Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mars 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 51 - 13. mars 2007 FRAMSÝNING Leo Poulsen Leo@sosialurin.fo Hvítabjarnir er ikki tað mest vanliga at renna seg í í Stórabretlandi, men sjónin er tó ikki heilt óvanlig í statligu bretsku heimunum – og tú kanst sanniliga eisini síggja hetta stásiliga djór í vanligum heimum eisini. Og nú hava mynda­ fólkini Bryndís Snæ­bjørns­ dóttir úr íslandi og enski Mark Wilson ódeyðiliggjørt hesi djór á myndum, sum tey í hesum døgum sýna fram í Norður­landa­hús­in­ um. Kl. 16 í gjár, mánadag, lat ein myndaframsýning upp í Norðurlandahúsinum. Framsýningin fevnir um myndir av øllum hvíta­bjarn­ um, sum finnast í Stóra­bret­ landi. Tað kann ljóða eitt sindur drápiligt, men talan er kort­ ini um útstappaðar hvíta­ bjarnir, ið jú sum kunn­ugt eru knapt so vandamiklar sum tær livandi. Talan er ikki bert um myndir av hesum stásiligu djórum, men eisini um søg­ una aftanfyri. Tí hvør bjørn hevur sína sermerktu søgu, og tað eru hesar søgurnar eins nógv og sjálvar mynd­ irnar, ið lista­fólkini vilja siga okkum frá. Hetta hevur verið ein drúgv verkætlan, sum byrj­ aði longu í 2001. Og talan var um eitt rættiliga krevj­ andi arbeiði, tí eingin visti rættiliga at siga um allar hvítabjarnirnar, ið finnast í Bretlandi. Ymsu náttúru­ savn­ini vistu at siga um nakrar fáar bjarnir, men at finna fram til tær, ið eru í privatum heimum, var ein rættilig avbjóðing. So ótrúligt tað enn kann ljóða, so standa útstappaðar hvítabjarnir í fleiri privatum heimum í Stórabretlandi. Í flestu førum er talan um familjur av betra slagn­um, hvørs forfedrar av veiði­hugi fóru á veiði- og rann­sóknar­ ferðir upp til norðpólin, og tóku upp til fleiri hvíta­ bjarnir heim aftur við sum minni frá ferðini. Nakrar av hesum bjarnum vórðu út­stapp­aðar, meðan aðrar vóru latnar ella seldar djóra­ gørðum – í livandi líki, væl at merkja. Sýna fram víða um Mark Wilson greiðir frá, at tey hava funnið fram til 33 hvítabjarnir, og tey hava avmyndað 32 teirra. Í 33. førinum var talan um ein deyðføddan unga. »Vit hava eina framsýn­ ing standandi uppi í Horny­ man-náttúru­savn­inum í Lon­don, og síðani hendan fram­­sýn­ingin lat upp, eru einar 3-4 hvítabjarnir aftrat komnar í ljósmála«, greiðir Mark Wilson frá. Hvítabjarnirnar eru kom­ nar til Bretlands í tíðar­skeið­ inum seinnapartin av 18. øld og fram til ártús­und­ skiftið. Hin fyrsta kom sein­ ast í 18. øld og hin seinasta í 1999. Flestu bjarnirnar finn­ast í Onglandi, men 5 eru eisini til skjals í Skot­ landi og ein í Dublin í Írlandi. Sjálv framsýningin, ið tók heili 5 ár at savna, hevur ferðast rættiliga víða. Hon hevur verið hildin í Oxford, Bristol og nú London í Onglandi, í Keyp­manna­ havn, Reykjavík og nú altso í Norðurlandahúsinum í Havn, har hon verður opin fram til páskar. Og sum eitt lítið kuriosium hevði Norður­ landa­húsið lánt eina veru­ liga útstappaða hvítabjørn, sum til gerandis stendur til framsýningar á Náttúru­ gripa­savninum. Hedvig Wester­lund-Kapnas, ið sam­ skipar