Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mars 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 51 - 13. mars 2007 Málið um skatting av dómarasamsýningum varð viðgjørt í blaðnum í gjár. Og í allar mát­ar tykist hetta, sum er talan um ótrúliga ó­heppið lógarsmíð, sum í ringasta føri kann fáa van­lukk­ u­ligar avleiðingar fyri part av føroyska ítrótt­ar­ heim­i­num. Tí gaman í hevur landsstýrismaðurin í fíggj­ar­ mál­um rætt, tá hann staðfestir, at talan er um mun­andi betran í mun til gomlu lógina. Men veruleikin er, at tað er eingin sum helst, ið hev­ur virt gomlu lógina. Bæði feløg, dómarar og sjálvt stjórin fyri Toll- og Skattstovuna hava í nógv ár framt mest sum sjálvtekt móti lógini, tí hendan hev­ur verið mett sum ónýtilig. Skattastjórin enntá í almenna Kringvarpinum, tá hann í sending fyri á leið trimum árum síðani staðfesti, at skattavaldið ikki legði seg eftir teimum smáu fiskunum, sum vóru at finna í ítróttaheiminum. At nýggj og tíðarhóskandi lóggáva eigur at gerast, so ruddast kann upp í gráu økjunum, eru helst øll samd um. Og tað er helst eingin, sum talar at, at skattafrítøkan fyri ítróttavenjarar og fólk inn­an vælgerandi arbeiði verður hækkað. Men tað er púrasta óskiljandi, at tá ein slík lóggáva verð­ur smíðað, verður hendan gjørd somikið illa, at hon nú hóttir við at leggja eitt nú hond- og fót­bólts­ kapp­ing­ina lamna. Tí veruleikin er, at tær 15.000 kr., ið eru settar sum frítøkumarkið fyri dómarar røkka bert til hálvt kappingarár. Og tá tað samstundis verður pos­i­tivt staðest, at hesir ikki sleppa at draga bein­leiðis útreiðslur sínar frá, fer málið heilt av sporinum. Tað stríður fundamentalt ímóti prin­sippinum um, at útreiðslur, ið eru neyðugar fyri inntøkuskapandi virksemi, kunun dragast frá, áðrenn skattskylduga inntøkan verður gjørd upp. Tíbetur tykist FSF hava funnið eina sniðgøtu, har sleppast kann undan teimum ógvusligastu av­leið­ingunum av nýggju lógini. Men tað kann væl ikki vera meiningin, at tað verður upp til kreativitetin hjá lønmóttakarum og –gevarum at skáka sær undan vanlukkuligu avleiðingunum, sum vánaligt lógarsmíð kann hava við sær. Sosialurin Lógarsmíð og veruleiki mugu samsvara SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Í formælinum til orðabókina, sum kom út í juli 1928 skriv­ aðu M. A.Jacobsen og Chr. Matr­as stutt um Jens Chr. Svabo og Nicolai Mohr, sum gjørdu síni søvn av før­oysk­um orðum, og um Svend Grundtvig og Jørgen Bloch, sum í seinna parti av 19. øld fóru í holt við at draga tey saman í eina heild, og úrslitið av hesum var hitt mikla orðabókahandskriftið: ”Svend Grundtvigs fæ­r­øske ordbog. Bekostet af den Hjelmstjerne-Ros­e­n­er­o­n­ eske stiftelse.” Í formælinum verða eisini nøvn sum Johs. Brøndum-Nielsen, Maria R. Mikkelsen, Jón Helgason, Rikard Long o.o. stutt um­rødd. Í formælinum til Føroysk Orðabók 1998 dagfest tolla­ ks­messudag 1997 verður heitt á tey, sum sakna orð ella finna eitthvørt brek við orðabókini, so at tað kann verða umbøtt í næstu útgávu. Í orðabókini eru nøvn og stovnar, sum M. A. Jacobsen og Chr. Matras umrøða í 1928, als ikki tikin upp á tung­una. Tí hesi fáu orð: Í Varðanum, 39. bind – hefti 1-4, verður endurgivin ein fyrilestur, sum Chr. Matr­ as helt í Útvarpi Føroya, av tí at heiðurslimur Varðans, Rikard Long, fylti 80 ár tann 23. februar 1969. Hann byrjaði fyrilesturin soleiðis: ”Í tí fjølbroytta verki, sum Rikard Long hev­ ur framt á ævi síni higartil, er mangt, sum eg ikki eri før­ur fyri at meta um. …. Ym­iskt annað veit eg eitt sindur um, eitt nú hvat hann hevur havt at týða fyri næmingar sínar, í realskúla og læraraskúla. Tað hava slíkir menn sagt mær munnliga ella við penni í hond. Allir hesir næmingar hava sagt mær somu søgu: sum lærari kveikti hann neista í teimum, sum ikki brádliga slóknaði