týsdagur 13. mars 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 51 - 13. mars 2007
KFUM skótarnir við
Løkin úr Runavík
flyta í næstum av
Glyvrum út á
Mýrarnar. Her verður
eitt stásiligt og
rúmligt skótahús
bygt, ið kann húsa
alskyns skótavirk
semi. Skótarnir settu
sjálvir spakan í á
grækarismessu
Skótavirksemi
Eyðhild Jacobsen
eydhild@sosialurin.fo
Ein riðil av KFUM skótum
marsjeraðu ígjøgnum Runa
víkar bý á grækarismessu.
Við sær í hondunum høvdu
teir spakar. Veðrið skikkaði
sær illa; tað var stormur og
heglingur,
men
treystur
gekk stóri riðilin serliga
mannaður við lítlum skót
um út á Mýrarnar. Har varð
á stórum skelti eitt stástiligt
svart
hús
við
flagtaki
avdúkað. Hetta verður tað
nýggja skótahúsið í Runa
vík, og skal tað takast í
nýtslu longu næsta ár.
-Vit hava hildið til á ung
dóms- og missiónshúsinum
á Glyvrum. Og hóast har
eru góð høli, so er húsið so
nógv umbiði, at vit hava
trupult at koma til. Eisini
eru vit so nógv í tali nú, at
hølini eru við at gerast ov
lítil, so vit gleða okkum til
at fara inn í hesi stásiligu
hølini, sigur Hallur Hansen,
ið er bólkráðsleiðari hjá
KFUM
skótunum
við
Løkin.
Øll settu spakan í
Nú komu teir mongu spak
arnar, ið skótarnir høvdu
hildið fast í hóast kava og
regn, til verka. Tí nú kundu
øll, sum vildu verða við til
at seta spakan í til nýggja
og stásiliga húsið, grava ein
bøkk upp úr jørðini. Og tað
vórðu tað nógv, ið nýttu
høvi til. Dúgliga vórðu
moldbøkkarnir skumpaðir
burtur, og lættir vórðu teir
at fáa upp úr vátu jørðini, tí
hevði tað ikki kavað henda
dagin, so hevði tað regnað.
Ein lítil úlvaskóti helt hetta
verða sera stuttligt, og hann
gleddi seg sera nógv at
koma inn í nýggja húsið.
- Hetta hevði eg væl tím
að at gjørt hvønn dag. Eg
gleði meg ordiliga nógv at
sleppa at ganga til skótar
her inn, segði drongurin og
gravaði dúgliga víðari.
Nærum alt
húsið fíggjað
Grundstykkið, ið skótarnir
sjálvir hava fíggjað, er 1867
fermetrar og verður húsið
500 fermetrar. Húsið fer at
kosta seks milliónir, og er
nærum
øll
verkætlanin
longu fíggjað.
- Vit hava fingið sera
stórar
peningargávur
til
húsi. So hava vit eisini
sjálvi savnað pening inn, so
vit hava sum nú er longu
fíggjað nærum alt húsið,
sigur Hallur Hansen, bólka
ráðsleiðari hjá KFUM skót
unum við løkin.
Ì húsinum verður millum
annað ein stór høll, ið skót
arnar gleða seg at taka í
nýtslu.
- Her fara vit allarhelst at
halda til, tá ið vit skulu hava
stór tiltøk. Og vit ætla eis
ini at lova øðrum framat
her, sigur Hallur Hansen.
Størsti skótabólkur
í landinum
KFUM skótarnir við Løkin
eru størsti skótabólkur í
landinum, og hava tey 130
limir. Umframt limir úr
Runavík koma limir frá
øllum
Skálafjørðinum.
Skótabólkurin er frá 1983,
og eru tey enn í dag sera
aktiv.
- Vit hittast einaferð um
vikuna. Har fáast við ymiskt
skótatiltøk. Eisini eru vit
uttanlands hvørt ár, og
luttaka í sokallaðum jambo
rees. Í ár fara fimm limir
hjá okkum til jamboree í
Onglandi, sigur Hallur Han
sen.
Grundøkið
til
nýggja
skótahúsið liggur tætt við
nýggja
barnagarðin
og
Vistarheimið í Runavík, og
gongst eftir ætlan, verður
húsið tikið í nýstlu um
eitt ár.
KFUM skótarnir úr Runavík
sett spakan í til nýtt skótahús
Demokratia fegnast
Javnstøðubólkurin Demokratia fegnast um, at Sambands
flokkurin og Tjóðveldisflokkurin hava tikið stig til at fáa
eina nógvar kvinnur og menn á listarnar hjá flokkunum til
næsta løgtingsval. Demokratia vísir á, at formaður Sam
bandsfloksins hevur sagt, at javnstøða skal verða í flokk
inum í seinasta lagi í 2012, og at Eysturoyar Tjóðveldisfel
ag hevur samtykt at stilla líka nógvar kvinnur og menn upp
til løgtingsvalið næsta ár.
Úr útjaðaranum
Tað er ikki bara í Føroyum, at fólk leita sær úr útjaðaran
um. Ein kanning hjá danska blaðnum JydskeVestkysten
vísir, at 80 prosent av studentaskúlanæmingunum í Suður
jyllandi ætla sær aðrastaðni, tá tey eru liðug í studentaskúl
anum, hóast fleiri hægri útbúgvingartilboð eru í økinum.
Tann stóri spurningurin er so, hvussu mong venda heimaft
ur aftan á lokna útbúgving, og sambært kanningini er tað
nógv tann minni parturin.
So stásiligt verður nýggja húsið hjá KFUM skótunum við Løkin í Runavík
Mynd: Lasse Klein
Skótarnir settu sjálvir spakan í til nýggja húsið, og hesir báðir hugnaðu sær óført, hóast tað
oysregnaði
Mynd: Lasse Klein