týsdagur 13. mars 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 51 - 13. mars 2007
Á aðalfundinum hjá
Eysturoyar Tjóðveldis
felag fríggjadagin
varð formaðurin,
Jónsvein Bjartason,
afturvaldur. Semja
var um at fara
undir at fyrireika
valstriðið til komandi
løgtingsval
POLITIKKUR
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Hóast stóra arbeiðsbyrðu í
gerandisdegnum tók for
maðurin í Eysturoyar Tjóð
veldisfelag, Jónsvein Bjarta
son, av eini áheitan frá
fundarfólkinum
um
at
halda fram sum formaður,
skrivar
felagið
í
tíðindaskrivi.
Umframt val til teir ymsu
álitispostarnar, var orða
skifti um dagsins politisku
støðu. Rani Nolsø, býráðs
limur fyri Tjóðveldisflokk
in í Klaksvík, helt gestarøðu
um
avbjóðingar,
frælsi,
dirvi og um tað neyðuga í,
at føroyingar nú taka seg
saman og taka endaliga
avgerð til tjóðskaparspurn
ingin, sum merkir loysing.
Kjakast varð um nógv
samfelagsmál á fundinum,
sum tildømis fiskivinnulóg
gávu, einskiljingar, repu
blikkina, mentamál, sosial
mál og javnstøðu. Tosað
varð eisini um tað neyðuga
í at gera upp við valdið,
sum nú situr, »ið við løg
manni á odda bara hevur
eittans endamál at stuðla
danskari nationalismu og
hjálandagøllhaldi í Føroy
um, ímeðan tjóðskapar
rørslan verður hildin frá
valdinum«, skrivar Eystur
oyar Tjóðveldisfelag í tíð
indaskrivi. Víðari stendur
har,
at
»flaggmálið
í
Reykjavík varð tikið fram
sum dømi um, at júst har –
í tí sum onkur í fáfongd
rópar
symbolikkur
–
stendur
stríðið
ímillum
føroyskt og danskt vald í
Føroyum. Ein ambassada
umboðar eitt land, eina
tjóð, ein nationalstat, tí er
hesin spurningurin so av
gerandi, hvørt sendistovan
umboðar okkum ella dan
ir«.
Semja var um at fara
undir fyrireikingarnar til
løgtingsvalið skjótast gjør
ligt við herrópinum um
tjóðarfrælsi í komandi val
skeiði.
Fundurin hjá Eysturoyar
Tjóðveldisfelag, sum varð
hildin í Glyvra-Hanusarhúsi
í Norðragøtu, gjørdi nógv
burtur úr javnstøðuni og
kvinnuliga leiklutinum í
politisku skipanini.
Felagið ætlar at gera alt
fyri, at eins nógvar kvinur
sum menn eru at velja ímill
um, tá ið veljarin skal taka
støðu og seta kross við
komandi løgtingsval.
Umframt nevnd, varð
floksting, aðalstjórn og
grannskoðarar valdir á aðal
fundinum. Í nýggju nevnd
ina komu Jónsvein Bjarta
son, formaður, Kristbjørg
Toftegaard, næstformaður,
Magni Joensen, ritari, Her
bert Olsen, peningarøkil,
Tórbjørn Jacobsen, Andrea
Eldevig og Olaf í Garði
Joensen. Eykalimir eru Jó
annes Johannessen og Hall
ur Ellingsgaard.
Í flokstingið komu Jón
svein Bjartason, Dia Ell
indsson, Jóannes Eliasen,
Magni Joensen og Olaf í
Garði Joensen. Her eru
eykalimirnir Herbert Olsen
og Jóannes Johannessen.
Til aðalstjórnina varð
valdur Jónsvein Bjartason,
meðan Kristbjørg Tofte
gaard gjørdist eykalimur.
Grannskoðari er Fríðfinnur
Jonsson
og
varagrann
skoðari Jógvan Næss.
Unga Tjóðveldið valt nevndir
Leygardagin hevði Unga Tjóðveldið
landsfund. Á skránni vóru landsnevndarval
og økisnevndarval
POLITIKKUR
Tíðindaskriv
Í Landsnevndina vórðu vald: Lina Hansen, nývald,
Gunnhild Dahl Niclasen, nývald, Hávarður Enni,
nývaldur, Barbara Holm, endurvald, Jaspur Guttesen,
endurvaldur, Tórur av Kák Olsen, endurvaldur og Rúni
Nielsen, nývaldur. Rúni Nielsen var ráðgevi í
Landsnevndini áður, men er nú valdur í nevndina aftur.
Jógvan Jacobsen heldur fram sum ráðgevi felagsins.
Unga Tjóðveldið hevur sjey økisfeløg og nýtti høvið
til at velja tær nevndirnar eisini, eftir sum limirnir
vóru savnaðir til landsfundar.
Fyri Unga Tjóðveldið í Suðuroy sita: Barbara Holm
og Rúni Nielsen, í Vágum: Jaspur Guttesen og
Herfinnur Árnafjall og í Norðstreymoy: Eiler Fagraklett
og Herit Helgadóttir.
Formaður heldur fram
Fyrilestur um rørslu
Mikudagin 14. mars verður ein áhugaverdur fyrilestur á Sunda bókasavni. Tá
fer ítróttargranskarin Magni Mohrat greiða frá, hvussu stóran týdning tað
hevur fyri kroppin, at fólk røra seg. Magni Mohr veit, hvat hann tosar um.
Hann er fysiskur venjari hjá fótbóltslandsliðnum, hann hevur verið venjari
hjá B36, og eina tíð arbeiddi hjá hjá italska stórfelagnum Juventus. Fyrilesturin
á Sunda bókasavni verður mikudagin klokkan 19.
Spjaða stovnar
13 tinglimir úr teimum trimum samgonguflokkunum vilja hava eina nevnd
at kanna, hvørjir almennir stovnar kunnu miðspjaðast, og hvørjir kunnu
flytast út um landið. Í brævi biðja tinglimirnir løgmann seta eina skjótt
arbeiðandi nevnd at kanna, hvørjir almennir stovnar kunnu flytast út um
landið. Teir 13 tinglimirnir, sum hava skrivað undir, eru úr Eysturoy,
Norðoyggjum, Norðstreymoy, Vágum, Sandoy og Suðuroy.
Atgongumerki
fáast á Shell-
støðunum og í
Telebúðunum
kring landið
Vikuskiftispass:
695,-
Barnapass (5-12 ár):
200,-
2007
Klaksvík 3., 4. og 5. august
www.summarfestivalur.fo
2007
007
Klaksvík 3., 4. og 5. august
007
Summarfestivalurin
Hanus G.
Johansen