aftur. Í einari tíð, tá ið móðurmálið hevði ring kor í realskúlanum, vakti hann hjá næmingunum ikki bert ans fyri føroyskum, men gav hann teimum, í hvussu so er summum, lærdóm í málinum aftan á skúlatíð. Samstundis bardist hann sum ein hetja fyri móðurmálinum innan gáttar í realskúlanum. Sum dømi um, hvat lær­ar­a­skúl­ anæmingar bera honum, er nóg mikið at taka uppaftur orðini hjá Martin Joensen í brævi til mín: ”Rikard Long var lærari okkara í føroyskum máli og bókmentum, og eg má siga, at undirvísing hansara bæði í tí málsliga og tí bókmentaliga hevur havt sín allarstørsta týdning fyri meg.” ”Tað var eitt satt bragd teir báðir gjørdu, M. A. Jac­ obsen og Rikard Long, tá ið Felagið Varðinvarð í­birt ella endurskipað, og tíð­ar­ rit­­ið kom út á fyrsta sinni í 1921.” ”Hann er skaldið, sum fekk okkum at hoyra hin veld­iga leikin í nátturum, at kenna grógvandi mátt uttan um okkum, sum megnaði við hugflogi og humori at geva trølskari nátt mál.” Hetta vóru stutt brot úr fyrilestrinum hjá Chr. Matr­ as. Um skaldskapin hjá Jo­hannu Mariu Skylv Han­ sen (Gamlar Gøtu 1 og 11) segði Rikard Long: ”Tað er ikki deytt mál, hon skrivar, her livir hvørt orð. Hesar máliskurnar, sum hon hevur loftað frá farnum ættarliðum og sum hon hev­ur bygt víðari á, komu frá hjartanum og gingu til hjarta. Tær hava enn boð til okk­ um og vónandi eisini til tey, sum í komandi árum vilja fjálga um føroyskt mál.” Í Varðanum hevði Rik­ ard Long eitt ótal av bók­a­ ummælum. Í 1933 skrivaði hann. ”Málsliga er Chr. Matr­as tann mest føroyski av skaldum okkara. Skald­ a­myndir hansara eru so bein­­raktar og myndaðar við málandi orðum (….) so kennast mangar av yrk­ ing­um hansara eins og tær knappliga av­dúka vak­ur­ leikar í náttúruni og vísa á virði, ið vit øll ganga framvið dag um dag, uttan at geva tí reiðuliga gætur….” Hann, ið hetta skrivar, hevði tað frægd at virka saman við Rikard Long í mong ár, meðan hann var skrivari í Mentunargrunninum. Í formælinum til orð­a­ bókina eru nógv, kanska hálvt­hundrað, navngivin fólk, sum onkursvegna eiga lut í útgávuni; og hetta eru nøvn, sum í stóran mun hava lagt rygg til okkara mál og mentan. Tá ið so nógv fólk verða nevnd, heiðrað í formælinum, so hevur ritstjórnin ætlandi havt í huganum ongan at gloyma. Tessvegna er tað eyð­sýnt, at navnið Rikard Long, sum kanska meira enn nakar annar, arbeiddi við tí føroyska málinum, ikki er at finna millum tey mongu nøvnini. Um orsøkin er gáloysni, so er tað harmiligt, og av­varð­andi eiga at fáa eina um­bering í formælinum til næstu útgávu – ella á annan hátt. Hinvegin, er tað ikki gáloysni, men við vilja, so krevst almenn frágreiðing, sum almenningurin so kann taka støðu til. --o-- Stórt tal av orðum og nøvnum, sum eru eins natúrlig og liv­andi á føroyskari tungu sum t. d. skei­lett, keys, kabyss, kahútt, talja o.m.o., eiga at koma við í næstu útgávu. Eitt nú reol, termometur, wc, navigatión, nav­igera, navigatørur, de­stroy­ari, radioaktivitetur, olju­fýr­ing, areal, projekt, pi­lotur, kompjutari, print­ ari, portørur, univers, kat­o­l­ i­sisma, nationalisma, fund­a­ mentalisma, visión, fiktión, fanatisma, alfabet (abc´ið), o.m.m.o. Aðalritstjórin (!) eigur ikki at gloyma, at ávís orð og nøvn í orðabókini ikki kunnu verða við í tí nýggju útgávuni, eitt nú Landsverkfrøðingur, Bil­ eft­ir­lit, Sjúkrasystir, og í teirra stað verður pláss fyri Landsverk, Akstova, Sjúkr­a­ røktarfrøðingur (tungan fløk­t­ ist ). Strandfaraskip Landsins fær ætlandi navnið broytt til Sjóverk, tá ið stovnurin fær bústað á Tvøroyri, og gamla navnið má tessvegna hvørva. Um Atlantic Airways fer at broyta navnið til Luftverk (sam­anber Lufthansa), so má tað navnið eisini koma í tí nýggju útgávuni. Føroysk orðabók 1998 v. m. Heri Mohr Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.