framsýningina fyri Norðurlandahúsið, greiðir frá, at hendan hvítabjørnin varð útvegað í sambandi við framsýningina um veiðimentan í útnorði, ið varð hildin í 2001. Hvítabjørnin kom úr Grøn­­landi og bleiv út­ stappað í Svendborg. Og rætti­­liga passandi var tað fel­agið Hvítabjørn, ið spon­ soreraði navnafelagan, sum nú er ogn hjá Føroya Nátt­ úru­­gripasavni. Íslenedskt-enskt samstarv kortleggur: Hvíta­bjarn­ir í Stóra­bretlan di Demokratia fegna st um nýggja stigið hjá Samban dsflokkinum og Tjóðveldis­ flokkinum, sum felagsskapurin kallar eitt stig fram á javnstøðuleið JAVNSTØÐA Kári Mikkelsen Sum kunnugt varð altjóða kvinnudagur hildin 8. mars, har stórt fokus varð sett á javnstøðu og javnrættindi til kvinnur. Hetta er ivaleyst ein høvuðsorsøk til, at val­ feløg hjá tveimum so ymisk­ um flokkum sum Sam­ bandsflokkinum og Tjóð­ veld­is­flokkinum, hvør í sínum lagi vilja arbeiða fyri, at fáa fleiri kvinnur á uppstillingar­listarnar til komandi løg­tings­val. Formaðurin í Norðoya Sam­bandsfelag, John Willi­ am Joensen, hevur meldað út, at felagið á aðalfundinum 29. mars, sum eisini er fyrsti uppstillingarfund­ur til løgtingsvalið, fer at mæla til at stilla eins nógvar menn og kvinnur upp. Harafturat hevur formaður floksins, Kaj Leo Johannesen, boðað frá, at javnstøða skal vera í flokkinum í seinasta lagi í 2012. Eysturoyar Tjóð­veldis­ fela­g samtykti á aðalfundi seinasta fríggjakvøld, at eins nógv av báðum kynum verða stillaði upp í Eystur­ oyar valdømi til komandi løgtingsval. Felagið sigur har­­aftrat, at tað ætlar at leggja nógv fyri fyri at fremja javnstøðu í poli­ tikki. Tiltøkini hjá teimum báð­ um politisku feløgunum fáa nú eitt herðaklapp frá felags­ skapinum, Demo­kratia. - Við hesum hava Sam­ bands­flokkurin og Tjóð­ veldis­flokkurin víst seg sum tveir modernaðar og framburðssinnaðar flokkar, sum ikki góðtaka status quo, men tora at bróta upp úr nýggjum og skilja fyri­ munirnar við at gagnnýta alt menniskjutilfeingið, skriv­ar Demokratia í tíðinda­ skrivi og ynskir samstundis flokkunum báðum hjar­ta­ liga tillukku og góða eydnu. Meiri til vælferð Kommunurnar í Grønlandi brúka meiri enn 1,6 mia. krónur til vælferð og sosiala trygd í ár. Tað er 120 mió. krónur ella átta prosent meiri enn í 2005. Orsøkin til útreiðsluvøksturin er, at kommunurnar skulu brúka meiri pengar til pensjónir og eldrarøkt, men tær skulu eisini brúka væl meiri pengar til børn, sum verða tikin frá foreldrunum. Hóast útreiðslu­ vøksturin vænta kommunurnar at hava 50 mió. krónur í avlopi í ár. Pallar beina st burtur Tey seinastu 30 árini hava oljufeløgini brúkt nógvir milli­ ardir krónur til at byggja oljupallar til leiðirnar í Norð­ sjónum, og nú skulu aðrar milliardir brúkast til at beina teir burtur. Av teimum 600 pallunum, sum eru bygdir hesi árini, eru 55 í danska partinum av Norðsjónum, og í næst­ um skal støða takast til, hvussu teir skulu beinast burtur. Myndugleikarnir hava skrivað eina frágreiðing um málið, og ætlandi byrjar burturbeiningin um nakrar mán­aðir. Flokkar fáa herðaklapp frá Demokratia