagin.
Hesir
dagarnir
verða
brúktir til fundarvirksemi
og at fáa loyst praktiskar
spurningar
viðvíkjandi
Fútastovu og síðst, men
ikki minst at leita sær og
konuni,
Eygló
Helgu
Haraldsdóttir, eftir egnaðum
húsum at búgva í.
Eiður Guðnason heldur,
at møguleikarnir fyri sam
starvi millum Ísland og Før
oyar eru óavmarkaðir.
- Tað finnast valla nøkur
øki, har vit ikki kunnu
samstarva. Til dømis innan
vanligan
handil,
ídnað,
heilsu og ikki minst á ment
unnarøkinum, sigur Eiður
Guðnason.
Spurdur um hann hevur
nakra meining um aktuella
orðaskiftið um flaggingina
yvir føroysku sendistovuni
í Reykjavík, sigur Eiður
Guðnason, at tað heldur
hann seg frá at gera við
merkingar til.
- Hetta er eitt mál, sum
vit íslendingar ikki eiga at
blanda okkum uppí, men
tvørturímóti er ein spurn
ingur, ið føroyingar og dan
ir skulu loysa sínámillum.
Íslendska sendistovan í
Havn letur upp 2. apríl.
Rokast á Rock
Á lemmavirkinum Rock í Vági hava tey ongantíð havt so
nógv at gera sum nú, síðani virkið byrjaði í oktober í 2004.
Hans J. Joensen, stjóri, sigur við Suðurrás, at seinastu
vikurnar hava tey arbeitt langt út á kvøldið. 28 fólk vóru til
arbeiðis á virkinum í síðstu viku, og av teimum arbeiddu
15 við at gera lemmar. Skip, sum hava lemmar frá Rock,
láta sera væl at teimum, og virkið hevur fleiri bíleggingar
niðurfyri, sigur Hans J. Joensen, stjóri.
Viðrað illa
Svartkjaftaskipini sunnanfyri hava verið nógv darvað av
veðri teir seinastu dagarnar. Harafturat er svartkjafturin
farin at tynnast, so skipini noyðast at toga væl longri nú
enn herfyri. Norðborg var á Fuglafirði fríggjadagin við
knappliga 2.000 tonsum, og Christian í Grótinum kemur
ætlandi á Fuglafjørð hósmorgunin. Tey írsku og donsku
skipini hava fiskað sínar kvotur, men tey donsku sleppa
útaftur, tá svartkjafturin kemur í føroyskt øki.
Úr Beijing til Havnar
Sum 67-ára gamal er starvið sum sendiharri í
Føroyum við sæti í Fútastovu helst tann seinasta
størri uppgávan, ið Eiður Guðnason atekur sær sum
íslendskur diplomatur
Mynd: Jens Kristian Vang
Landsstýrismaðurin við
vinnumálum, Bjarni
Djurholm, er her komin
at heilsa upp á íslendska
sendiharran, Eiður
Guðnason, og fráfarandi
íslendska konsulin í Føroyum,
Poul Mohr. Teir vóru í dag
fyrrapartin og hugdu eftir
Fútastovu, har íslendska
sendistovan flytir inn 1. apríl
Mynd: Jens Kristian Vang